Herðaklapp til Landssjúkrahúsið

Tað er ofta tað negativa, sum kemur fram, tá talan er um Landssjúkrahúsið, men í dag fekk G4 – skurðdeildin – eitt herðaklapp frá einum sera væl nøgdum sjúklingi

Alt, sum vit ynskja at siga, kann rúmast í einum orði: Takk!
Soleiðis segði ein glaður gevari við starvsfólkið á G4 á Landssjúkrahúsinum í morgun.
Gevarin, sum vil verða ónevndur, var so nøgdur við viðferðina, sum hann og familjan høvdu fingið frá starvsfólkunum á G4 í vár, at hann gav deildini ein stress-less stól.
Í stuttari takkarrøðu greiddi gevarin frá, at tað var ikki av tilvild, at talan júst gjørdist um ein stress-less stól.
- Tað var hesa einu náttina, eg sat hjá dóttrini, at sjúkrarøktarffrøðingarnir høvdu serliga nógv um at vera og runnu serliga nógv. Tá var tað ein av sjúkrarøktarfrøðingunum ið nevndi, at tær høvdu ynskt sær ein stress-less stól, sum tær kundu tveitt seg í, tá ein løta var, men at tað var ein fíggjarligur spurningur, og enn høvdu ikki verið pengar til hetta, segði gevarin.
Elin Vitalis, deildarleiðari á G4, var sera fegin um gávuna.
- Hetta er ein góð kensla. Hetta er ein strævin deild at arbeiða á, og tað kennist sera væl at fáa at vita, at man ger ein mun, sigur Elin Vitalis.
Hon sigur, at eitt slíkt herðaklapp gevur áræði, motivatión og mót at halda fram.
- Starvsfólkið, sum arbeiðir her, vil gera ein mun, ikki bara her á G4, men á øllum Landssjúkrahúsinum. Vit vilja seta sjúklingin í fokus, sigur Elin Vitalis.
Deildarleiðarin sigur, at tað kemur ofta fyri, at sjúklingarnir vísa sína nøgd við Landssjúkrahúsinum.
- Tað er oftani, at vit fáa lagkøku, aðra køku ella kort frá sjúklingunum. Eisini fáa vit javnan kort frá avloysarum, sum eru her um sumrarnar, sigur Elin Vitalis.
Hon sigur, at tey ofta fáa at vita, at starvsfólkið er fitt og blítt og fyrikomandi, tá fólk verða innløgd, og at tað gevur eitt gott fyrsta inntrykk.
- Men tað skal vera rúm fyri tí negativa eisini. Um alt ikki hevur gingið eftir vild, ella tað er okkurt, sum vit kunnu gera betri, so skal tað eisini verða pláss fyri tí, sigur Elin Vitalis.
Men í dag var Landssjúkrahúsið og serliga G4 í fokus fyri tað positiva.