útjavnandi mál. Eftir at NSÍ hevði javnað royndu teir at trýsta B36 á teirra egnu hálvu, og tað hevði verið skeivt at sagt annað enn at teir vóru trýstir. Tað var eisini um reppið, at teir fingu triðja málið [...] hálvleiki fingu vit gott tak á teimum, og tá áttu vit at hildið tætt í hinum endanum, sigur Trygvi Mortensen. Hann vísir eisini á trupulleikan hjá NSÍ við at gera mál. ? Vit hava onkrar møguleikar, men [...] og tí er Trygvi keddur av. ? Vit áttu at vunnið teir báðar dystirnar, men soleiðis er tað nú einaferð. Nú fáa vit summarsteðg, og hann kemur væl við. Vit fara nú undir at fyrireika okkum til seinnu hálvu
umframt at vera tætt eisini ofta at vera ófantaligt. Tað var als ikki ófantaligt í Sumba. Sumbingar fingu sigursmálið, tá 24 minuttir vóru farnir. René Thomsen var síðstur á bóltinum, eftir at ein langur [...] hjá teimum at spæla seg til møguleikar. Milan Culjic sendi eina ferð í 2. hálvleiki í stólpan, og í 1. hálvleiki var Jón Pauli Olsen við at umseta eitt innlegg til mál, tá tað var so óheppið, at Kryzstof [...] gul kort, og tey raka meint, tí stuðulsspælarar verða leikbannaðir, tá teir í fyrsta umfarinum eftir summarsteðgin skulu í Gundadal at spæla móti B36. Men tað verður neyvan í tí dystinum, at framtíðar lagnan
Oljuráðeggingarnevndin dugdi væl at hyggja rundan um okkum, so tað er bara at halda fram við tí. Teitur Poulsen: -Eg havi lagt til merkis, at føroyingar hava lyndi til at halda, at aðrir t.d. bretar vilja hála [...] enn hálvbardur. Tí hyggja vit at Norðsjónum, so vita vit, at hóast olja er funnin so er tað nógva staðni, at tað ikki er lønandi at fara undir framleiðslu. Teitur vísir á, at hóast oljufeløgini eru stór [...] hava verið fyri ein dómsstól, endaðar við at vera ein fyrimunur fyri strandalond, so vit áttu helst at verið fegnir um okkara úrslit. Men tað er sjálvandi ringt at siga, tí tú kanst ongantíð siga nakað uppá
tilsøgn um eina upphædd, sum er nøktandi fyri, at rundkoyringin verður liðug til ásettu tíð. - Vit áttu framman undan at havt roknað út, at arbeiðið fór at verða so umfatandi, tí har eru so øgiliga nógvar [...] fyriliggja, eru frá tíðliga í 1998 og tey eru fingin til vega úr økinum uttan fyri SMS. - Tær teljingarnar vísa, at 10.000 akfør koyra oman og niðan um døgnið. Eg rokni við, at nøkulunda sama tal av akførum fara [...] ætlanin er at flyta hana longur niðan í R. C. Effersøesgøtu. - Tær verða gjørdar lutvíst fyri at finna út av, hvussu nógv ferðslan er økt eftir hesum vegnum, og lutvíst tí, vit arbeiða við at loysa við
okkum úr ársfrágreiðing landslæknans, at eingin nýggjur tilburður av eyðkvæmi er staðfestur í føroyum trý tey seinastu árini; tíðindum, fjølmiðlarnir oftari áttu at leita eftir. Man nakað annað land og [...] um 38 smáar føroyingar, sum ikki sluppu at verða føddir. Hvussu nógvir av hesum 38 landsmonnum okkara máttu lata lív fyri móðir sína, fyri at hon skuldi sleppa at liva, veit eg av góðum grundum ikki. Vónandi [...] og nakar annar Landslækni eiga slík boð at bera tjóð síni, at hendan hervuliga, ólekjuliga og smittsama sjúka, AIDS, sum vit øll kunnu verða rakt av, og sum smittar og árliga gerð enda á óteljandi menniskjum
væl, at tað var átaluvert. At hann hevði sett asnaoyru á læraran, tí at hann helt hann hoyra og gáa ov væl eftir teim frábrigdum, sum ikki áttu at vera í skúlastovuni, hjálpti heldur ikki til at minka [...] út yvir skaparverk sítt og segði: - at nú var alt sára gott. Um eg einaferð fari at skriva endurminningar, fari eg líka so trygt sum at brúka árstøl at kunna siga, at eg livdi í teimum døgum, tá ið Heðin [...] løtu, at skjóta upp, um vit ikki áttu at arbeitt fram ímóti at fingið eitt slag av listasavni og gallaríið, har vit alt árið kundu sýnt fram listarverk. Tillukku við tríatiáradegnum! Tøkk fyri at tit lýddu
kenst so løgið at skula brúka júst skrivaða orðið til at takka tær John fyri alt tað, tú var og gav. Nettup hetta at skula brúka tað kynstrið - tað amboðið ella vápnið - sum fáur dugdi betur at handfara enn [...] hetta gjørdi, at tað var ikki so lætt at vera John. Vit onnur megnaðu ikki at fylgja honum nóg væl og liva upp til tær í hansara hugaheimi sjálvsøgdu og einføldu loysnir. John fer altíð at verða mintur [...] nevniliga burðardygg veiða - at troyta náttúrutilfeingi skynsamliga. Hann var so nærlagdur og so lynandi intelligentur, at tað var altíð ein fragd at hoyra og lesa tað, hann hevði at siga um so gott sum øll
ikki at tala um tey, sum spæla seg víðari úr bólkaspælinum. Tey 24 liðini, sum í heyst vóru í bólkaspælinum, fingu øll tvær milliónir sveisiskar frankar fyri at røkka so langt, og harafturat hava tey fingið [...] milliónir krónur. Tølini eru so stór, at tað næstan ikki ber til at ímynda sær, hvønn týdning tað hevur fyri feløgini at koma í bólkaspælið, men tølini eru fyri lítið at rokna, tá sammett verður við upphæddirnar [...] snýr tað seg fyrst og fremst um at renna undan botninum, meðan onnur leggja alla orku í at fyrireika seg til stríðið um fremstu plássini. Sjálvandi er tað hugaligari at kappast um fremstu plássini, sum
øki. Tað er at fegnast um, at áhugin tykist aftur vera vaksin fyri at taka ullina til høldar, sum eitt nú nýggja spunavirkið í Suðuroy er tekin um. Og áhugin er enn livandi millum manna fyri at hava sum ítriv [...] orðini sjál og sál líktust. Tey, ið varða av sølubúðunum, ið selja skulu hesar ediligu lutir, áttu eisini at lagt meira av sál í. Tíverri síggja vit alt ov mong dømi um, at soleiðis er ikki. Latum okkum [...] men í staðin at leggja dent á at vísa, at her fæst einans tað besta. Alt annað er ein háð bæði ímóti teimum, ið gjørt hava lutirnar, og teimum, ið keypa skulu. Kanska er hugsanin tann, at tær góðu vørurnar
her, og læra at selja tað til ferðafólk. Fólk mugu fáa eyguni upp fyri, at tey eru nakað serligt, at tey eru vøkur og at tey kunnu blíva fyrimyndir hjá øðrum. Lítla samfelagið Eg royni at fritta hana um [...] great eyes?. - Næsta stigið hjá Lív verður at læra meir um sjálvsálit. Eisini skal hon læra at smyrja sær, at ganga rætt, at seta hárið, at brúka kroppin rætt og at posera framman myndatólið, sigur Kolla. [...] foreldrini hví tey senda gentuna burtur og hvussu tey tora at gera tað. -Fyri meg at síggja, er tað sannur kærleiki, tá ein mamma lovar dóttrina út í heimin. Strangur lærari Kolla greiðir eisini frá, at tað er