Gleðitíðindi og sorgarboð í ársfrágreiðing landslæknans

Gleiðiligt, upplyftandi og góð tíðindi, loftmiðlarnir kunngjørdu okkum úr ársfrágreiðing landslæknans

Gleiðiligt, upplyftandi og góð tíðindi, loftmiðlarnir kunngjørdu okkum úr ársfrágreiðing landslæknans, at eingin nýggjur tilburður av eyðkvæmi er staðfestur í føroyum trý tey seinastu árini; tíðindum, fjølmiðlarnir oftari áttu at leita eftir. Man nakað annað land og nakar annar Landslækni eiga slík boð at bera tjóð síni, at hendan hervuliga, ólekjuliga og smittsama sjúka, AIDS, sum vit øll kunnu verða rakt av, og sum smittar og árliga gerð enda á óteljandi menniskjum kring heimin, ikki er staðfest í landi okkara í heili trý ár? Neyvan. Takka verið upplýsing um deyðsvanda, sum fyrst og fremst landslæknin sjálvur við sínari kunnan og íðinskapi saman við felagsskapum o.ø. nú í fleiri ár hevur ávarað okkum ímóti við faldarum, gjøgnum bløð og loftmiðlar - serstakliga nú, føroyingar í hópatali fara av landinum í summarfrí. Her hevur av sonnum verið gjørdur ein stórur innsatsur.

Men hví kundu so hesi gleðiligu tíðindi - hesi gleðiboð - ikki verða standandi einsamøll?

Tíverri. Aftur í ár var ein døpur sorgarsøga í landslæknans ársfrágreiðing, um 38 smáar føroyingar, sum ikki sluppu at verða føddir. Hvussu nógvir av hesum 38 landsmonnum okkara máttu lata lív fyri móðir sína, fyri at hon skuldi sleppa at liva, veit eg av góðum grundum ikki. Vónandi eru teir fleiri. Men eg beri ótta fyri, at flestu av hesum 38 eru sakleysir tiknir av døgum í móðirlívi bara tí at lógin loyvir tí. 38 landsmenn, tveir skúlaflokkar,ein lítil føroysk bygd, ella falda við tíggju árum, ein bygd til støddar við eitt nú Søldarfjørð, avlívað og avtoftað!

Annalfabetarnir í Svarta-afrika duga ólíka betri enn framkomna tøknin í Vesturevropa, at rokna út, hvør skal røkta teir, tá ið teir gerast gamlir og óhjálpnir.

Sigast má : » Ein gleðilig ársfrágreiðing, sum fekk ein dapran, blóðugan enda.


John S. Myllhamar