Nýggi Smyril
? Vit hava nú fingið fulla trygd fyri, at tey brek, sum eru gjørd umborð á nýggja Smyrli verða rættað.
Tað var ein vælnøgdur strandferðslustjóri, sum um vikuskiftið kom aftur til Føroya av fundi við skipasmiðjuna í Spania, har nýggi Smyril verður bygdur.
Hesar seinastu dagarnar hava nógvir fundir verið ímillum Strandferðsluna og skipasmiðjuna sum byggir nýggja Smyril.
Á hesum fundunum hava hevur Strandferðslan og ráðgevarar hennara , tosað við projektleiðaran fyri nýggja Smyril og við ovastu leiðsluna í øllum IZAR-samtakinum, sum eigur skipasmiðjuna, ið byggir Smyril.
Á hesi fundarrøðini hava tey viðgjørt tær klagur, sum Strandferðslan hevur havt ímóti dygdini í tí arbeiði, sum er gjørt umborð á nýggja Smyrli.
Tað hevur ikki verið nøkur loyna, at Strandferðslan hevur verið rættiliga ónøgd við dygdina á summum av tí, sum er gjørt umborð á Smyrli.
Talan er bæði um størri og smærri brek, sum hava verið við skipaninum og Strandferðslan hevur sett hart uppá at fáa hesi brekini rætta.
? Vit skulu liva við hesum skipinum í nógv ár fram í tíðina og tí er tað altavgerðandi, at dygdin í skipinum er, sum vit hava kravt, sigur Kristian Danielsen.
Og hann er rættiliga vælnøgdur við tað, sum er komið burturúr fundunum.
? Ùrslitið av fundinum er, at Strandferslan og spanska skipasmiðjan eru samd um, hvussu øll tey týðandi brekini við nýggja Smyrli, skulu rættast.
Hann sigur, at sostatt er ongin ósemja longur ímillum Strandferðsluna og skipasmiðjuna um tað tekniska í arbeiðnum, sum higartil er gjørt, tí nú hava vit fingið tær broytingar, vit kravdu.
? Sostatt hava vit gjørt avtalur um alt, sum hevur við dygdina á skipinum at gera og tað hevur heilt stóran týdning.
Um so nakað fer at stinga seg upp hereftir fer tíðin so at vísa, men eftirlitið hjáStrandfeðrsluni fer at fylgja gjølliga við arbeiðnum og verður nakað at finnast at, verður tað tikið upp so hvørt.
? Vit kunnu rætt og slætt ikki liva við, at dygdin ikki er ílagi, leggur Kristian Davidsen dent á.
Sett fulla ferð á arbeiðið
Spurningurin er so, nær nýggi Smyril verður liðugur.
Í hesum sambandi er stjórin á Strandferðsluni ikki blivin nógv klókari enn.
? Vit hava biðið um eina nýggja tíðarætlan fyri, nær skipið kann leverast. Men vit hava havt so nógvar tíðarætlanir, sum ikki hava hildið og tí hava vit eisini lagt dent á, at tá ið vit nú fáa eina nýggja tíðarætlan, skal tað verða ein tíðarætlan, sum heldur.
Enn hevur skipasmiðjan ikki gjørt eina nýggja tíðarætlan.
Og Kristian Davidsen sigur, at fyrrenn hann fær tað nýggju tíðarætlanina, kann hann onki siga.
Tað einasta, hann veit, er at skipið verður liðugt.
Annars sigur hann, at skipasmiðjan hevur sett rættiliga nógva ferð á arbeiðið nú.
? Hesa síðstu tíðina hevur skipasmiðjan arbeitt við at leggja arbeiðið frameftir til rættis. Úrslitið av tí er, at projektleiðslan er styrkt rættiliga munandi. Nú er tað ovasti leiðarin fyri alt IZAR-samtakið, sum stendur á odda fyri projektinum. Samstundis er ein nýggjur projektleiðari settur og hann er beinleiðis undir ovasta leiðaranum fyri IZAR. Harafturat er ein projektbólkur settur við umboðum fyri fleiri aðrar skipasmiðjum í samtakinum.
Kristian Davidsen somuleiðis er rættiliga nógv fólk umborð á Smyrli og arbeiðir
? Nú er so nógv ferð sett á arbeiðið, sum yvirhøvur tilber, sigur hann
Hann sigur, at tað arbeiða so nógv fólk umborð á nýggja Smyrli nú, sum tað yvirhøvur er pláss fyri, uttan at tey eru í vegin fyri hvørjum øðrum.
Á summum økjum verður arbeitt í trý-skiftisvaktum alt samdøgurið, sjey dagar um vikuna, so tað er so nógv ferð á arbeiðnum, sum yvirhøvur tilber.
Men nær skipið verður liðugt fær Strandferðslustjórin onki sagt um.
Alla tað fyrstu tíðina var tað Magnus Magnussen, sum hevði eftirlitið við byggingini fyri Strandferðsluna men í heyst fór hann í starv sum stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju.
Àðrenn hann fór frá Strandferðsluni, metti hann, at tað fór at taka einar fýra-fimm mánaðir av effketivari arbeiðstíð at gera nýggja Smyril lidnan.
Síðani tá er ikki so nógv hent umborð, so skulu vit taka útgangsstøði í tí, verður Smyril ikki liðugur fyrrenn um nakrar mánaðir, kanska einaferð mitt í summar, ella enntá seint í summar.
Men vit kunnu eisini minna á, at seinast landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Jògvan við Keldu, var á fundi um nýggja Smyril, fekk hann at vita frá skipakønum, at trupulleikar, sum hesar, ið hava tikið seg upp í sambandi við nýggja Smyrli, eru als ikki óvanligir í sambandi við skipsbygging.
Hann fekk eisini vissu fyri frá ovasta Stjóranum í IZAR samtakinum, at íð nýggi Smyril verður leveraður, skal hann lúka øll krøv og allar treytir, sum eru sett til skipið.