Fullur av hevndarhuga og hatri!

Frank Davidsen
------
Góða mamma tað var ikki eg
dreingirnir teir fyrdu meg
fyrdu meg í díkið
flentu so í díkið

Hevði ikki ætlað at longt um tjakið, men nú hatri og runublakanin hjá Gerard Lognberg í móti formanni Javn­aðarflokksins og floks­umboðunum áhaldandi verða viðgjørd. Sum" einasti sannleikin" so kann eg ikki bara mær við at koma við nøkrum viðmerkingum.
Omanfyristandandi barna­rím hóskar so sera væl til Gerard Lognberg. Hetta at spæla offurrolluna, í staðin fyri at taka í egnan barm. Tað sæst á øllum brøgdum, at hansara hjarta ongantíð hevur havt tað minsta við Javnaðarpolitikk at gera. Og ein kann siga, at spottarin kann koma í spottarans stað, nú hann av øllum alvi roynir at karaktermyrða sín fyrrverandi formann, eins og tann flokk, sum hann bæði politiskt og fíggjarliga hevur notið gott av.
Og at hann skal tora at taka patent uppá at vera verji verkamanna og kvinn­um, meðan " hini " í flokk­inum bara tosa ..... Tað vísur fyri tað fyrsta hvussu lítil virð­ingin er fyri hansara parta­monnum.Harnæst vísur tað eisini hvussu lítlan virðing hann hevur fyri tí vanliga manninum. Tað var ikki gott nokk hjá hesum manni at fáa út í móti 40.000 krónur um mánaðan + " koyripeningin ". Nei, ístaðin fyri at lata annan taka yvir borgarstjórasessin, so er mammon í honum so sterkur, at afturat løg­tingslønini, so metir hann seg verða føddan borgastjóra. Men hvør veit, kanska hevur hann latið borgarstjóralønina til vælgerðandi endamál.
Jú hann kann gott reypa av, at hann er farin tíðliga til skips at tjena pengar, og hvussu trongum korum hann livdi undir. Tað eru tað mangir undan honum sum hava roynt tað, uttan at fara út í fjølmiðlarnar at profilera seg politiskt. Sjálv­ur stóð undirritaði faðir og móðurleysur bert 11 ára gam­al, og tað var ikki altíð so hugaligt. Hann kann eisini reypa sær alment um hvussu nógvar atkvøður hann fekk til seinasta val. Eisini kann hann alment koma við ósannindum um, at javnaðarflokkurin verður styrdur av nøkrum fáum, og at alt er gingið fyri seg aftanfyri stongdar dyr.
Hann kann eisini koma við ósannindum um, at for­maður flokksins ikki hevur viljað tosa við seg. Gamalt var at vargur antin stoytur seg oman, ella er einki annað til at taka, at skjóta hann. Gerard Lognberg hevur sum tann konfliktsøkjandi persónur hann er, sjálvur stoytt seg út úr Javnaðarflokkinum.
Men honum líkt, so hev­ur hann tikið patent uppá sann­leikan, so alt sum for­maður Javnaðarflokksins og floks­leiðslulimir gera, tað er óreint og illgrunasamt. Ja, sambært Gerhard Logn­berg, so fara øll teirra viður­skiftir fram handan læstar dyr. Jú sanniliga, um hesin mað­ur ikki treingir til sjálv­rannsakan, so veit eg ikki.
Meðan formaður flok­sins siðuliga hevur greitt frá hvussu fram er farið, at 8 út av 9 limafeløgum hava samtykt at koyra henda kon­fliktsøkjandi persónin úr flokkinum, so bera per­són­ligu runubløkini hjá hon­um meira og meira brá av hatri,móti formanninum og Javnaðarflokkinum. Hann vil gera alt sum stendur í hansara makt fyri at knúsa tann flokk, sum hann fyrr sagt bæði politiskt og fíggjar­liga hevur notið gott av.
So lítið politiskt vagg er í honum, og so æruleysur er hann, at hann longu nú alment greiður frá, at hann væntar ikki at hann verður verandi uttan­flokka­­­tingmaður leingi. Tað vil við orðum siga, at longu nú er hans­ara løgtingssessur til sølu, enn einaferð skuldi eg sagt. Tá var tað meira virði­ligt sum Janus Rein gjørdi, nevnliga at hann kon­struktivt arbeiddi eitt ár, áðrenn hann fór í annan flokk.
Men hvat, við hvørt fær mammon fastatøkur á ein­um. Serliga tá ein er borin til einar tríggjar til fýra ar­beiðaralønir árliga, sum tann vanligi arbeiðsmaðurin og kvinnan gjøgnum skattin skulu gjalda honum.
Men sambært honum so skuldu listafólkini ikki fáa eitt oyra, fyri at sita á reyvuni og einki gera. So meðan hann liggur flatur í luftini, og roynur at arbeiða fyri sína harttjentu løn, sita listafólkini bara og fjasast við okkurt hissini.
Eingin sum helst ivi er um, at við Aksel V. Johannesn hevur Javnaðarflokkurin fing­ið ein formann ið hevur allar tær politisku dygdir íð krevjast av einum formanni fyri ein flokk, sum hevur myndað politiska spektrumi seinastu hálvu øldina.
Fyri tað fyrsta so er hann úr góðum politiskum bergi brotin, dámligur og semjusøkjandi, ið ber boð um ein gløggan politikara. Hinvegin so hevur hann gjørt púra greitt, at tá i Javnaðarflokkuri bjóð­ar seg fram til at gerast stjórnar­ber­andi, mega veljarar og sam­starvspartar kunna líta á flokkin, og tey mandat ið flokkurin bjóðar seg fram við.
Hevði Gerard Lognbeg fingið durafjórðingin í 2008, tá hann tók seg úr CHE sam­gonguni, so hevði Aksel V. Jo­hannesen í hesum døgum ikki sitið eftir við apuni, sum tikið verður til.
Tí kravdi tað politiska styrki at taka tað støðu, sum flest allir javnaðarveljarir hava bíða eftir. Nevnliga at skapa fortreytir fyri stabiliteti í flokkinum. Og er tað veruliga so at onnur løgtingsumboð halda sína tign standa omanfyri flokkin, so eiga tey eisini at taka avleiðingarnar av tí.