verið, og einki sigur hon. Men henni dámdi væl, at eg gjørdi hetta. Eg fór so at brodera myndir og pútur. Eg vevaði ein dúk og gjørdi eisini gardinur og seymaði onkran kjóla. Men so kemur rokningin, og hon [...] so leys og vandamikil. Men teir, sum vóru ungir og yvirlivdu skaðadagin, teir fóru í bjørgini. Millum aðrar var Hans David í Fagrastovu ein so óførur bakkamaður. Teir tóku bæði lunda og havhest og eisini [...] veðri. Tíðliga sunnumorgun vóru menn á fótum, og teir ørkymlaðust av einum mjørkabakka, sum stóð og hótti. Men hann hvarv, og dagurin gjørdist tann bjartasti og heitasti summardagur, menn vistu at siga frá
stakfløgan var fyrstu ferð at hoyra í amerikonskum radio í gjár, og tey, sum framvgeis høvdu eina ímynd um, at Britney er ein fitt, ung dama, sum syngur kærleikssangir til tannáringar, mugu nú umhugsa
hann, at tað í Evropa ikki longur er nakað samband millum kynsliga samveru og tað, at fáa børn. Samstundis sigur hann, at ung í Evropa eru um at gera tjóðskaparligt sjálvmorð, tí barnsburðatølini eru alt [...] - Eg hevði ikki ímyndað mær, at p-pillin fór at fáa kvinnur at velja børn frá. Nú eru ung í Evropa í ferð við at gera nationalt sjálvmorð, tí alt ov fá børn verða fødd. Tað sigur Carl Djerassi úr Eystruríki
Elsebeth, John, brekaður og á stovni meginpartin av lívinum, og Erland, sum búsettist í Texas. Í USA fingu tey so Johonnu, sum var mamma og omma tey, sum vóru við á ættarstevnuni, og sum eru ein kelda til [...] eisini fleiri brýr í Havn. Magnus var arbeiðsmaður og handverksmaður, mest innan grót og betongarbeiði, og hann stóð fyri fleiri byggiarbeiðum í Havn og aðrastaðni m.a. kommunuskúlan í Havn. Magnus var [...] Kristianna og Sámal tískil til fosturs. Í 1912 fer Sámal út at sigla. Hann búsetist eftir ein tíð í USA og sendir boð eftir Krístionnu at koma yvir við børnunum. Fyrri heimsbardagi var byrjaður, og tá slapst
Royðutoft á tlf. 217825. Temadagarnir eru fyri bæði kvinnur og menn, gentur og dreingir. Lívdin í Hoyvíkar skúla Fríggjakvøldið kl. 21 Ungdómsmøti verður ein hugnaløta við spølum á Brekku. Sunnumorgunin [...] stovuni kl. 10. Havið heit og góð gonguklæðir og ein matpakka við. Tilmelding á Kunningarstovuni tlf. 302425 ella torsinfo@torshavn.fo Tilhaldið Hugnin hevur opið mánadag og mikudag frá kl. 13 til 17. [...] hvønn dag, eins og bløðini eru til taks. Vit hava ruddað bókasavnið, tí hava vit sølu av føroyskum- bókum og bløðum í kjallaranum alla vikuna. T.d. Varðan o.a. Túrur til Oyndarfjarðar og Hellurnar 21.
sigur Elin Vitalis. Hon sigur, at tey ofta fáa at vita, at starvsfólkið er fitt og blítt og fyrikomandi, tá fólk verða innløgd, og at tað gevur eitt gott fyrsta inntrykk. - Men tað skal vera rúm fyri tí negativa [...] vil verða ónevndur, var so nøgdur við viðferðina, sum hann og familjan høvdu fingið frá starvsfólkunum á G4 í vár, at hann gav deildini ein stress-less stól. Í stuttari takkarrøðu greiddi gevarin frá, at [...] tilvild, at talan júst gjørdist um ein stress-less stól. - Tað var hesa einu náttina, eg sat hjá dóttrini, at sjúkrarøktarffrøðingarnir høvdu serliga nógv um at vera og runnu serliga nógv. Tá var tað ein av
FULLKOMNU MAMMUNI. Og hvør er tað júst hon er? Tað er myndin av mammuni sum EG ikki eri! Tað er hon sum: DUGIR at vera mamma, ger LEKRAN mat, hevur GRØNSÁPUANGANDI sovikømur og anda, eigur “Nord og syd” á DVD [...] S I T I V ! Geva mær eitt vælmeinandi herðklapp og skoyta upp í, at børn hava tað gott, um bara tey merkja kærleika. Og eg hugsi: Ja, eg eri positiv, og havi ikki sovið ígjøgnum í 4½ ár ! Mammasta!! Eg [...] Og eg royndi at smílast og lata sum einki. Soleiðis minnist eg i hvussu so er ein ringan mammu-morgun. Hesar morgnar, har alt bara fór í fisk. Tá trein ein mynd fram fyri meg. Tað var myndin av: TÍ FULLKOMNU
rúmar eitt nú børn og ung, fólk við etingarólag, persónsmenskuórógvi og tunglyndi. Eisini virkar hon sum útslúsingardeild hjá teimum, sum eru komin á enda í einum viðgerðartilboði, og sum skulu fyrireika [...] holuni, og vit hava hoyrt ta einu sólskinssøguna fyri og aðra eftir úti frá hospitalsvegnum, har stórar bygnaðarbroytingar hava havt við sær, at fólk eru farin at trívast – bæði sjúklingar og starvsfólk [...] Psykiatrifelag, Ergoterapeutfelagnum, Almanna- og heilsurøktarafelagnum og felagnum Føroyskir Fysioterapeutar, sum Sosialurin hevur tosað við. Eldsálir í vanda Og lagnunnar speisemi er tað, at 1. oktober var
koma á vitjan, men tað er jú fótbólt tað snýr seg um og tað umboða leikararnir og venjarin best. Tí ynsktu vit eisini at hava onkrar av teimum við, og tað vóru tey ógvuliga fegin um, greiðir Høgni í Stórustovu [...] vóru tríggir av teimum fýra leikbannaðu, Símun Samuelsen, Einar Hansen og Christian Lamhauge Holst, ið vóru við á Ráðhúsinum. Ung og eldri fegnast At fólkini í Tréguier eru fegin um, at hava so forkunnugu [...] fara til smápláss at spæla. Og á smáplássum sum hesum eru tey so mikið glað fyri vitjanina, at fleiri av føroysku leikarunum hava skrivað autografar – bæði til heilt ung og eisini heilt gomul fólk.
familjutiltak á Náttúrugripasavninum. Vitjanartalið hevur verið javnt vaksandi, og um 1500 børn, ung og vaksin hava brúkt heystfrítíðina til at læra meira um føroysku náttúruna við spennandi upplivingum. Í [...] heystfrítíðini verður forvitnisligur Savnsfagnaður um orku fyri børn og vaksin. Listasavnið, Náttúrgripasavnið, Fornminnissavnið og Sjósavnið luttaka. Heystfagnaðurin hevur síðan 2002 verið eitt familjutiltak [...] m, Listasavninum, Sjósavninum, Landsmiðstøðini og Skúlabókagrunninum hava fyrireikað tiltakið, so nú verða søvnini opin fyri familjur í heystfrítíðini og fyri skúlaflokkar í vikuni eftir. Ætlanin er at