Hetta hevur havt ávirkan á uppgávusvarini, og tí er umráðandi at hava í huga, at tað er trupult at gera samanberingar við undanfarin ár, av tí at dátugrundarlagið er broytt. Niðurstøður kunnu tí bara gerast [...] sæst, at næmingarnir longu í 2013 duga betur at svara uppgávunum, sum vóru nýggjar árið fyri.
Tað er líkt til, at næmingarnir bólka seg í eina miðju og tveir polar við næmingum, sum duga væl at rokna í [...] sum ikki duga so væl at rokna í hinum endanum. Eisini er ein hóming av, at teir næmingar, sum duga væl at rokna, blíva dugnaligari, meðan teir næmingar, sum ikki duga so væl at rokna, klára seg verri
Í síni grundgeving fyri at hækka játtanina sigur Fíggjarnevndin, at játtanin er minkað munandi seinnu árini. - Úrslitið er, at politisku flokkarnir hava lítlan møguleika fyri at stuðla nýggjum valevnum [...] hvørt valevni megna at bjóða seg fram í valstríði, sigur Fíggjarnevndin og vísir á, at flokkarnir hava heldur ikki ráð til at keypa sær ráðgeving. Grundgevingin hjá Fíggjarnevndini fyri at leggja 50 prosent [...] prosent oman á verandi játtan er tí, at hetta vil styrkja fólkaræðið og møguleikan hjá øllum at stilla upp, uttan mun til fíggjarlig kor. Lógin, ið gevur heimild til at veita politiskum flokkum fíggjarligan
Christiansen sigur, at kommunan fer at kanna málið um framhaldsdeild til fulnar, áðrenn nøkur avgerð verður tikin til broyting. Hann leggur afturat, at tað tekur tíð at fyrireika skúlamál, so at tað verður eingin [...] Fuglafjarðar kommuna sagt frá, at hon hevur ætlanir um at byggja nýggjan skúla, og ynskið har er, at Eysturkommuna er við í útbyggingini av framhaldsdeildini. -Hetta saman við tí, at nýggj og øðrvísi tilboð um [...] ger, at tann tann siðbundna framhaldsdeildin er komin undir trýst. Tí meta vit, at tíðin er komin til eina eftirmeting, sigur Jóhan Christiansen og leggur afturat, at allar skipanir hava gott av at verða
fiskivinnumálum, at hann hevur ikki fingið politiska undirtøku í samfelagnum fyri at byggja nýtt havrannsóknarskip. Tí ætlar hann nú at fáa undirtøku fyri at gera avtalu við okkurt privat felag um at byggja skipið [...] verið um at byggja, skal nú einskiljast. Tað merkir, at tað skal vera eitt privat felag, sum skal byggja tað og síðani skal landið leiga tað frá tí privata felagnum. Í nógv ár hevur verið tosað um at byggja [...] eisini, at Magnus Heinason er dýrur at reka, tí hann krevur so nógvar umvælingar. Ongin serstøk játtan er til hesar umvælingar og tískil verða tær goldnar av vanliga rakstrinum og tað førir við sær, at skipið
upplýsir, at umleið 3.800 bretar hava kært til nevndina um forsíðuni á The Sun. Bretar halda, at avísin fór út um mark við at vísa myndina, og eigarin av blaðnum hevur eisini viðgingið, at tað tey á blaðnum [...] høvdu væntað, eftir at blaðið fyri trimum vikum síðani valdi at hava eina mynd av einum naknum Harry prinsi á forsíðuni. Fjølmiðlanevndin, Press Complaints Commission, hevur valt ikki at gera nakað burtur [...] Las Vegas. Tað sigst, at Harry prinsur var staddur á einum hotelkamari saman við eini ungari kvinnu, tá myndin var tikin. Orsøkin til at bæði hann og unga kvinnan vóru nakin var, at tey spældu strippoker
hann, at hann fyri góðari viku síðan fór í sjálvboðið sóttarhald, eftir at hann var farin at hosta. Sunnudagin, eftir at hann varð kannaður fyri korona-smittu fríggjadagin, fekk hann at vita, at hann hevur [...] havi eg verið ógvuliga heppin, at sjúkueyðkennini ikki hava verið verri. Altingslimurin sigur, at nú verður hann í einsemi í tvær vikur, men kortini fer hann at royna at gera sítt parlamentariska arbeiði [...] annars hevur tilbúgvið seg til uppgávuna. - Nú royna vit at fylgja tilráðingunum, soleiðis at vit kunnu stríðast móti smittuspjaðing í royndini at koma ígjøgnum hetta. Vit mugu standa saman og soleiðis koma
alheimssamfelagnum. Vit fáa tíð til hugdýpan og harvið at fordjúpa okkum í onkrum, sum vit hava hug til at gera. – Tað skal okkurt líknandi til, at fáa okkum at steðga á og hugsavna tankarnar. Hetta er ein gyltur [...] Maria Mørkøre, sum valdi at nýta høvið hesa tíðina samfelagið er farið niður í ferð at bjóða undirvísing í tekning og máling á netinum. Hon boðaði frá á Facebook, at hon fór at hava eitt skeið, og eftir [...] okkurt annað enn at lesa tíðindi um korona, flytur tað fokus. Eisini var hetta ein gyltur møguleiki til at at fara í gongd við okkurt skapandi, sigur Maria Mørkøre. Hon leggur aftrat, at í hesum koronadøgum
landsstýrismaðurin ikki, at vit kunnu vænta, at amerikansk hernaðarskip fara at leggja at við bryggju í Føroyum í framtíðini. – Mann má síggja í eyguni, at tað fer at koma fyri, at hernaðarskip koma til Føroya [...] havnir. – Amerikanarar hava brúk fyri at hava ein depil, har amerikanski flotin kann hava eitt natúrligt stað at leggja at um okkara leiðir, serliga í framtíðini, tá Arktis verður nýggj siglingarleið. Tað kann [...] framtíðini, sigur hann og tekur dømi um, at amerikanska krígsskipið USS Donald Cook vitjaði í Føroyum í oktober í fjør. Spurningurin er so, hví amerikanarar eru so áhugaðir í at fáa atgongd til føroyskar havnir
hon heldur ikki at koma fyri seg aftur í ár, og tí heldur hann ikki, at korona-skipanin hjá Als er tann rætta skipanin. – Tað kann ikki vera ætlanin, at fólk framhaldandi skulu vera knýtt at einum arbeiðsgevara [...] niður í tí av tí at arbeiðið minkaði, kundu fara undir Als og fáa lønarískoyti haðani. Men tann skipanin fer úr gildi aftur tann 30. juni og Helgi Abrahamsen sigur, at tann skipanin fer ikki at halda fram. [...] Men annars væntar hann, at tey flestu eru komin í arbeiði tann 30. juni, men hann ásannar, at tað er ógvuliga ivingarsamt, hvussu verður við ferðavinnuni. Hinvegin heldur hann, at er gongd ikki komin á
Starvsmannafelagið víst á, at tørvur er á at stytta arbeiðsvikuna. Heilsuhjálparar, heilsurøktarar og sjúkrarøktarfrøðingar vísa millum annað á, at tað innan heilsuøkið ikki ber til at arbeiða fulla arbeiðsviku [...] okkara parti av heiminum, og ein møgulig orsøk til hesi viðurskifti kann vera, at tað er trupult at fáa arbeiðslív og familjulív at hanga saman, vísir Javnaðarflokkurin á í uppskotinum.Harafturat hava fleiri [...] arbeiðsviku í trískiftisvaktum uttan at bróta sáttmála ella lóg á økinum. – Tí fara vit í Javnaðarflokkinum framvegis at arbeiða fyri hesum málum, og vit vóna, at undirtøkan verður góð, tá viðgerðirnar verða