fáa tað so gott, tá vinnan hevði tað gott. Og at Føroyar skuldu blomstra í hjúnabandinum millum vinnu og kjarnufamilju. Millum matpakkar og matframleiðslu. Og tað sær út til, at vinnan hevur tað gott. Vit [...] talandi fyri ta støðu, sum alt ov nógvar barnafamiljur og onnur standa í løtuni. At tað er ringt at fáa endarnar at røkka saman. At oljurokningin og húsaleigan fer við tí fíggjarliga rásarúmið, sum annars [...] hinum norðurlendsku vælferðarstatunum sæst sama mynstur. Arbeiðarin og fólk við lágum inntøkum verða rikin úr stórbýnum, tí kostnaðarstøðið og húsaleigan gera tað ógjørligt at klára seg við eini vanligari løn
minst um æruna og um hvør næstu mánaðirnar skal hyggja niður á hvønn, og hvør skal sleppa sær av vegnum fyri hvørjum. Men uppgerðin millum HB og B36 snýr seg eisini um meiri enn heiður og æru. Hon snýr [...] undir liðini á grannunum. NSÍ og KÍ eru bæði manningarliga illa sperd. Serliga hjá NSÍ hevur tað ikki gingið væl at fáa úrtøku. Teir eru aftanfyri klaksvíkingar á støðutalvuni, og um KÍ fær fult í kvøld, so [...] liðini ? undantikið Skála. Oyggjauppgerðin í Gøtu boðar frá stórum spenningi, og í niðrara endanum á støðutavluni eru Skála og eisini VB vertir í meiri ella minni lagnudystum. Meiri enn æran upp á spæl í
tíðina ? og serliga fyrstu trý korterini ? sum høvdu liðini bæði sera trupult við at finna stevið. Hjá B36 tóktist sera missurin av John Petersen at vera tungur, og dysturin undirstrikaði væl og virðiliga [...] luftdyst við Gunnar á Steig, og úrslitið var, at bólturin av høvdinum hjá rumenska álopsmanninum dalaði niður í tóma málið. Og áðrenn gestirnir høvdu fingið eyguni uppaftur, stóð 2-0 á talvuni. Hesaferð var [...] hevur á liðnum. Kropsliga er hann væl fyri, og tekniski førleikin eins og styrki í loftrúminum standa eisini ovarliga á breddanum, tá tosast skal um dygirnar. Og so hevur hann eisini máltev. Fyrru ferðina
Svínoy, - ikki minst nú, ið alt størri og størri uppgávur eru og verða lagdar út til kommunurnar at umsita. - Her hjá okkum er øðrvísi. Her er so lítið fólk eftir, og her er heldur ikki fólk til nakra umsiting [...] einstøku kommununi verði havdur á lofti. Summar kommunur hava ikki havt nakra skuld og hava haraftrat átt pening á bók, og hava tí ikki verið so sinnaðar at leggja saman við aðrari kommunu soleiðis beinanvegin [...] Spurningurin er um ein slík kommuna við einans 44 íbúgvum megnar at liva upp til hesi ynski og krøv. - Var tað fyri eini 20 árum síðani, hevði so mangt verið øðrvísi. Í dag hava vit einki val, tí mugu vit bara
málmøguleikar, og hetta endaði við málinum, tá einir 20 minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki. Bæði kundu avgjørt Sum seinni hálvleikur leið gjørdist munurin millum liðini størri og størri, og ungi Arnar [...] fyri miðjuna í høgru síðu hjá AB. Hans Pauli Samuelsen leggur bóltin inn í brotsteigin, og har er Dánjal Davidsen og skallar bóltin fram við Heðini Stenberg, sum stóð ein góðan dyst fyri AB. Sostatt hevði [...] á miðjuni, og so gongur skjótt. Bólturin verður spældur yvir ímóti vinstru síðu hjá AB, langt frammi á vøllinum. Kenneth Jacobsen, sum spælir høgri bakkur hjá AB, rennir fram eftir síðuni, og gerst púra
ymsu valevnunum. Og sera nógv fólk hevur verið inni á heimasíðuni, val.sosialurin.fo, og funnið útav, hvat valevni umboðar teirra meiningar best. Higartil hava 4.358 fólk verið inni og funnið tað valevni [...] seg í skipanini, og tí eru teir yvirumboðaðir á topp 20 listanum. Eitt hent amboð Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, hevur gjørt spurningarnar, sum verða nýttir í kanningini, og hann heldur, at [...] sera væl nøgdur við undirtøkuna og samansetingina av kanningini sum heild. Fimtan spurningar verða settir tilsamans, og teir eru býttir út á fimm ymisk øki, sum eru: Skattur og búskaparpolitikkur, tilfeingisvinnan
sjónleikari og leikstjóri, medstovnari og leiðari av Teatur Grugg, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund Kristina Sørensen Ougaard, dansari og sjónleikari, medstovnari og leiðari av Det [...] stovnur, virkistreytir, lista- og handverksliga støðið, samstørv, arbeiðsumstøður- og umhvørvið á Tjóðpallinum ikki eftirmett. ● Fáir fundir hava verið, har Leiklistaráð og økið hava verið savnað. Eingin [...] Føroya síðani 31.03.2020. Tað er grundleggjandi skeivt og fakliga óforsvarligt, at sami stjóri skal mynda leiðsluna á Tjóðpalli Føroya í samanlagt 20 ár - sama hvør persónurin er. Ongar eftirmetingar í fimtan
kristnum og muslimskum londum og um hvussu virksemið á bestan hátt kann fyriskipast, og hvussu ein felags málsetningur kann fyriskipast. Dagsins stóru mál eru framvegis tann stóra nýtslan av rúsdrekka og øðrum [...] hoyra um teirra virkishættir og møguleikar og úrslit , tá tað snýr seg um at fremja avhald. Søgan Tað var longu í 1878, at føroyingar tóku seg saman og stovnaðu avhaldsfeløg. Og hetta var fyrsta felag av [...] eitt sosialt arbeiði í menningarlondunum, og her eru serliga Norðurlond rættiliga frammaliga, Svøríki og Noregi, sum gera eitt megnar arbeiði í afrikonskum londum og í fjareysturi. Virksemið, sum tók seg upp
var tað Christian Høgni Jacobsen, sum legði innfyri, og Høgni á Lakjuni skoraði. Kanska tóku teir á heimaliðnum og lætt upp á tað síðstu løtuna, og so vóru teir orduliga kløkkaðir av hvalbingum, sum m [...] uttanríkispolitiska økinum, og at føroyingar skulu sjálvir taka avgerðir og føra samráðingar á teimum økjum, sum hava týdning fyri okkum. T.v.s. at vit einsamallir føra samráðingar og gera avtalur á t.d. økjum [...] di herlið hjá ST, sum starvast úti í heimi, har kúlur og kanónir er partur av gerandisdegnum, og har fólkið verður dagliga hótt eftir lívinum, og har liviumstøðurnar eru undir øllum lágmørkum. Men soleiðis
vóru Fiskimannafelagið, Føroya Skipara-og Navigatørfelag, Maskinmeistarafelagið og Motorpassarafelagið. Einir 60-70 mans vóru á fundi, sum vardi í einar 2-3 tímar, og hetta vóru serliga menn, sum sigla við [...] ikki vil verða við at stuðla, og verandi gongd við høgum og hækkandi oljuprísum heldur fram, liggur flotin um stutta tíð. Tá noyðist tað almenna í staðin at veita hesum monnum og familjum teirra sosialhjálp [...] endaligu niðurstøðuni, til hon er fest á blað, og feløgini eru samd um hana. Tað skilst kortini á Jan Højgaard, at talan ikki verður um bæði luttøku í olju og lækking í býtisprosenti. - Vit halda ikki, at