Í kvøld er 8. umfarið í landskappingini í bestu deildini á skránni. Bæði í toppinum og í botninum eru rættuliga spennandi uppgerðir á skránni, sum kunnu kallast seks stigs dystir. Um HB vinnur á grannunum úr B36, so verður oddasessurin styrktur nógv, meðan B36 dettur burtur ímillum í toppstríðnum. Um B36 fær fult, so fara teir at liggja undir liðini á grannunum.
NSÍ og KÍ eru bæði manningarliga illa sperd. Serliga hjá NSÍ hevur tað ikki gingið væl at fáa úrtøku. Teir eru aftanfyri klaksvíkingar á støðutalvuni, og um KÍ fær fult í kvøld, so verða teir væl frammanfyri NSÍ, sum hevur spælt ein dyst fleiri enn øll hini liðini ? undantikið Skála.
Oyggjauppgerðin í Gøtu boðar frá stórum spenningi, og í niðrara endanum á støðutavluni eru Skála og eisini VB vertir í meiri ella minni lagnudystum.
Meiri enn æran upp á spæl í Gundadali
Ofta hevur tað víst seg, at yrkakvølda dystir í Gundadali hava verið undirhaldandi. Í kvøld hittast HB og B36 á ovara vølli. At tað eru grannarnir báðir, sum tørna saman, hevur trygd fyri dramatikki og intensiteti við sær, áðrenn fyrsta sparkið er sparkað. Tað snýr seg um so mangt. Ikki minst um æruna og um hvør næstu mánaðirnar skal hyggja niður á hvønn, og hvør skal sleppa sær av vegnum fyri hvørjum.
Men uppgerðin millum HB og B36 snýr seg eisini um meiri enn heiður og æru. Hon snýr seg fyrst og fremst um, um tað skal eydnast B36 eftir laka byrjan rættuliga at sleppa upp í part í oddastríðnum, ella um HB ? í hvussu so er í mun til grannarnar ? skal sigla sín egna sjógv. HB hevur framvegis til góða at fara av vøllinum uttan at hava fingið stig. Einki er at ivast í, at teir í B36 meiri enn so halda seg kunna liva við leiklutinum at vera teir fyrstu, sum heilt gera av við HB.
Hjá HB var Janus M. Joensen so mikið illa fyri sunnudagin, at hann ikki var førur fyri at spæla á Toftum. Janus vandi við mánakvøldið, men tað er kortini ivasamt, um hann verður ímillum teir fyrstu ellivu í kvøld. Jan C. Dam hevur vant við fullari ferð í tvær vikur, og tað kann væl vera, at hann verður við í kvøld ? í hvussu so er á beinkinum. Kári Nielsen og Nicu Dogaru eru framvegis skaddir.
Evnaríki miðvallarin hjá B36, Niels Joensen, man teljast millum teir mest óhepnu. Hann hevur verið so mikið nógv skaðaplágaður, at hann hevur spælt lítið í ár. Nú var hann komin fyri seg aftur, men eftir stóran hálvan tíma ímóti NSÍ sunnudagin fór hann av vøllinum orsaka av skaða. Tað vísti seg, at annar armurin var brotin, og harvið hevur Niels fingið summarfrí frá fótbóltinum, sjálvt um hann sjálvur hevði viljað tað øðrvísi.
Jens Kristian Hansen var ikki við ímóti NSÍ, tí hann var skaddur. Hann var við í løttu venjingini mánakvøldið, men í gjár var ikki greitt, um veteranurin verður førur fyri at spæla í kvøld.
Heini í Skorini, sum er komin fyri seg eftir hælskaða, loysti Niels Joensen av sunnudagin, og tað kann væl vera, at hann verður ímillum teir fyrstu ellivu í kvøld. Bárður Mortansson bankar eisini uppá. Eftir at hava gingið skaddur í nógvar vikur, hevur hann vant í tríggjar vikur, og leygardagin skoraði hann, tá 2. deildarliðið var í Leirvík.
Lyklaspælarar ivasamir og burtur
NSÍ tekur ímóti klaksvíkingum, sum fara til Runavíkar at verja næstfremsta plássið. Heimaliðið hevur ikki fingið úrtøku burturúr møguleikunum, sum teir hava spælt seg til, og vánirnar fyri úrtøku í kvøld gerast ikki betri av, at sterkasta álopsvápnið hjá teimum heldur ikki hesa ferð er tókt. Helgi L. Petersen er framvegis staddur uttanlands í útbúgvingarørdinum.
Sunnudagin gekk av skriðuni hjá NSÍ. Eitt er, at teir ikki fingu mál og stig í Gundadali, har teir ímóti B36 høvdu fleiri góðar møguleikar at gera mál. Eitt annað er, at tveir av lyklaspælarunum vórðu so mikið skaddir, at teir eru rættuliga ivasamir í kvøld. Gert Langgaard kom ikki á vøllin eftir steðgin. Hann royndi at venja mánakvøldið, men tað gekk ikki, og tískil er hann rættuliga ivasamur. Á skaðastovuni varð staðfest, at pínan, sum miðverjin Óli Hansen hevði í handliðini, komst av brotnum beini. Hondin varð løgd í gips, og Óli verður ikki við í kvøld, um hondin ikki verður loyst frá gipsinum. Tað má metast rættuliga ivasamt.
Hjá KÍ er Erling Fles, sum leygardagin var í 2. deild, leikbannaður. Hann fekk tvey gul kort ímóti B71 og harvið eisini reytt. Allan Joensen og Ove Nysted eru lyklaspælarar hjá KÍ. Tað er rættuliga ivasamt, um teir vera við í kvøld. Báðir fóru av vøllinum í ótíð sunnudagin. Hvørgin teirra vandi mánakvøldið, og støða verður ikki tikin fyrrenn í kvøld, um teir kunnu spæla. Aleksander Djordjevic hevur verið til venjingar aftur. Hann verður ikki mettur at vera nóg væl fyri at spæla, men tað kann hugsast, at hann kortini verður neyðloysn ímóti NSÍ. Aðrir nýggir møguleikar í hópinum eru verjuspælarin Niclas Niclassen, sum er heima í summarfrí, og miðvallarin Dávid Bertholdsen, sum ikki áður hevur verið á besta liðnum í landskappingini.
Hans Fróði framvegis uttanfyri
Toftamenn skulu í kvøld til Gøtu, har teir ofta hava staðið seg væl. Hans Fróði Hansen var ikki við ímóti HB, og hann verður heldur ikki við ímóti GÍ. Kappingarnevndin gjørdi undan vikuskiftinum av, at reyða kortið ímóti FS Vágum skuldi kosta tveir daga leikbann. Harvið tykjast teir signalisera, at spælararnir skulu vita, at tað kostar nógv ikki at vera høviskur við dómaran og linjuverjarnar.
Burtursæð frá miðverjanum eru allir hinir spælararnir hjá B68 tøkir.
Hjá GÍ hevur úrtøkan verið soltin síðstu ferðirnar. Teir hava tapt tvær ferðir í Intertoto Cup, og mikukvøldið var altjóða luttøkan ivaleyst ein av orsøkunum til, at teir 2?0 leiðlsan varð vend til 4?2 tap. Bartal Eliasen hevur valt at vera á oyggjaleikunum hesa vikuna, har hann stríðist fyri at vinna Føroyum gull í flogbólti. Vánirnar hjá GÍ at vinna gull í landskappingini eru ikki minst treytaðar av úrslitinum í kvøld. Súni Olsen, sum leingi hevur verið skaddur, hevur verið við tvær tær síðstu ferðirnar. Poul Andreas Jacobsen er skaddur, men annars eru allir hinir GÍ spælararnir tøkir.
Tað haltar á Skála
Higartil hava teir einki stig fingið, og sum tað sær út í løtuni er tað sera týdningarmikið hjá skálamonnum, at tað eydnast teimum at fáa stig og helst at vinna, tá ið FS Vágar í kvøld kemur at vitja.
Men tað er ikki bara í málskjótingini, at tað haltar á Skála. Umleið helvtin av teimum, sum skulu til fyri at manna eitt fótbóltslið, eru ikki tøkir ella eru rættuliga ivasamir undan botndystinum. Sveinur Justinussen er framvegis uttanfyri, men teir vóna, at hann verður førur fyri at spæla sunnudagin. Bogi Gregersen koykti fótin illa undir venjing fríggjakvøldið, og hann er sera ivasamur í kvøld. Eugen Voda fekk skaða í knæið, tá ið Skála var í Vági. Hann vandi ikki mánakvøldið, og í gjár vistu teir ikki, hvussu tað verður við honum í kvøld. Bent Djurhuus var millum teir fyrstu ellivu sunnudagin, men hann noyddist skjótt at taka seg aftur orsaka av vøddaskaða, og Agnar Højgaard fór út, tí hann hevði fingið spark í tjúkkan. Hann vandi ikki mánakvøldið, og í gjár høvdu teir einki serligt mót um, at hann fór at verða klárur í kvøld.
Í Vágum iðra teir seg um, at liðið ikki er nóg støðugt, soleiðis at teir kunnu vísa avrikini, sum viðhvørt hava borið fult stigatal við sær. Eftir sigurin á Toftum, taptu teir í Klaksvík, og nú triði útidysturin á rað er á skránni, er spurningurin, um tað verður uppi á kambinum ella í dalinum. Allir teir somu spælararnir, sum vóru við í Klaksvík, eru tøkir undan bussferðini til Skála.
VB kann fáa um endan
Báðir partar siga seg vera væl fyri, áðrenn sera týdningarmiklu uppgerðina á Vágseiði í kvøld. Hjá VB er miðverjin Eyðun Jacobsen framvegis so mikið skaðaplágaður í knænum, at hann ikki er førur fyri at spæla. Allir hinir, sum sunnudagin vóru við at vinna 2?0 á skálamonnum ? fyrsti sigurin í hesum árinum ? eru tøkir.
EB/Streyma menninir fara suður við Smyrli á middegi í dag. Tað verður sagt frá góðum veðri, so tað nýtist ikki at vera nakar trupulleiki, at teir skulu ferðast so stutt undan dystinum. Trupulleikin er heldur, at tað er neyðugt hjá fleiri at fáa sær frí ein arbeiðsdag.
Hjá EB/Streymi eru allir teir tøkir, sum mikukvøldið í síðstu viku vunnu 4?2 á heimavølli ímóti GÍ.
Dysturin hevur sjálvandi stóran týdning fyri báðar partar. Men serliga hjá vágbingum hevur tað stóran týdning at fáa trý stig, so teir rættuliga kunnu sleppa leysir úr botninum, har teir hava staðið sum í siropi tað, sum er farið av kappingarárinum.