Trøllanes: Sjálvt í hesi norðastu bygdini á Kalsoynni kann tann vitjandi gerast stórliga bilsin.
Tann sjáldsama vakra náttúran og tað góða útsýnið má ein bara uppliva. Og at líta yvir hesa tøttu bygdina er somuleiðis ein sjón sum ein seint gerst troyttur av.
Men Trøllanes hevur nakað heilt annað. Nakað, sum ikki allar føroyskar bygdir hava. Nakað, sum fólk helst ikki vænta finst í eini so lítlari bygd við einans 22 íbúgvum – eina kiosk!
Visti ein tað ikki frammanundan, so fær ein í øllum førum tað greitt at vita, áðrenn ein kemur inn í bygdina.
Á fyrsta húsinum stendur nevniliga ein lítil plakat, sum greitt sigur: »KIOSK. Um tit ynskja at keypa, og kioskin er stongd, kunnu tit koma inn í Útistovu«.
Henda ísakalda mikudagin er kortini ikki neyðugt at fara inn í Útistovu eftir Maud. Ein bilur stendur beint uttanfyri kioskina. Tað er ein familja av Húsum sum er farin ein kiosktúr, hóast klokkan er ikki meiri enn farin av middegi.
Men tey høvdu vist sína orsøk til tað!
Skúr til kiosk
Stóð ein kalsoyingur áður og manglaði ein pakka av sigarettum ella eina sodavatn á kvøldi, var ikki nógv annað at gera enn bíða til dagin eftir.
Seinasta summar fingu tey kortini ein møguleika at keypa sær tær kioskvørurnar, sum teimum vantaði.
Hetta hendi, tá bóndakonan Maud Østerø á Trøllanesi lat upp eina kiosk í einum skúri, sum áður hevði verið ogn hjá Landsverki.
- Skúrurin stóð haruppi við tunnilin, og hevði áður virkað sum kontór hjá teimum. Nú ætlaðu teir at koyra hann burtur, men maðurin spurdi um vit ikki kundu fáa hann.
- Tað var í fínasta lagi. Hann kom oman higar, og so fóru vit at vaska og mála hann innan og seta hillarnar upp. Og so var bert eftir at keypa vørurnar inn og at lata upp, sigur Maud við brosi um varrarnar.
At byrja við var kioskin opin til klokkan 11 um kvøldið, men í vetur hevur hon verið opin ein hálvan tíma styttri.
Eingin ivi man kortini vera um, at tá tað fer at sumra aftur verður upplatingartíðina aftur longd til klokkan 11.
- Eri eg ikki í kioskini ella heima við hús, so veit altíð onkur í hvørjum húsum eg eri í. Hetta er ein fyrimununum við at hava ein kiosk í eini so lítlari bygd, sigur hon.
Umframt arbeiðið sum kioskdama er Maud bóndakona saman við manninum Bárður, og arbeiðir onkutíð á smoltstøðini í Knúsdali, sunnarlaga á Kalsoynni.
Tugdi uppá tað
At Maud yvirhøvur lat upp hesa lítlu kioskina á Trøllanesi, kom fyri ein stóran part av ynskinum hjá bygdarfólkinum og fólkinum annars í oynni.
Í dag er ein handil á Húsum, og áður var møguligt at keypa ymiskt í grannabygdini Mikladal. Men í dag er bert handilin og henda kioskin á Trøllanesi í oynni.
- Tað eru fleiri sum hava sagt við meg, at tey saknaðu eitt stað, at kunna keypa sær okkurt, tá tey komu norður higar.
- Eg tugdi uppá tað leingi, og tja, so hevði eg bara hug at royna tað, greiðir Maud Østerø frá.
Kioskin lat upp á sumri í fjør, men hetta var kortini so mikið seint, at hon ikki fekk veruliga fatur á øllum summargestunum í oynni – tá, væl at merkja!
Í summar verður væntandi øðrvísi, nú fólk so líðandi eru vorðin kunnug við nýggju kioskina.
Skelti og klokka
Hóast fólkatalið í Kalsoynni er avmarkað – tey eru bert 125 í tali – gongur ikki dagur, at ikki onkur er og keypir í lítlu kioskini.
- Her er talan bæði um fólk úr oynni, men eisini aðrastaðni frá.
- Ja, eg haldi bara at fólk eru fegin um henda møguleikan at kunna keypa sær okkurt etandi og drekkandi her hjá okkum, sigur kioskeigarin á Trøllanesi.
Tað serstaka við kioskini er, at hon er opin ávísar tíðir, men at fólk ikki er í kioskini allatíðina.
Støðan er nevniliga hon, at Maud eisini er bóndakona. Og tá hon býr í grannahúsinum er skjótt og lætt at leypa yvir í kioskina, um onkur ætlar at keypa sær eitthvørt.
- Har er bæði eitt skelti sum sigur frá tí, og so ein klokka sum fólk kunnu brúka. Eg eri so altíð til taks, sigur hon.
Avmarkað pláss
Kioskin á Trøllanesi telist ikki millum tær stóru í landinum. Men úrvalinum av vørum bilar kortini einki.
- Eg selji allar tær vanligu vørurnar, sum ein eigur at fáa í eini kiosk. Onkur spurdi um eg ikki kundi selja keks, so tað geri eg eisini.
- Men sjálvandi, eg kann jú ikki selja alt, tí plássið er so avmarkað, slær hon fast.
- Jolly er gott móti spýggjusjúku
Hóast fólkatalið á Kalsoynni er avmarkað, er líkt til at fólk hava tikið væl undir við tiltakinum hjá Maud Østerø.
Henda dagin, ið umboð fyri Sosialin vitjaðu kioskina, var Jona í Lon farin av Húsum og til handils á Trøllanesi saman við familju síni.
- Vit komu higar fyri at keypa sodavatn og annað til børnini. Tey liggja við spýggjusjúku í dag og í slíkum føri er jolly gott fyri búkin, sigur hon.
Tey høvdu fyrst verið í handlinum á Húsum, men har vóru væl umtóktu sodavatnirnar útseldar. Tí valdu tey at koyra norður higar.
- Eg haldi at tað er skeg, at ein kann fara og keypa í eini kiosk á Trøllanesi, sigur Jona í Lon.