Rundkoyringin liðug á ólavsøku

- Arbeiðið er vorðið eitt sindur dýrari enn upprunaliga ætlað, millum annað tí, at so nógvar installasjónir eru í økinum, sigur Boði Haraldson, býarverkfrøðingur um rundkoyringina, sum er í gerð við R. C. Effersøesgøtu

Arbeiðið við rundkoyringini við R. C. Effersøesgøtu í Havn hevur verið meiri umfatandi enn mett frá fyrstan tíð, men hóast so, er ætlanin framvegis, at hon skal verða liðugt á ólavsøku. Eftir av játtanini til arbeiðið er bert lítil hálv millión krónur, og tað er ikki nóg mikið at gera arbeiðið liðugt. Tí var málið fyri á býráðsfundi í farnu viku, har býarverkfrøðingurin Boði Haraldson greiddi frá gongdini í málinum. Hann fekk tilsøgn um eina upphædd, sum er nøktandi fyri, at rundkoyringin verður liðug til ásettu tíð.

- Vit áttu framman undan at havt roknað út, at arbeiðið fór at verða so umfatandi, tí har eru so øgiliga nógvar installasjónir í økinum, men tað gjørdu vit ikki. Hetta er so orsøkin til, at arbeiðið verður dýrari enn ætlað samstundis sum vit alla tíðina hava lagt dent á, at ferðslan ikki skal tarnast av arbeiðinum á sama hátt sum hon verður undir arbeiðinum av Marknagilsvegnum. Og tá ið ferðslan skal ganga uttan forðingar, verður arbeiðsgongdin eitt sindur tyngri, sigur Boði Haraldson.

Nú verður farið undir at leggja steinarnar á innara ringinum á rundkoyringini. Í nýggju rundkoyringini er møguleiki fyri at gera eina eyka íbinding. Býarverkfrøðingurin hevur gjørt uppskot til nýggja íbinding, talan er um ein tein á umleið 280 metrar, men henda verkætlanin er ikki liðug enn.


Ferðsluteljingar

Hvussu nógvir bilar fara um rundkoyringina um dagin, er ikki greitt, tí ongar nýggjar ferðsluteljingar eru tøkar. Seinastu tølini, ið fyriliggja, eru frá tíðliga í 1998 og tey eru fingin til vega úr økinum uttan fyri SMS.

- Tær teljingarnar vísa, at 10.000 akfør koyra oman og niðan um døgnið. Eg rokni við, at nøkulunda sama tal av akførum fara um rundkoyringina, sigur Boði Haraldsson.

Í løtuni ger Tórshavnar býráð ferðsluteljingar. Ein teljing hevur verið í R. C. Effersøesgøtu uttan fyri, har Farex heldur til, í løtuni er ein teljing beint við SMS, og ætlanin er at flyta hana longur niðan í R. C. Effersøesgøtu.

- Tær verða gjørdar lutvíst fyri at finna út av, hvussu nógv ferðslan er økt eftir hesum vegnum, og lutvíst tí, vit arbeiða við at loysa viðurskiftini uttan fyri innkoyringina við SMS. Eingin avgerð er tikin í hesum førinum, antin tað verður ein ljóskurv, rundkoyring ella nakað annað. Áðrenn vit koma so langt, mugu vit hava nøkur tøl á borðið og har eru ferðsluteljingarnar eitt.