Privat felag byggja nýtt havrannsóknarskip

Nýggja havrannsóknarskipið, sum tosað hevur verið um at byggja, skal nú einskiljast.

Tað merkir, at tað skal vera eitt privat felag, sum skal byggja tað og síðani skal landið leiga tað frá tí privata felagnum.

Í nógv ár hevur verið tosað um at byggja nýtt havrannsóknarskip ístaðin fyri Magnus Heinason, sum er elligamal og uppslitin.

Men nú staðfestir Jacob Vestergaard, landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, at hann hevur ikki fingið politiska undirtøku í samfelagnum fyri at byggja nýtt havrannsóknarskip.

Tí ætlar hann nú at fáa undirtøku fyri at gera avtalu við okkurt privat felag um at byggja skipið.

Síðani skal landið leiga skipið aftur frá felagnum og samstundis skal landið hava forkeypsrætt.

Landsstýrismaðurin ásannar eisini, at Magnus Heinason er dýrur at reka, tí hann krevur so nógvar umvælingar.

Ongin serstøk játtan er til hesar umvælingar og tískil verða tær goldnar av vanliga rakstrinum og tað førir við sær, at skipið siglur minni.

Men tað førir so við sær, at Magnus Heinason fer at sigla tilsvarandi minni.

Magnus Heinason fekk umfatandi umvælingar í heyst, og hann er nú lagdur fyri árið. Men klassin krevur eisini, at fleiri plátur skulu skiftast, áðrenn hann sleppur aftur í sigling aftur.

Harumframt skulu ljósmotorarnar og elskipanin klassast næsta ár.

Eingin játtan er tilendamálið og tískil skulu hesar útreiðslurnar eisini rindast av vanliga rakstrinum.

- Úrslitið er sjálvsagt, at Magnus Heinason ger færri kanningar næsta ár, enn hann annars hevði gjørt.

Jacob Vestergaard heldur eisini, at tað er avgerðandi, at vit fáa nýtt havrannsóknaskip fyri Magnus Heinason, tí umvælingarkostnaðurin hækkar støðugt.

Myndin er av Magnus Heinason, sum syngur sín svanasong.