Simona Weihe
-------
Ein av teimum yvir 100 teilendingunum í Føroyum er 37 ára gamla Saijai Absalonsen. Saijai er gift Ragnari Absalonsen og tey hava síðan seinasta summar búð í Havnardali í Havn. Tey giftust í Teilandi í mai 2011, har tey høvdu búð saman í nøkur ár. Tey eiga tvey ára gamla sonin Connor, og vænta næsta barn sítt um ein góðan mánað. Ragnar siglir. Tað gjørdi hann eisini, tá tey bæði búðu í Teilandi. Hann er burtur í fýra vikur og so heima í fýra. Tá hann er umborð tosa tey um Skype.
Eg eri rættiliga forvitin at vita, hvussu tað er hjá Saijai at finna seg til rættis í hesum lítla, kalda landinum. Hvussu umstøðurnar eru at læra seg málið og hvørjar dreymar hon hevur í sínum nýggja heimlandi.
Eg vitji hana í hennara hugnaliga heimi. Tað angar so væl í køkinum av góðum kryddi. Dúkar, myndir og brúkslutir bera boð um aðra mentan. Grøna teið, sum Saijai skeinkir mær, er so frískt og leskiligt. Lítli sonurin hevur krím, so hann er ikki í vøggustovu hendan dagin. Hann situr so fittur og fylgir við øllum. Tað er so friðsælt hesa løtuna.
– Í Teilandi búgva 65 milliónir fólk. So tú kanst ætla, at har er ein øgiligur meldur. Veðurlagið er gott og landið vakurt við framúr flottum strondum, fortelur Saijai, og heldur fram:
– Men mær dámar væl her í Føroyum. Landið er vakurt og her er so friðarligt og trygt. Fólkið er fyrikomandi, men kuldan skal eg venja meg við. Teilendskir vinir hava sagt mær, at tað tekur bara eini 2-3 ár at venja seg við veðurlagið, so tað er ikki so galið.
Eg spyrji Saijai, um hon hevur hugsað um at fáa sær eitt arbeiði?
– Eg eri við barn, so eg hugsi ikki um at fara út á arbeiðsmarknaðin júst nú. Høvuðsorsøkin til at vit fluttu vesturum, er tí vit vilja at børnini skulu vaksa upp í Føroyum, tí her er so trygt og frítt, og at tey kunnu fáa góða skúlagongd og útbúgving. Eg síggi fyri mær, at tá børnini verða størri, fari eg út aftur á arbeiðsmarknaðin. Eg havi arbeiðsroyndir frá sjálvtøkuhandlum í Teilandi. Hvat tað so verður til, tað fer tíðin at vísa.
Undirvísingin í føroyskum
Tað stendur útlendingum í boði at fáa í minsta lagi 40 tímar undirvísing í føroyskum. Hesum tilboði tók Saijai av. Í flokkinum vóru fleiri tjóðir umboðaðar og undirvísingarmálið var enskt. Hóast Saijai dugir væl at málbera seg á enskum, so er ikki altíð so lætt at skilja alt, tá enskt verður brúkt sum undirvísingarmál. Hon gavst, tá hon hevði gingið einar 30 tímar. Hon helt tað var ov trupult at fylgja við og fekk ov lítið burturúr. Hon ætlar sær tó í gongd við undirvísingina seinni.
Annars heldur hon, at nógvir føroyingar duga væl at tosa enskt, so hon klárar seg á tann hátt.
Saijai ynskir annars, at sonurin, sum eins og børn flest er skjótur eftir føroyska málinum, eisini skal duga móðurmál hennara.
Í Teilandi eru fýra ymisk mál. Tai er høvuðsmálið, sum tey flestu duga.
Maturin
Saijai flennur, tá hon hugsar um, hvussu tað var at koma til Føroya:
– Her kann eg ikki verða, her fái eg ikki onki at eta, hugsaði eg.
Men ráð vóru fyri tí. Hon sigur at tað er lætt at fáa hendur á frukt og grønmeti, men tá tað kemur til serligar sósir, kryddarí og annað, sum hoyrir teilendskari matgerð til, so er lítið at fáa. Men tann trupulleikan hava tey loyst við at fáa útlendskar kokkar í Føroyum at bíleggja servørur úr Danmark. Hon kennir fleiri teilendingar, so tey hugna sær viðhvørt saman við sínum lívrættum.
Eitt ár í senn
Saijai greiðir frá, at hon eina ferð um árið skal biðja um loyvi at vera í landinum. Tað skal hon helst gera tríggjar ferðir, til hon fær varandi uppihaldsloyvi. Hvussu nógv ár ganga, áðrenn tú fært uppihaldsloyvi og um tú fær tað, tað hevur nakað at gera við, um tú ert giftur, hevur arbeiði osfr.
Heimlongsul
Eg spyrji Saijai, um henni leingist eftir heimlandinum?
– Jú, sjálvsagt eru løtur, har mær leingist eftir øllum har heima. Men eg havi tað gott her, so tað er ongin trupulleiki.
--------
Saijai Absalonsen
Gift Ragnari Absalonsen Tey búgva í Havnardali í Havn 37 ára gomul Eigur tvey børn, 17 ára gamla dóttur, sum gongur í »highschool« í Bangkok, og 2 ára gamla Connor Hon hevur fimm systkin Mamman og fýra systkin búgva í og uttan fyri Bangkok Pápin er deyður Ein beiggi býr í Laos, sum hevur mark móti Teilandi
-------
Góð verforeldur
Tað hevur ómetaliga nógv at siga, tá tú kemur til eitt fremmant land, at tú hevur góð og hjálpsom fólk rundan um teg. Foreldrini hjá Ragnari, Elsa og Absalon, eru glað fyri verdóttrina. Ragnar er jú nógv burtur, so tað hevur nógv at týða fyri hann at vita, at foreldrini eru har og stuðla Saijai í gerandisdegnum.
-------
FACEBOOK bólkur
Teir oman fyri 100 teilendingar í Føroyum hava teir enn onki felag, men á Facebook hava tey ein bólk, har kunnað verður um viðkomandi viðurskifti og har tey frætta tíðindi. Bólkurin hevur í dag 68 limir.