Angri, at eg gjørdi p-pillan!

- Eg hevði ikki ímyndað mær, at p-pillin fór at fáa kvinnur at velja børn frá. Nú eru ung í Evropa í ferð við at gera nationalt sjálvmorð, tí alt ov fá børn verða fødd. Tað sigur Carl Djerassi úr Eystruríki, ið var ein av høvuðsmonnunum handan p-pillan.

 

-Ætlanin var, at p-pillin skuldi geva kvinnum betri møguleika at tilrættisleggja sær barnsburðirnar. Men nú eru vælumtóktu p-pillarnir við at gerast banahøggið í i-londunum, tí alt ov fá børn verða fødd, sigur hann.

 

Í eysturríska blaðnum Der Standard, sigur hann, at tað í Evropa ikki longur er nakað samband millum kynsliga samveru og tað, at fáa børn.

 

Samstundis sigur hann, at ung í Evropa eru um at gera tjóðskaparligt sjálvmorð, tí barnsburðatølini eru alt ov lág.

 

Miðaltalið er nú nærri einum barni pr kvinnu, í mun til tey næstan tvey børnini pr kvinnu, sum leingi hava verið í miðal. Burðaravlopið er sostatt alt í verðini ov lágt.

 

Carl Djerassi sigur eisini, at p-pillin í sjálvum sær er ein nógv størri hóttan fyri vesturheimin enn t.d. fiti.

 

Samstundis hevur p-pillin ikki megnað at gera nakað við vaksandi ovfólkingina í heiminum. Nógvu børnini eru ein stórur trupulleiki, sum er við til at halda u-londunum føstum í fátækradømi, sigur Djerassi.