Og eg royndi at smílast og lata sum einki.
Soleiðis minnist eg i hvussu so er ein ringan mammu-morgun. Hesar morgnar, har alt bara fór í fisk. Tá trein ein mynd fram fyri meg.
Tað var myndin av: TÍ FULLKOMNU MAMMUNI.
Og hvør er tað júst hon er?
Tað er myndin av mammuni sum EG ikki eri!
Tað er hon sum: DUGIR at vera mamma, ger LEKRAN mat, hevur GRØNSÁPUANGANDI sovikømur og anda, eigur “Nord og syd” á DVD, hevur pyntað KREMLITAÐ blokkljós, er SMART klipt og refleksir í hárinum og Sound of music-aktig skolimiddulangandi nýstrokin børn, sum syngja fleirræddað “manga takk”.
Eg spyrji meg sjálva, hvussu hendan mamman hevur borið seg at við at vera so fullkomin og framúrskarandi fantastisk. Kanska er hon í veruleikanum ein lithiumdrivin robottur, sum smílist fyri fyrstu fer í so langa tíð, at muðurin sprekkar?
Men svarið stívnar, tá ein súr kona, sum hevur gloymt, at hon einaferð var ung og grað, rópar: Man må ikke cykle på fortovet!!! Eg hevði hug at svara: Hvad så momse? Er vi liderlige i dag? Står den på karrymedister? Eller den står måske slet ikke derhjemme længere?
Ok. Ásanni, at tað er ov bíligt at lata ein ringan mammudag ganga út yvir frú Beigefarva von der Gongustativ, sum jú hevur rætt í, at tað ER ikki loyvi at súkla á gongubreytini. Víðari. Vekk. Vortasvín!
Um eg kæri mína neyð, siga fólk: Jamen Jensina! TÚ ert altíð so P O S I T I V ! Geva mær eitt vælmeinandi herðklapp og skoyta upp í, at børn hava tað gott, um bara tey merkja kærleika. Og eg hugsi: Ja, eg eri positiv, og havi ikki sovið ígjøgnum í 4½ ár !
Mammasta!!
Eg gevi ikki nokk av kærleika! Tað er har suttan liggur grivin! Hvat er kærleiki? Havi eg misskilt alt?
Soleiðis kann ein ringur mammudagur fáa meg út á eitt síðuspor.
Men nú er sonurin ikki nakað barnagarðsbarn longur.
Hann gongur í 6. flokki, og skal eg siga tað sjálv, so hevur tað faktiskt gingið heilt gott.
Og jú, hann sigur