Øll fara í Als um ein góðan mánað

Skipanin, sum er sett í verk undir korona, skal ikki halda fram, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður

Koronaskipanin hjá Als fer ikki at halda fram eftir 30. juni. Tað ger Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, greitt fyri Løgtinginum í morgun.

Í sambandi við Korona varð ein skipan sett í verk, har fólk, sum vórðu send til hús, ella vórðu sett niður í tí av tí at arbeiðið minkaði, kundu fara undir Als og fáa lønarískoyti haðani.

Men tann skipanin fer úr gildi aftur tann 30. juni og Helgi Abrahamsen sigur, at tann skipanin fer ikki at halda fram.

Tey, sum eru arbeiðsleys tá, verða tískil flutt yvir í vanligu Als-skipanina sigur hann.

Men annars væntar hann, at tey flestu eru komin í arbeiði tann 30. juni, men hann ásannar, at tað er ógvuliga ivingarsamt, hvussu verður við ferðavinnuni.

Hinvegin heldur hann, at er gongd ikki komin á ferðavinnuna aftur tann 1. juli, fer hon heldur ikki at koma fyri seg aftur í ár, og tí heldur hann ikki, at korona-skipanin hjá Als er tann rætta skipanin.

– Tað kann ikki vera ætlanin, at fólk framhaldandi skulu vera knýtt at einum arbeiðsgevara, sum einki starv hevur at bjóða teimum, kanska í eitt heilt ár, sigur hann.

Andstøðan í løgtinginum finst harliga at, at samgongan ikki hevur eina greiða ætlan fyri, hvussu starvspláss skulu bjargast. Serliga er ferðavinnan í svárari kreppu, tí har eru hundraðtals arbeiðspláss í vanda. Men eisini tingmenn í samgonguni undrast á, at tað tekur so langa tíð at koma við tí triðja hjálparpakkanum.

Helgi Abrahamsen væntar, at tann triði hjálparpakkin verður lagdur fyri Løgtingið eina ferð í næstu viku.