meðalprísi oman fyri tvær miljónir krónur, er ótal av familjum, sum ikki longur hava ráð at búgva ella búsetast í Havn. Sum nú er, er gongdin soleiðis, at tað skulu minst tvær góðar inntøkur fyri at klára at [...] Amts Sparekasse var stovnaður, hava føroyingar flestir trúð, at tað var ein deyðssynd at fara í grøvina við skuld. Umráðandi hevur altíð verið at arbeitt alla skuld av sær áðrenn pensjónsaldur, njóta sítt [...] málið. Eg haldi, at tað var Suðuroyar Sparikassi, sum introduseraði “niðursparing”. Tá bar til at lána pening við trygd í húsunum, sum langt síðani vóru goldin út. Mong vistu heldur ikki, at tey vóru beto
við at koma við nøkrum viðmerkingum. Omanfyristandandi barnarím hóskar so sera væl til Gerard Lognberg. Hetta at spæla offurrolluna, í staðin fyri at taka í egnan barm. Tað sæst á øllum brøgdum, at hansara [...] tann flokk, sum hann bæði politiskt og fíggjarliga hevur notið gott av. Og at hann skal tora at taka patent uppá at vera verji verkamanna og kvinnum, meðan " hini " í flokkinum bara tosa ..... Tað vísur [...] reypa av, at hann er farin tíðliga til skips at tjena pengar, og hvussu trongum korum hann livdi undir. Tað eru tað mangir undan honum sum hava roynt tað, uttan at fara út í fjølmiðlarnar at profilera
eydnast B36 at vinna sær tey trý stigini. At kalla allan fyrra hávleik vóru tað teir, sum vóru omaná. Teir royndu at leggja eitt ávíst tryst oman móti málinum hjá NSÍ, og í borðunum báðum varð roynt at bróta [...] beinleiðis í spælinum. Miðvøllurin tykist nú spakuliga at vera við at koma fyri seg, og fáa álopsmenninir veruliga glið á, so er lítið at ivast í, at runavíkingar kunnu røkka heilt langt í ár. Ikki minst [...] eisini merkt av, at menn nú vóru um at gerast dekan ov heitir. Serstakliga kom røk í millum Arnbjørn Danielsen og Sonna L. Petersen. Helst átti dómarin at steðgað hesum munandi skjótari við at geva teimum hvør
álegði mær at taka greinina aftur, ella skuldi hann syrgja fyri, at løgreglan kom upp í leikin við tí eftirspæli, tað kom at hava við sær. Millum annað skuldi hann syrgja fyri, at løgreglan kom oman á Fisk [...] størri dentur lagdur á, at øll skriving og kjak um hetta mál fær ein enda. Til tað er at siga, at skaðin er hendur, eins og hetta ótespiliga og menniskjaniðrandi mál so ella so kemur at standa sum ein skammblettur [...] tann sami, og at umberingin bert var eitt skálkaskjól. Eitt skálkaskjól, ið hevði eittans endamál, og tað var, at tá ið hóttanir um millum annað at beita løgregluna eftir teimun, sum talaðu at, ikki hjálptu
arbeiðsplássið og starvsfelagarnar, sum noyðast at taka eyka arbeiði. Í fleiri førum er støðan so álvarslig, at fólk hava noyðst at sagt arbeiði frá sær, tí eingin er at passa børnini, meðan foreldrini eru til [...] fyri at leita sæ eftir arbeiði eftir lokið barnsburðarfarloyvi, tí tær fáa ikki børnini ansað. Hesar kunnu koma í klemmu í arbeiðsloysisskipanini, sum krevur, at tær skulu vera til taks, fyri at fáa a [...] kommununum. Hvørt pláss kostar oman fyri 1.000 kr. um mánaðin, og tí royna kommunurnar sjálvsagt at halda plássini á einum minstamarki. Í løtuni er býti millum land og kommunu, at landið rindar 50% av bygg
formul, og tí heldur hann, at hetta má vera eitt stað, har nógvur tónleikur sær dagsins ljós. Festivalir hava týdning Yaacov Bergman vísir á, at tað hevur alstóran týdning, at tónleikafstivalar eru. Størri [...] Colerado við mær til Føroya, men tað eydnaðist ikki at fáa hetta at hanga saman fíggjarliga, sigur Bergman, sum hevur ein dreym um, at tað eisini skal bera til at fáa teir mongu serkønu sangararnar og tónleikararnar [...] heiminum, sigur Bergman, ið sigur, at land og fólk eigur sín lut í, at hann so fegin vil vitja aftur til Føroya. Hann er hugtikin av fólkinum og trivnaðinum her. Hann minnir á, at tónleikur og náttúra er ein
Niels Juel, sum viðgongur, at tað hevur nakað at siga, at familjan tekur yvir. Klokkan hevur verið í familjuni í 117 ár, so tað hevði uttan iva verið enn torførari fyri hann at givist, um tað ikki var ein [...] og vanligt er, at halgan verður ringd inn kvøldið fyri. Kimað varð í eitt korter og síðani samanring-ing í trý korter. Brosandi minnist Niels Juel aftur á, at tað gekk akkurát hjá honum at ringja í eitt [...] longi sum tøknin virkaði, sum hon skuldi. Frá at fara í kirkjuna tríggjar ferðir hvønn sunnumorgun at ringja inn, kundi Niels Juel bara stilla ta nýggju inn at ringja klokkan 9 og 10. So fór hann í kirkjuna
mær, at tað tekur bara eini 2-3 ár at venja seg við veðurlagið, so tað er ikki so galið. Eg spyrji Saijai, um hon hevur hugsað um at fáa sær eitt arbeiði? – Eg eri við barn, so eg hugsi ikki um at fara [...] Høvuðsorsøkin til at vit fluttu vesturum, er tí vit vilja at børnini skulu vaksa upp í Føroyum, tí her er so trygt og frítt, og at tey kunnu fáa góða skúlagongd og útbúgving. Eg síggi fyri mær, at tá børnini [...] tá hon hugsar um, hvussu tað var at koma til Føroya: – Her kann eg ikki verða, her fái eg ikki onki at eta, hugsaði eg. Men ráð vóru fyri tí. Hon sigur at tað er lætt at fáa hendur á frukt og grønmeti,
kioskini er, at hon er opin ávísar tíðir, men at fólk ikki er í kioskini allatíðina. Støðan er nevniliga hon, at Maud eisini er bóndakona. Og tá hon býr í grannahúsinum er skjótt og lætt at leypa yvir í [...] kontór hjá teimum. Nú ætlaðu teir at koyra hann burtur, men maðurin spurdi um vit ikki kundu fáa hann. - Tað var í fínasta lagi. Hann kom oman higar, og so fóru vit at vaska og mála hann innan og seta hillarnar [...] hillarnar upp. Og so var bert eftir at keypa vørurnar inn og at lata upp, sigur Maud við brosi um varrarnar. At byrja við var kioskin opin til klokkan 11 um kvøldið, men í vetur hevur hon verið opin ein
hann við, at hann skuldi nokk sleppa at halda jól í Mykinesi. Ikki tí, hann hevði tað frálíkt, minnist Ib. Men tað gjørdist kortini nakað langligt at ganga fyri einki í Mykinesi. So hann fór bara at ganga [...] vandamikið. Ib svaraði aftur, at tá teir kundu fara, mundi hann helst eisini fara at klára tað. ?Hvat so, spyr ein, um tú dettur oman? Hvat skulu vit so gera? Tað mundi ikki fara at verða os ringt, helt hann [...] og selt uppbyggjandi lesnað til føroyingar. Umframt at vera bókaseljari hjá Adventistasamkomuni, er hann eisini kirkjutænari. Hann hevur til arbeiðis at halda kirkjuna, sigur hann. Ib er føddur í Thy í