Frítíðarskúlin á Tvøroyri
? Tað hevði fingið ov stórar avleiðingar fyri tvørafólk at stongt frítíðarskúlan á Tvøroyri.
Tað heldur landsstýrismaðurin í Almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm.
Frítíðarskúlin á Tvøroyri hevur verið eitt heitt politiskt epli seinastu tíðina.
Og mikudagin varð málið fyri í sjálvum løgtinginum.
Har hevði Annita á Fríðriksmørk, løgtingskvinna, sett Hans Paula Strøm nakrar atfinningarsamar spurningingar um frítíðarskúlan.
Løgtingskvinnan vildi hava at vita um tað er í samsvari við lógina um dagstovnar og dagrøkt, at ein lærari er settur til leiðara í frítíðarskúlanum á Tvøroyri.
Og um tað ikki er í lagi, hví hevur so landsstýrismaðurin góðtikið mannagongdina?
Annita vildi eisini hava at vita um landsstýrismaðurin hevur lovað Tvøroyrar kommunu at arbeiða fyri, at lógin verður broytt soleiðis, at tað, sum er farið fram á Tvøroyri, frameftir verður lógligt.
Og at enda vildi hon hava at vita, hví landsstýrismaðurin broytti áskoðan, tí fyrst hótti hann við at steingja frítíðarskúlan, men síðani góðtók hann at pedagogurin varð vrakaður.
Hans Pauli Strøm svaraði, at leiðarin á einum dagstovni skal hava námsfrøðiliga útbúgving og í hesum føri merkir tað pedagogur.
Men í serligum førum kann undantak gerast í eitt avmarkað tíðarskeið. Eitt nú kann tað koma fyri í eini lítlari kommunu, tá ið ongin við námsfrøðiligari útbúgving søkir eitt leiðandi starv í einum dagstovni ella eini dagrøkt.
Starvið, sum talan er um, er at avloysarastarv fyri tann setta leiðaran, sum er í farloyvi og byrjar aftur næsta summar.
? Sum kunnugt søkti ein námsfrøðingur starvið. Men at ein umsøkjari hevur námsfrøðiliga útbúgving, er í sær sjálvum ikki nokk til, at viðkomandi hevur rætt til at fáa starvið, hóast hann er einasti umsøkjarin við røttu útbúgvingini, sigur Hans Pauli Strøm.
Skuldu lýst starvið leyst
Hann sigur, at Tvøroyrar kommuna hevur grundgivið fyri pedagoginum, hví hann ikki fekk starvið.
Men hann heldur ikki, at almanna- og heilsumálaráðið er ført fyri at meta um materiella innihaldið í grundgevingini, betur enn kommunan er.
Kommunan er setanarmyndugleiki, og lýkur hon annars formligu krøvini, má vera rúm fyri eini meting hjá kommununi, sigur Hans Pauli Strøm.
Kortini heldur hann, at í hesum føri átti kommunan helst at lýst starvið leyst av nýggjum fyri at vita um ikki onkur skikkaður námsfrøðingur søkti starvið.
? Tað hevur kommunan eisini fingið at vita frá Almanna- og heilsumálaráðnm.
Hans Pauli Strøm sigur, at av tí at talan er um eitt avloysarastarv, og at setti leiðarin kemur aftur í summar, vildi hann ikki lata skúlan aftur, sum hann hevur heimild til.
? Eg haldi ikki, at tað hevði fingið slíkar avleiðingar fyri borgaran at frítíðarskúlin varð stongdur, at tað stendur ikki mát við tað, at kommunan ikki til fullnar lýkur teytina fyri at geva undantak.
Annars avsannar landsstýrismaðurin, at hann hevur lovað Tvøroyrar Kommunu nakað sum helst. Men hann hevur kunnað kommuna um, at Almanna- og heilsumálaráðið var í ferð við at dagføra dagstovnalógina á fleiri økjum.
Ì tí sambandi er ætlanin at broyta førleikakrøvini til leiðarar fyri frítíðarskúlar, soleiðis at umsøkjarar við aðrari námsfrøðiligari útbúgving enn pedagogútbúgving, kunnu røkja hetta starv, tí frítíðarskúlar eru til børn í skúlaaldri.
Gjørdi eitt mistak
Annars brúkti helt andstøðan í tinginum seg ikki aftur og heglaði landsstýrismannin ígjøgnum fyri hansara embætisførslu í hesum málið.
Tinglmir settu spurnartekin við rættartrygdina, men tað vildi landsstýrismaðurin ikki góðtaka.
Hann segði at embætisfólk í Almanna- ogheilsumálaráðnum hava viðgjørt málið í dagar, eisini saman við Innlendismálaráðnum og niðurstøðan er, at rættartrygdin er ikki brotin.
Tinglimir hildu eisini, at hann pedagogurin varð settur til viks av ósakligum orsøkum.
Eitt nú skuldi orsøkin vera okkurt, hon hevði sagt í einum foreldrafundi í eini stovu í barnagarðinum fyri einum ári síðani.
Landsstýrismaðurin vildi heldur ikki vita av, at talan var um ósakligar orsøkir, men hann vildi ikki nevna tær ítøkiligu orsøkirnar, tí talan var um persónsmál, sum hann ikki hevði heimild at almannakunngera fyri løgtinginum.
Men í einum føri viðgekk hann, at hann gjørdi eitt mistak.
Tað var harðliga funnist at Hans Paula Strøm tí at hann var farin á fund við Tvøroyrar Býráð, uttan at hava embætisfólk við og átti ikki at koma fyri hjá einum landsstýrismanni.
Og nú Hans Pauli Strøm hugdi í bakspegilin, og sá, hvussu stóra umrøðu málið fekk, kundi hann viðganga, at tað var eitt mistak.
Men orsøkin var, at embætisfólkini, sum skuldu við, fingu forfall og hann helt ikki, atr málið hevði slíkan týdning, at tað var neyðugt at avlýsa.
Og tað vóru eisini fleiri andstøðutinglimir, sum hildu, at hetta áttu at fáa avleiðingar.
Tað var ikki hildið at vera ráðiligt at leggja uppskot um misálit fyri tingið tí við so stórari samgongu, fór tað aldrin at vera samtykt.
Men at enda heitti Páll á Reynatúgvu so á formannin í Landsstýrismálanevndini um at taka málið upp.
Sí eisini grein aðrastaðni í blaðnum)