Íslendski altingslimurin, Smári McCarthy, er raktur av korona. Á sínari Facebook-síðu sigur hann, at hann fyri góðari viku síðan fór í sjálvboðið sóttarhald, eftir at hann var farin at hosta. Sunnudagin, eftir at hann varð kannaður fyri korona-smittu fríggjadagin, fekk hann at vita, at hann hevur covid-19.
- Eg eri rímiliga væl fyri, og sjúkueyðkennini hava verið mild. Hostin er stórt sæð burtur, og eg havi ongantíð havt nógvan fepur. Onnur sjúkueyðkenni eru komin og farin. Men, stutt sagt havi eg verið ógvuliga heppin, at sjúkueyðkennini ikki hava verið verri.
Altingslimurin sigur, at nú verður hann í einsemi í tvær vikur, men kortini fer hann at royna at gera sítt parlamentariska arbeiði um netið og um telefonina. - Eg veit ikki, hvar eg eri vorðin smittaður, ei heldur hvussu. Tað verður helst ongantíð kent.
Smári McCarthy vísir á, at samband er fingið við øll, sum hann hevur havt samband við og sum hann kann hava smittað. Á sínari Facebook-síðu leggur hann aftrat, at í altinginum eru atlit tikin til frástøðu, og tí væntar hann ikki, at sjúkan hjá honum fer at fáa avleiðingar fyri dagliga arbeiði har.
Altingslimurin rósar íslendska heilsuverkinum, sum í hesum døgum stríðist móti korona-smittuni og sum annars hevur tilbúgvið seg til uppgávuna.
- Nú royna vit at fylgja tilráðingunum, soleiðis at vit kunnu stríðast móti smittuspjaðing í royndini at koma ígjøgnum hetta. Vit mugu standa saman og soleiðis koma sterkari útaftur, sigur Smári McCarthy á sínari Facebook-síðu.
##med2##