Oljustuðul ella sosialhjálp

Formaðurin í Fiskimannafelagnum heldur ikki, at politiski myndugleikin er greiður yvir, hvussu álvarsom støðan hjá fiskiflotanum í veruleikanum er. - Tey billa sær ymiskt inn, men tað nyttar einki at lata eyguni aftur og halda, at alt fer at laga seg – uttan at nakað verður gjørt fyri at byrgja uppfyri tí stóru kreppu, ið bankar á dyrnar, sigur Jan Højgaard

Kreppa

 

Í gjárkvøldið var stórur fundur um kreppuna í fiskiflotanum á Seglloftinum á Tvøroyri. Tað vóru manningarfeløgini hjá fiskimonnum, sum høvdu kallað til fundar, har serliga støðan hjá djúpvatnstrolarum varð umrødd. Feløgini, sum høvdu umboð á fundinum, vóru Fiskimannafelagið, Føroya Skipara-og Navigatørfelag, Maskinmeistarafelagið og Motorpassarafelagið.

Einir 60-70 mans vóru á fundi, sum vardi í einar 2-3 tímar, og hetta vóru serliga menn, sum sigla við djúpvatnstrolarum í Suðuroy.

Fundarstjóri var Sjúrður Heinesen, skrivari hjá Maskinmeistarafelagnum.

 

Skriva niðurstøðu

Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum, sigur, at manningarfeløgini nú fara at skriva eina niðurstøðu og eitt útspæl, sum teir fara at senda Reiðarafelagnum.

Spurdur, um talan verður um, at manningin møguliga fer at taka lut í oljuútreiðslunum hjá djúpvatnstrolarunum – ella um talan kanska heldur verður um eina minni lækking í býtisprosentinum, sigur hann, at endalig støða ikki er tikin til hesi viðurskifti enn.

- Eg fari at bíða við endaligu niðurstøðuni, til hon er fest á blað, og feløgini eru samd um hana.

Tað skilst kortini á Jan Højgaard, at talan ikki verður um bæði luttøku í olju og lækking í býtisprosenti.

- Vit halda ikki, at manningarnar hava so nógv at lata burtur av, tí vit luttaka í so nógvum sum er.

Hann vísir á, at býtisprosentið hjá djúpvatnstrolarunum á pappírinum er 27, men av tí, at manningin luttekur í eitt nú landingarútreiðslum, ísi og provianti, er reella býtisprosentið helst minni enn 20.

- Men hetta er so bara eitt tal, sum eg sjálvur meti er tað reella, tá saman um kemur, leggur Jan aftrat.

Í sonevnda oljuprotokollátinum, sum var við í sáttmálanum millum Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið, stóð, at spurningurin um møguliga luttøku í oljuútreiðslunum skuldi takast upp millum feløgini, um oljuprísurin til skipini fór upp um 2,90 krónur fyri liturin.

Hóast oljuprísurin nú er tað tvífalda av hesum, hongur reiðarin framvegis upp á alla oljuna í flestu skipabólkum.

- Eg trúgvi, at vit heldur eru sinnaðir at slaka eitt sindur í býtisprosentinum yvir eina ávísa tíð enn at luttaka í oljuútreiðslunum. Men lat okkum nú fyrst skriva niðurstøðuna og semjast við hini manningarfeløgini um útspælið til Reiðarafelagið, sigur Jan Højgaard, sum ikki dugir at ímynda sær, at talan bæði verður um luttøku og slaking í býtisprosenti.

 

Tað almenna

Formaðurin í Fiskimannafelagnum heldur, at skal nøkur vón vera fyri stavn hjá djúpvatnsflotanum, verður neyðugt, at tað almenna veitir eina hjálpandi hond við stuðli til olju. Alt annað ber ikki á mál, so hesin parturin av flotanum kann hóra undan. Spurningurin er eisini, um tað ikki longu er ov seint hjá nøkrum av hesum skipum, sum neyvan standa til at bjarga.

- Oljan er nú vorðin ein so stórur partur av útreiðslunum í rakstrinum, at tað munar so lítið, sum fiskimenn kunnu gera.

Jan heldur, at politiski myndugleikin hevði fingið nógv burtur úr einum slíkum fundi, sum fundinum á Tvøroyri í gjárkvøldið, men hesin fundur var bara fyri manningarfeløgini og teir, sum sigla við nevndu skipum.

- Nú umstøðurnar í fiskiskipavinnuni eru vorðnar so truplar, munar tað ov lítið, sum fiskimenn kunnu gera. Tí er neyðugt, at tað almenna eisini ber sín part, fyri at fáa fiskiflotan at hóra undan. Um tað almenna ikki vil verða við at stuðla, og verandi gongd við høgum og hækkandi oljuprísum heldur fram, liggur flotin um stutta tíð. Tá noyðist tað almenna í staðin at veita hesum monnum og familjum teirra sosialhjálp, sigur hann.

 

Bíligari rakstur

Jan Højgaard ásannar, at ymiskt er, hvussu skipini verða rikin, og hann heldur, at umráðandi er, at útreiðslurnar av umsiting í landi ikki gerast ov stórar.

- Tað er úti á fiskifeltinum, at inntøkurnar verða skaptar, og tað eru í fyrsta lagi hesir menn, ið eiga ágóðan av tí, ið veitt verður.

Formaðurin í Fiskimannafelagnum heldur ikki, at politiski myndugleikin er greiður yvir, hvussu álvarsom støðan hjá fiskiflotanum í veruleikanum er.

- Tey billa sær ymiskt inn, men tað nyttar einki at lata eyguni aftur og halda, at alt fer at laga seg – uttan at nakað verður gjørt fyri at byrgja uppfyri tí stóru kreppuni, ið bankar á dyrnar, sigur Jan Højgaard.