GÍ LEIÐSLAN
GÍ hevur fingið nýggjan formann. Á aðalfundinum í Fótbóltssambandinum, sum varð í FSF húsinum leygardagin, taldist Jógvan Gregersen, sum hevur verið formaður í GÍ í fleiri ár, ikki millum GÍ umboðini. Orsøkin til tað er, at Jógvan Gregersen á ársaðalfundinum hjá GÍ, sum varð mikukvøldið í næstsíðstu viku, bar seg undan afturvali í GÍ nevndina. Har hevur Jógvan í hesum umfarinum verið formaður síðani 2001. Tá tók hann við aftur, eftir at hann ikki hevði verið í nevndini tey fýra árini, meðan hann var bygdaráðsformaður í Gøtu. Frammanundan skeiðnum í kommunalpolitikki hevði hann í fleiri ár verið formaður og uppaftur fleiri ár næstformaður í Gøtu Ítróttarfelag.
Nýggjur formaður í Gøtu er Brandur Jacobsen. Hann hevur seinastu árini verið næstformaður í GÍ. Brandur er glyvramaður, men hann býr í Syðrugøtu, hagani mamman er ættað, og har hann í piltaárunum ofta vitjaði. Sum smádrongur spældi hann eitt sindur í NSÍ, men hann gavst tíðliga, og nógvu tey seinnu árini hevur eingin ivi verið um, at hann ? á sama hátt sum eldri beiggin, Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður ? er GÍ viðhaldsmaður um ein háls.
Saman við Brandi Jacobsen vóru Janus Rasmussen og Jeffri Olsen GÍ umboð á FSF aðalfundinum. Teir eru báðir nývaldir í GÍ nevndini, sum nú sær soleiðis út. Brandur Jacobsen er formaður, Janus Rasmussen, sum er nýggjur í nevndini er næstformaður og skrivari, Regin Gregersen er framvegis peningarøkil, og nýggir nevndarlimir eru Jeffri Olsen og Elias Hansen.
Nýggi formaðurin vónar, at tað fer at eydnast honum og nýggju nevndini í Gøtu at halda fram við góðu menningini, sum fótbólturin í Gøtu aftur tykist at vera í, eftir at talan onkur av árunum eftir gyltu níti árini hevur verið um soltna úrtøku:
- Broytingin hevur verið ógvuslig seinastu árini. Pengarnir hava fingið stóran leiklut, men eingin í felagnum kann liva við, at tað ikki er javnvág millum inntøkurnar og tað, sum verður brúkt í vónini um at røkka góðum úrslitum. Eingin kann liva við fíggjarligum trupulleikum. Tað kunnu nevndin og spælararnir ikki, og tað kunnu vanligu viðhaldsfólkini og aðrir fíggjarligir stuðlar heldur ikki, staðfestir Brandur Jacobsen, tá ið vit ynskja honum tillukku við nýggja sessinum.
Fara tit so ikki at miðja eftir toppinum, har GÍ so ofta hevur verið?
-Vit fara sum altíð at spæla fyri at vinna hvønn einasta dyst. Vit vóna at røkka í hvussu so er fram millum fýra tey bestu, og vit miðja eisini eftir at verða partur í steypafinaluni.
Hava tit ráð til tað?
- Tað ræður um at fáa sum frægast burturúr. Í Gøtu hevur solidariteturin millum bygdafólkið altíð verið stórur. Flestu spælararnir halda seg til felagið, og tað ræður um hjá felagnum at vera við til at gera tað áhugavert hjá spælarunum at trívast. Vit hava sett okkum fyri at styrkja um ungdómsdeildina. Í fjør var tað betri, enn tað hevur verið, og vit vóna, at tað aftur í ár verður talan um framgongd.
Men tit dúva eisini upp á fremmanda arbeiðsmegi?
- So at siga alla tíðina, síðani GÍ fyri 25 árum síðani flutti upp í fremstu deildina, hava tað verið einstakir spælarar aðrastaðni frá, og soleiðis fer tað ivaleyst eisini at verða. Fólkagrundarlagið er so mikið avmarkað, at tað ofta fara at vera pláss, sum tað verður torført at finna fólk til í felagnum, og so verður leitað aðra staðni. Hesum er einki forgjørt í. Tað, sum ræður um, er, at tað er samsvar millum tað, sum kostnaðurin av rakstrinum er og tað, sum fæst í inntøkum.
Er tað realistiskt at rokna við, at GÍ fer at teljast millum tey fremstu í landskappingini, og at GÍ er kandidatur til steypafinaluna?
- Vit halda okkum hava fólk til lið í javnvág. Vit hava nógvar gøtumenn, einstakar fremmandar spælarar, og vit hava royndar og minni royndar spælarar. Felags fyri teir allar er, at teir í vetur undir leiðslu av Popczynski hava arbeitt miðvíst fyri at vera so væl fyri, sum tað ber til undir umstøðunum, sum eru. Vit rokna við, at tað skal bera til hjá teimum at vera við at seta dám á. Hvussu væl hetta fer at eydnast, valdast eisini um, hvussu tað fer at verða við skaðum og leikbannum. Fólkagrundarlagið er ikki størri enn so, at tað fer at koma illa við, um onkur av lyklaspælarunum verður skaddur, sigur Brandur Jacobsen, nýggi formaðurin í Gøtu Ítróttarfelag. Hann vísir á, at tá ið GÍ var upp á tað besta, høvdu teir ikki altíð so nógv fólk:
- Teir vóru væl fyri og tískil ikki so nógv skaddir, leikbannini vóru fá, og so høvdu teir Jens Martin í málinum. Avbjóðingin er kortini eitt sindur størri og øðrvísi nú, tá ið landskappingin verður væl longri, enn hon plagar at vera.










