Hetta er fyrstu ferð, at føroyski veljarin hevur havt høvi til at nýta internetið til at finna útav, hvussu teirra egnu sjónarmið samsvara við sjónarmið hjá teimum ymsu valevnunum. Og sera nógv fólk hevur verið inni á heimasíðuni, val.sosialurin.fo, og funnið útav, hvat valevni umboðar teirra meiningar best.
Higartil hava 4.358 fólk verið inni og funnið tað valevni, sum liggur tættast við sínar egnu meiningar.
Háborgin hjá Tjóðveldi er á internetinum
Ein áhugaverdur vinkul við hesi kanningini er býtið millum flokkarnar. Henda uppgerð er gjørd soleiðis, at hvørja ferð eitt valevni fyri t.d. Tjóðveldi endar ovast, eftir at ein brúkari hevur gjørt testina, fær Tjóðveldi eina atkvøðu í samlaðu uppgerðini.
Og sum vant er í internetkanningum, so endar Tjóðveldi eisini ovast í hesi kanningini. Tjóðveldi fær ein fjórðing av atkvøðunum í hesi kanningini, tvs. at fjórðu hvørja ferð, at ein brúkari tekur testina, endar eitt valevni hjá Tjóðveldi ovast. Hetta merkir tó sjálvandi ikki, at viðkomandi persónur fer at atkvøða fyri hesum flokki.
Sambandsflokkurin er á øðrum plássi við 22,4 prosent av atkvøðunum. Fólkaflokkurin fær 17,44 prosent, Miðflokkurin 13,41 prosent, Javnaðarflokkurin 13,07 prosent, Sjálvstýrisflokkurin 8,08 prosent og Miðnámsflokkurin fær 0,53 prosent.
Óvissan í internetkanningum er sera stór, og slíkar kanningar eru tí ikki eftirfarandi, av tí at skarin av fólki, sum hevur luttikið í hesi kanningini, ikki er umboðandi fyri veljaraskaran. Tað t.d. hugsast, at miðalaldurin hjá teimum, sum hava luttkið í hesi kanning, er munandi lægri enn hjá miðal veljaranum.
Á tí persónliga listanum er Tóri Højgaard úr Miðflokkinum oftast ovast, eftir at ein brúkari hevur tikið testina. Havast skal í huga, at 107 valevni hava skrásett seg í hesi skipan, men tilsamans eru 171 stillað upp. Okkurt bendir á, at teir báðir smáu flokkarnir hava verið raskastir at skráseta seg í skipanini, og tí eru teir yvirumboðaðir á topp 20 listanum.
Eitt hent amboð
Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur, hevur gjørt spurningarnar, sum verða nýttir í kanningini, og hann heldur, at hetta er eitt hent amboð hjá teimum, sum vilja finna tey valevni, ið best kunnu umboða teirra meiningar í politikki.
- Hetta er eitt sera gott amboð at nýta, um tú vilt finna útav, hvussu tínar meiningar samsvara við tey ymsu valevnini. Serliga er tað áhugavert at síggja, hvørji valevni, sum tú kanska ikki hevði hugsað um frammanundan, liggja tætt at tínum meiningum, sigur Sámal Matras Kristiansen.
Hann leggur tó dent á, at hetta ikki er ein kanning, sum spyr, hvønn flokk ella hvat valevni, fólk fara at seta krossin við.
- Kanningin hevur til endamáls at geva eina mynd av, hvørjar meiningar samsvara best við tínar egnu meiningar. Hetta sigur ikki endiliga nakað um, hvønn persón viðkomandi fer at velja, sigur hann.
- Spurningarnir eru gjørdir út frá einum prinsippi um spjaðing. Poengið er ikki, at spurningarnir skulu vera dekkandi, men spjaðandi yvir fleiri ymisk øki. Tveir teir fyrstu spurningarnir innanfyri hvørt evni skulu endurspegla eina ideologiska spjaðing, og tann triði spurningurin spyr meira konkret um okkurt mál, sum t.d. skal geva eina geografiska spjaðing í úrslitinum, greiðir Sámal Matras Kristiansen frá.
Aftaná valið fer hann at analysera úrslitið av hesi kanning nærri. Hann viðurkennir, at onkur spurningur ikki hevur verið hóskandi til eina slíka kanning, men samanumtikið er hann sera væl nøgdur við undirtøkuna og samansetingina av kanningini sum heild.
Fimtan spurningar verða settir tilsamans, og teir eru býttir út á fimm ymisk øki, sum eru: Skattur og búskaparpolitikkur, tilfeingisvinnan, útbygging av infrakervi, moralpolitikkur og Føroyar og útheimurin.
Kanningin “reinsað” fyri feilir
Tað er Jens Pauli Rasmussen hjá Dynamicpaper, sum hevur staðið fyri tí tekniska partinum av kanningini.
- Vit hava reinsað úrslitini so væl sum gjørligt. Yvirlitið yvir persónar og flokkar er soleiðis, at hvør ip-adressa bara verður skrásett einaferð í samlaða yvirlitinum. Á henda hátt tryggja vit okkum, at onkur, sum ger testina fleiri ferðir, ikki kann avlaga úrslitið, sigur Jens Pauli Rasmussen.
Fólk kunnu sjálvandi taka testina so ofta, sum teimum lystir, men
Higartil hava fleiri enn 7000 brúkarar verið inni og tikið testina á heimasíðuni hjá portalinum, men eftir at yvirlitið er reinsað hevur skipanin skrásett 4.358 ip-adressur.
Tí er ranking-listin baseraður á hesar góðu 4.358 brúkararnar, tí at listin verður læstur uppá tær einstøku ip-adressurnar.