Allar yrkadagar í heystfrítíðini verður forvitnisligur Savnsfagnaður um orku fyri børn og vaksin. Listasavnið, Náttúrgripasavnið, Fornminnissavnið og Sjósavnið luttaka. Heystfagnaðurin hevur síðan 2002 verið eitt familjutiltak á Náttúrugripasavninum. Vitjanartalið hevur verið javnt vaksandi, og um 1500 børn, ung og vaksin hava brúkt heystfrítíðina til at læra meira um føroysku náttúruna við spennandi upplivingum.
Í ár verður tiltakið víðkað. Umboð frá Jarðfeingi, Náttúrugripasavninum, Listasavninum, Sjósavninum, Landsmiðstøðini og Skúlabókagrunninum hava fyrireikað tiltakið, so nú verða søvnini opin fyri familjur í heystfrítíðini og fyri skúlaflokkar í vikuni eftir. Ætlanin er at varpa ljós á evnið orka í framsýningunum og tí verður serliga hugsað um flokkarnar, sum hava náttúru og tøkni.
Av tí, at evnið í ársins Savnsfagnaði er orka, heita fyrireikararnir á tey vitjandi um at lata bilin standa fyri at spara orku. Í hesum sambandi er bussur settur at koyra millum tey fýra søvnini allar fimm dagarnar almenni Savnsfagnaðurin er. Koyrt verður eftir hesum yvirliti allar fýra dagarnar millum klokkan 11-16: Fornminnissavnið 00 - Listasavnið 10 - Náttúrugripasavnið 20 - Sjósavnið 30 - Náttúrugripasavnið 40 - Listasavnið 50 - Fornminnissavnið 00.
Framsýningarnar eru ókeypis fyri almenningin, men á Sjósavninum sleppa fólk inn fyri hálvan prís.
Setið kross í álmanakkan og kunnið tykkum meira um Savnsfagnaðin 2009 á www.snar.fo/savnsfagnadur.
Kelda: www.snar.fo









