vanliga skipunum, tí vit meta, at hetta hevur týdning fyri føroysk áhugamál, sigur hann. Deildarstjórin leggur tó aftrat, at verður eitt føroyskt skip, sum í eina tíð hevur siglt undir øðrum flaggi, selt til [...] um, at Sjódeildin hjá Tryggingarfelagnum Føroyar, sum áður gekk undir navninum, Sjóvatryggingin, hevur í umbúna at tryggja nakrar útróðrarbátar, sum eru bygdir í Føroyum og seldir einum felag í Grønlandi [...] hvørki vil vátta ella avsanna hetta í løtuni. Sosialurin skilir tó á vælvitandi keldu, at Sjódeildin hevur fingið fyrispurning um tryggingar í Grønlandi. Hyggja út um? Hákun Steingrímsson sigur, at Sjódeildin
giftar og eiga 3 børn hvør. Familjan hevur altíð havt stóran týdning fyri Kristinu. Hon hevur verið ófør at binda klæðir, bæði til síni egnu børn og onnur. Henni hevur altíð dámt væl at syngja og spæla klaver [...] løtur, bæði í Havn og ikki minst summarferiurnar í Hvalba við hoygging o.l. Í samkomuni í Ebenezer hevur Kristina verið ein góður stuðul. Hon var ein av teimum, sum t.d. stóð fyri kvinnufundunum, sum vóru [...] Hon var eisini við til at stovna vaskiliðini, sum taka sær av reingerðingini í Ebenezer. Eisini hevur hon bakað nógv scones til barnalegurnar á Zarepta. Kristina og Archibald hava nógv vinfólk, bæði her
Glyvrum, sum hevur hýst felagsskapinum síðan 12. mars 1997. - Saman við aðalskrivaranum hevur landsnevndin sett karmarnar fyri tí, sum gjørt er á sjómansheiminum, men tað er Jaspur, sum hevur fylgt arbeiðnum [...] arbeiðnum upp og hevur syrgt fyri, at alt er komið upp á pláss, segði Sverri Steinhólm. Samlaða talið av starvsfólki hjá Bláa Krossi Føroya í dag er 18 ? og tá eru starvsfólkini á Blákrossheiminum í Havn, [...] sum hevur sína egnu leiðslu, íroknaði. Aftrat hesum verður nógv sjálvboðið arbeiði gjørt innan felagsskapin.
við rakstrinum av bókhaldsvirkinum. Frítíðarítrivið hjá Haakon hevur verið trøðin í Havnardali, har hann hevur velt upp úr nýggjum og hevur seyð. Hesin áhugi stavar frá ungdómsárunum í Sumba. Meðan foreldrini [...] Solveig og Haakon hevur altíð verið merkt av stórum gestablídni og góðum samanhaldi í familjuni og við grannalagið. Har er hugnaligt, og duga tey bæði eisini væl at syngja og kvøða. Haakon hevur sítt fasta pláss
fylgið av aftur landinum eftir eina vitjan, sum í flestu mátar hevur verið sera væleydnað. Nógv tos hevur verið um, hvørt tilrættislagda skráin hevur verið hin rætta, og einki er at ivast í, at Føroyar í ávísum [...] fyrstu ferð hevur verið á klettunum. Ein vitjan, sum mong uttan iva hava glett seg til. Og tað var eisini sjónligt, at tað fyrst og fremst var Mary, sum fólkið vildi síggja. Fyrst og fremst, so hevur fokus frá
andstøðan heldur, at talan er um eitt afturstig. Danska kongshúsið hevur verið óheft, og nógv hava stóra virðing fyri danska kongshúsinum, tí tað hevur ikki lagt seg upp í samfelagslig viðurskifti síðani Páskakreppuna [...] halda. Nú skulu vit halda okkum frá gitingum, men onkur politikkari hevur róð upp undir, at onkur embætismaður í forsætismálaráðnum hevur skrivað røðuna, og lagt nakrar tulkingar hjá forætismálaráðnum inn [...] Páskakreppuna í 1920-unum, tá Kristian 10 kongur elvdi til eina politiska kreppu, hóast Joakim Prinsur hevur verið í so langt farmmi við sínum sjónarmiðum um landbúnaðarpolitikkin í ES. Tað er kent, at danska
Nógv virksemi hevur verið í høllini á Eiði um halguna. Tað er nevnliga har, at venjarin hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti, Rógvi Nielsen, hevur savnað sínar leikarar til venjingar. Fýra dagar [...] Rógvi Nielsen. Høgt tempo undir venjing Landsliðsvenjarin sigur, at hann hevur verið rættuliga ovfarin av høga tempoinum, sum hevur verið verið undir venjingunum. Hann hevði ikki væntað, at tað fór at verða [...] og umstøðurnar á Eiði hava verið framúr góðar til slíkar venjingar, heldur hann. Landsliðshópurin hevur verið øgiliga motiveraður til venjingarnar, og allar hava verið sera ágrýtnar, sigur landsliðsvenjarin
viðgerðarpolitikkurin javnan eftirmett, so at skipanin kann dagførast. Hetta hevur ongantíð verið gjørt í Føroyum, og tí hevur skattgjaldarin onga hóming av, hvat peningurin fer til ella hvørja nyttu, hann [...] meðan ein stovnur sum Brúgvin ikki er tað, hóast hann lýkir somu treytir, sigur Carl August. Hann hevur fleiri ferðir vent sær til avvarðandi landsstýrismann, men ongantíð fingið nakra veruliga grundgeving [...] at latið peningin fylgt sjúklinginum, soleiðis at sjúklingurin sjálvur kann velja viðgerð. - Onkur hevur skilt hetta sum eina atfinning at Blákrossheiminum og Heilbrigdið. Lat meg enn einaferð sláa fast
viðvíkur. Áður hevur ofta verið nevnt, at leikarar ? ið spæla á graslíki ? í størri mun eru í vanda fyri at fáa liðbandsskaðar, men vónirnar eru í øllum førum, at nýggja ættarliðið av undirlagi hevur broytt hetta [...] Graslíki Hesa seinastu tíðina hevur alt meira verið skrivað um, at sonevndu triðja ættarliðs graslíkisvallirnir skjótt kunnu fáa altjóða góðkenning. Umframt at altjóða fótbóltssamgongurnar arbeiðir við [...] á økinum seint í ár, men áðrenn tað kemur so langt, eru tó nógv krøv, sum skulu lúkast. Eitt nú hevur ikki tað ikki verði so nógv frammi, at umhvørvisligi parturin av graslíkinum skal vera í lagi, áðrenn
fremmandar fyritøkur at seta seg niður við sundið, og hendan metingin hevur hildið. Ein kanning, sum tann óhefti Oyrasundsstovnurin í Malmø hevur gjørt, vísir, at í dag hava 26 av teimum størstu fyritøkunum í [...] professari í landafrøði, sigur við Aftenposten, at tað fasta sambandið um Ouyrasund hevur virkað sum ein magnet og hevur drigið stórfyritøkurnar til sín, og at alt fleiri fyritøkur síggja tað sum ein stóran [...] Coca-Cola, og ímillum bilfyritøkurnar eru eitt nú Peogeot, Toyota og Daimler-Chrysler. At Oyrasundsøkið hevur so stóran týdning kemst av, at tað liggur mitt í tí stóra svenska-danska marknaðinum, og formaðurin