Við nýggju stakfløguni ?3?, hevur poppprinsessan Britney Spears veruliga gjørt enda á óskyldigu ímyndini av sær sjálvari.Teskturin hálovar nevniliga tríkantum í sovikamarinum. ?Three is a charm, two is not the same. I don?t see the harm, so are you game??
Tað er svenski sangskrivarin Max Martin, sum hevur skrivað freka tekstin til nýggju stakfløguna hjá Britney Spears. Tað skrivar Aftonbladet. Tað var eisini Max Martin, ið á sinni skrivaði lagið ?Baby one more time? til Britney.
Nýggja stakfløgan var fyrstu ferð at hoyra í amerikonskum radio í gjár, og tey, sum framvgeis høvdu eina ímynd um, at Britney er ein fitt, ung dama, sum syngur kærleikssangir til tannáringar, mugu nú umhugsa hesa myndina.
Nýggja lagið, ?3?, snýr seg nevniliga um hvussu feitt tað er at vera saman við fleiri enn einum persóni í senn. Lagið er eitt rútmiskt dansilag, við sera provokerandi teksti.
?Are you in? Livin´ in sin is the new thing?
?one, two, three not only you and me?
Stakfløgan er tann fyrsta frá komandi fløguni ?The Singles Collection? frá Britney Spears, sum kemur út seinni í ár.
Nýggja lagið við teksti kann síggjast her: