Eysturkommuna umhugsar framhaldsdeild

Mánakvøldið fara fólk í Eysturkommunu á borgarafund í Leirvík at viðgera spurningin, um kommunan skal fáa sær egna framhaldsdeild.

Í næstan 60 ár hava næmingar úr Gøtu og Leirvík gingið í framhaldsdeildini í Fuglafirði, og hevur hetta samstarv riggað stak væl, sigur borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen. Men nú hevur Fuglafjarðar kommuna sagt frá, at hon hevur ætlanir um at byggja nýggjan skúla, og ynskið har er, at Eysturkommuna er við í útbyggingini av framhaldsdeildini. 

 

-Hetta saman við tí, at nýggj og øðrvísi tilboð um framhaldsdeild so sum fótbóltsskúli, Nám x og onnur tilboð eru sett á stovn kring landið, ger, at tann tann siðbundna framhaldsdeildin er komin undir trýst. Tí meta vit, at tíðin er komin til eina eftirmeting, sigur Jóhan Christiansen og leggur afturat, at allar skipanir hava gott av at verða eftirmettar og endurnýggjaðar viðhvørt. 

 

Borgarstjórin leggur dent á, at Eysturkommuna fer ikki at fremja nakra broyting, fyrr enn málið er lýst væl og virðiliga. Borgarafundurin í Leirvík í mánakvøldið er liður í fyrireikingararbeiðinum, har borgarin fær møguleikan at siga sína hugsan og at koma við viðmerkingum, sum kommunan kann taka við í fyrireikingarnar. 

 

 

90 næmingar

Tað eru umleið 30 næmingar í hvørjum árgangi í Eysturkommunu, og sostatt hava 90 næmingar aldur til framhaldsdeildina. Í fjør vóru 75 næmingar úr Eysturkommunu í framhaldsdeildini í Fuglafirði. Nakrir næmingar hava tikið av øðrum tilboði so sum miðnámsskúla, fótbóltskúla, Nám x, háskúla ella annað.

 

Jóhan Christiansen sigur, at kommunan fer at kanna málið um framhaldsdeild til fulnar, áðrenn nøkur avgerð verður tikin til broyting. Hann leggur afturat, at tað tekur tíð at fyrireika skúlamál, so at tað verður eingin broyting fyri komandi skúlaár. 

 

Borgarafundurin verður í Bygdarhúsinum í Leirvík mánakvøldið kl. 19.