Ullin var høvuðstilfeingi okkara í øldir, og ullarmentan okkara er rík. Framvegis hevur heimavirkið fastar røtur í fólkamentanini, og tað er undrunarvert, so stóran kunnleika, vitan og hegni konur okkara í bygd og bý - og summir menn - enn hava á hesum øki. Tað er at fegnast um, at áhugin tykist aftur vera vaksin fyri at taka ullina til høldar, sum eitt nú nýggja spunavirkið í Suðuroy er tekin um. Og áhugin er enn livandi millum manna fyri at hava sum ítriv at taka úr lagdi, nappa og karða, spinna, lata av skinnum, lita og binda, veva ella virka teir vakrastu lutir úr ullini. Her verða skapað virði, sum vit kunnu vísa fram og vera errin av.
Men tað er umráðandi, at ansurin fyri tí góða tilfarinum og tí góða handverkinum verður varðveittur. Tað er við heimavirki sum við øllum verkum og listum ? nærri tú fert at tí, ið undir býr, tí ítøkiliga tilfarinum, størri verður fatanin og ansurin fyri at kunna skilja ímillum gott og vánaligt. Tí er tað so umráðandi, at tann, ið fæst við heimavirki, sjálv tekur ullina upp, vaskar og skilur hana, handfer hana, heldur enn einans at keypa liðugt tógv frá spunavirkinum. Hetta merkir eyðvitað ikki, at tógv ikki skal keypast - spunavirki og tøtingarvirki kunnu vit ikki vera fyri uttan.
Tá ið tú leggur eitt gott heimavirkað plagg at kjálkanum, merkir tú hitan frá konuni, ið tøtti, og litirnir í bundnaturriklæðnum benda á, hvønn lit sál hennara hevur. Tað var William Heinesen sáli, ið vísti á, hvussu nógv orðini sjál og sál líktust. Tey, ið varða av sølubúðunum, ið selja skulu hesar ediligu lutir, áttu eisini at lagt meira av sál í. Tíverri síggja vit alt ov mong dømi um, at soleiðis er ikki. Latum okkum taka eitt tilvildarligt handilsvindeyga, har mong fremmand ferðafólk koma: Har liggja vøkur bundnaturriklæði undir liðini á samanlímaðum steinum á gipsbotni, ið skulu vera varðar, og jánkasliga málaðum postalínsborðiskum - Heilsan úr Skarðsvík.
Ímillum barnsligar krosstingsbroderingar við manni, ið hevur alt ov stóra føroyska húgvu, húðaskógvar, ið mest líkjast yvirvaksnum drýlum og fleygastong, ið er átøk amboði, teir brúka at fanga nashyrningar við í Afrika, royna fyrsta floks mynstrutar troyggjur úr nappaðari ull at gera vart við seg, men skulu kappast við skeivar dukkuleypar, liðaleysar skerðingar og fyltar lundar, ið avgjørt einki hava við heimavirki at gera.
Ein handil eigur at gera upp við seg sjálvan, hvat hann vil. Vil hann vera marskandisari, ruslhandil ella rokkjallari, ið selur líkt og ólíkt hvørt um annað, so hevur hann valt tað - keyparaskarin verður hareftir. Hann eigur at gera sær greitt, at umenn hann fær ein ávísan keyparaskara, missir hann ein annan. Helst tann besta. Eftir mínum tykki eiga handlar í Føroyum, ið selja góðar heimavirkaðar ullvørur, ikki at vera ruslhandlar, men í staðin at leggja dent á at vísa, at her fæst einans tað besta. Alt annað er ein háð bæði ímóti teimum, ið gjørt hava lutirnar, og teimum, ið keypa skulu.
Kanska er hugsanin tann, at tær góðu vørurnar skulu søluliga kunna stuðla teimum vánaligu, men tann hugsanin er burtur av allari leið. Eg skal ikki siga, at eg havi skil uppá handilsskap, men tað kann ikki vera góður handilsskapur at blanda tingini soleiðis saman. Sum Hans Andrias segði um dáan: Frasið hevur helst rætt til at liva, men lat tað hava sínar sølubúðir og kioskir.
Eg fari at nevna eitt annað slag av heimavirki: Grindaknívarnar, ið Argjasmiðirnir gjørdu til virðismikið listahandverk. Síðan Niels Arge og Ludvig Blåsvær løgdu frá sær, er sera sjáldsamt at síggja líkinda grindaknív. Tann gamli grindaknívurin umboðar við sínum eyðkenda breiða blaði við tí langa sniðoddinum eina fatan av eggvápni, ið er serføroysk. Sambært vápnasøgumenn finst sniðið ikki aðrastaðni, hetta er ein føroysk uppfinning. Prýðið, ið lagt er í skefti og slíðrar, messing, silvur ella perlumóðir í íbintræ ella mahogni, ger knívin til listahandverk, men tað er sniðið á blaði, skefti og slíðrum, ið ger grindaknívin til nakað serligt. Í mong ár hevur tíverri einki rættiliga smíðað føroyskt knívsblað verið at sæð. Á meginpartinum av teimum »grindaknívum«, nú eru at síggja, er blaðið av vanligum Mora-dolki - tað sæst mangan týðiliga, at verksmiðjumerkið skundisliga er brýnt av. Skefti og slíðrar hanga saman av bostikki, ið spríkir út ímillum skoytini. Sniðið hevur einki við grindaknív at gera, handverkið er ikki nóg gott ? við øðrum orðum: Hetta er ikki heimavirki, vit kunnu vera errin av. Míni ráð til sølubúðirnar eru tey somu: Kannið gjølla eftir, um góðskan er í lagi.
Eg ivist onga løtu í, at ein hægri handilsmentan hevði kunnað skapað størri virðing og størri áhuga ímillum eitt nú ferðafólk, og lyft føroyskt heimavirki upp á tað høga støðið, ið tað hevur uppiborið.