at tað hendir seg meira enn so, at tá ringt verður aftur til onkran, sum hevur teknað seg til kappingina, so tekur eingin telefonina. Tá verður farið beinleiðis til tann næsta á listanum, tí so nógv eru [...] eru at vekja ímillum. Stundir eru heldur ikki til at ringja til tann sama fleiri ferðir. Men Maj heldur fram við ravnatelefonina, óivað til gleði fyri ravnavertar og lurtarar, sum nú eisini kenna andlitið [...] ætlar fyribils at halda fram. Hon byrjar klokkan 21, tá fólk kunnu tekna seg til spurnarkappingina, og so heldur hon fram, til kappingin er av. Tað hendir seg tó meira enn so, at hon situr longri, tí hon
tú sjálvur fær gagn av) er av tí ónda. Tað verður ringt hjá tingkvinnuni at koma afturumaftur og siga, at fólk hava misskilt seg, at hon má hava loyvi til at seta fingurin á tað, sum ikki virkar, uttan at [...] sum royna at gera sítt besta í sínum dagliga arbeiði. BRÆVIÐ frá formanninum í Starvsmannafelagnum til løgtingið sigur alt í hesum máli. Formaður felagssins ger her sína avgjørdu skyldu mótvegis teimum [...] bøta um arbeiðaviðurskiftini og lóggeva rætt og skilagott heldur enn at brúka tingsins røðarapall til ógrundað álop og hunddálkan av starvsfólki í almennari tænastu! Og tað er ikki bert hann, ið eigur
ár, fyrst við EB og frá 1976 til 1984 við Neistanum, har hon spældi fram til 1994 ? tó var hon burtur í nøkur ár. Nú er hon 39 ára gomul, og hon er eins spent og øll onnur til finaluna í dag. Hon sigur, [...] níggju árini. Í árunum frá 1982 til 1991 hevði Neistin vunnið føroyameistaraheitið hvørjaferð, men í 1991 og aftur í 1993 endaði FM-heitið á Skála. Síðani tá er Skála blivið til StÍF eisini hjá kvinnum, og [...] Veðrið var ringt hósdagin, og fyri eitt lið sum tað hjá StÍF, har meir enn helvtin av spælarunum umframt venjarin ikki býr á Skála ella Strondum, merkti tað, at tað ikki vóru nógvir spælarar til venjing
uppgávur fyri sjófólk sum til dømis, tá ið teir skulu í býin at keypa eitt ella annað. Tað kann vera stuttligt og uppgávurnar kunnu vera heilt frá undirklæðum til konuna til tað stóra stereoannleggið. [...] sum kirkjutænari, og eg var ikki meiri enn komin til Føroya, tá ið eg varð biðin um at vera deknur í Oyndarfjarðar kirkju í morgin. Og tað gleði eg meg til, sigur Jústines Eidesgaard. Í hesum døgum vitja [...] at kirkjan er har. Hava fólk trupulleikar havi eg verið har at tosa við. Ikki so nógv til at ráðgeva, men heldur til at lurta. Bløðini havi eg við umborð. Tað er ein skylda hjá einum journalisti at fylgja
løtt at koma fram til. Menn vita, hvat ein tunnil kostar o.s.fr. Tað, sum kann verða ringt at virðismeta í hesum sambandi, er kostnaðurin av eitt nú umhvørvisárinum. TÁ man kemur til gagnssíðuna, tá er [...] alternativ til eina rutu sum Smyrlarutuna er í lagi, tí undirmetir man samfelagsgagnið í einum alternativi, so verður tað ivaleyst eisini undirmett í hinum. Ikki heilt óvæntað kom Vinnumálastýrið til somu [...] niðurstøðu sum Strandferðslan kom til fyri 25 árum síðani - Árini siga okkum nógv sum dagarnir ongantíð vita. Cost benefit kanningar kunnu hava sítt virði í at kanna ymsar loysnir á sama trupulleika ?
er ráðini eisini vánalig til at endurnýggja seg, tí øll tilboð eru í botni. So ein orsøk til, at so fáar íløgur verða gjørdar er altso eisini, at nógvastaðni eru ráðini ikki til tað. Koma ikki langt Vilhelm [...] sigur, at politisku viðurskiftini hava verið ov ótrygg. Og tað skulu helst meiri enn tvey til fýra ár til at endurskapa álitið á tað politisku skipanina. Formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelagnum sigur [...] at vit hava tørv á eini skattastýring so at eggja fólki til at arbeiða og at vinna pening. Hinvegin heldur hann eisini, at tað kundi borið til at lati tey, sum gera íløgur, fingið ein ávísan skattafrádrátt
kreftir skulu brúkast til at arbeiða við og innrætta samfelagið til fullveldi! -Um tað er rætt veit eg ikki, men tað er greitt, at alt, sum nú verður gjørt, má verða við atliti til tær ætlanir tú hevur [...] tær, at arbeiðsbólkarnir, sum eru settir, kunnu koma til ta niðurstøðu, at fullveldisætlanin ikki er haldbar? -Sjálvandi kunnu nevndirnar koma til ta niðurstøðu, hóast eg ikki trúgvi uppá tað sjálvur. [...] kanningararbeiðinum er nústaðni sett í gongd og tí er tað ringt at koma við nøkrum úrslitum, men kortini heldur hann, at tað átti at borið til at komið við ávegis úrslitum. -Eg merki tað, tá eg tosi við
sigur Jørgen Niclasen. Og til 3. spurning, sigur hann, at í verandi lóggávu eru ongar reglur um, hvussu leingi havtasku- og svartkalvagørn hava loyvi at standa í sjónum. 2-3 dagar Til spurningin um hvussu leingi [...] hjáveiðireglurnar. Til tess at fáa garnaskipini undir eina fiskidagaskipan hevur Fiskimálastýrið biðið Skipanarnevndina viðgera málið, upplýsir fiskimálaráðharrin í svari sínum til Dan Petersen. [...] hjáveiðiprosentið upp á 5 sett eftir, tá partur av hesum fiski ikki er kvoteraður annars? Í svari sínum til hesar spurningar, sigur Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri, at sambært kunngerð frá oktober1995 er
annað liggur til grund fyri álopum hennara. Hon roynir í Dagblaðnum at verja síni orð við at nevna onkrar innkeypsvørur hjá einum almannaklienti, sum eru dýrari enn grannin hevur ráð til. Kanska er tað [...] heldur ikki út til, at tað verður gjørt í dag. Einastu orð, vit hava fyri tí, eru orð Rúnu Sivertsens. Hvørjar rakstrarroyndir, hon hevur í almennari umsiting ella umsiting annars, er ringt at meta um. Tá [...] á stovnum og hvat slag av vørum keypmenn bera út til almannaklientar. Um RS hevur ambitiónir um slíkt, so kundi hennara førleiki kanska verið nýttur til eitt starv í Landsumsitingini ella á Almannastovuni
ringum veðri. Síðani eru tað krøvini, sum í dag eru til gomul skip. Og tað er ringt at finna eitt brúkt skip, uttan at tað skulu stórar umbyggingar til. Óli Hammer sigur, at hóast Norrøna kann sigla nógv [...] Tí tað krevur nokk meira enn eitt skip. Eg rokni við, at tað verður ógvuliga ringt hjá einum privatum felag at røkja rutuna til Aberdeen við slíkum stórum skipi. Men hvat man kann røkja við einum minni og [...] saman. Tað kemur heldur ikki uppá tal at broyta rutuna til Íslands, soleiðis at siglt verður uppá Reykjavík heldur. Farið verður heldur ikki at sigla til Esbjerg aftur. Óli Hammer sigur, at tað er í umbúnað