Støðan er sera álvarlig. Men hví tað er blivið so, er ilt at siga. Men helst eru fleiri orsøkir til tað.
Vilhelm Johannesen formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tað er sera álvarsligt fyri føroyska samfelagið, at tað er so lítil vágafúsur peningur í landinum og at tað er so lítil áhugi millum føroyingar at gera íløgur.
Tí samstundis eru signalini greið um, at útlendskur peningur er ikki so vælkomin í føroyskt vinnulív.
Og Vilhelm M. Johannesen dylir ikki, at hann stúrir fyri gongdini.
Tí hann sigur, at kemur ikki broyting í, kann tað enda í eini vanlukku fyri føroyska samfelagið.
Formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at tann manglandi áhugin hjá føroyingum at gera íløgur, hevur verið nógv umrøddur í vinnuhúsinum, har ið 11 vinnulívsfeløg húsast.
Tí tað er ikki bara arbeiðsegvararnir, sum stúra fyri gongdini, tað gera øll hini feløgini eisini.
Vilhelm Johannesen sigur, at tað er ilt at siga, hví tað er blivið so vorðið í Føroyum, at ongin vil gera íløgur.
Men tað er hugsandi, at tað eru fleiri samanfallandi orsøkir til tað.
Hann heldur, at eftir hansara tykki er ein orsøk, at nógvir føroyskir vinnulívsmenn brendu seg so illa fyrra partin í nítiárunum, at tað er væl hugsandi at teir hveppa seg við at vága nakað aftur.
Sita hendur í favn
Men Vilhelm Johannesen heldur, at tann manglandi íløguhugurin í Føroyum kann eisin vera ein avleiðing av, at álitið á politisku skipanina er ov vánaligt.
Vit minnast, hvussu tað var í Føroyum heilt upp í áttatiárini.
Tað blivu nógvar íløgur gjørdar í Føroyum.
Men satt at siga, vóru íløgurnar ikki serliga vágafúsar, tí nógvir av teimum, sum gjørdi íløgurnar, settu í veruleikanum lítið í veg.
Tann, sum kanska var mest vágafúsur í Føroyum áðrenn kreppuna, var landskassin, sum hevði eina rúgvu av stuðulskipanum-umframt at hann veðhelt fyri milliardir í lánum.
Møguliga eru vit komin í ta støðu, at tey, sum eiga pening, bara sita hendur í favn og bíða eftir, at tað almenna skal taka tað gamla mynstrið uppaftur og seta ymsar stuðulsskipanir í verk.
Tí tað sigur seg sjálvt, at tað hevði verið sera óheppið at gjørt íløgur nú, um tað skuldi hent, at ymsar stuðulsskipanir blivu settar í verk um nakrar mánaðir- ella um nøkur ár.
Kanska eru tað mong, sum enn sita við dreyminum um ?teir góðu, gomlu dagarnar³.
Vilhelm M. Johannesen sigur, at politisku viðurskiftini hava verið ov ótrygg.
Og tað skulu helst meiri enn tvey til fýra ár til at endurskapa álitið á tað politisku skipanina.
Formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelagnum sigur, at tí er tað neyðugt, at tann politiski myndugleikin ger púra greitt, at soleiðis og soleiðis verður vinnupolitikkurin í eitt langt áramál fram, og at tað, sum eitur stuðul, er farið í søguna einaferð með alla.
Boðskapurin úr Tinganesi eigur at verða púra greiður, at tað verður at kalla ongin almennur stuðul í framtíðini og at skulu íløgur gerast, skal vágafýsni til - og at tann sum ikki vil gera íløgur undir teimum treytunum, men heldur vil seta peningin í bankan, hann má so heldur hava peningin standandi í bankanum.
Gevur ov lítið avkast
Formaðurin í arbeiðsgevarafelagnum vísir eisini á, at líka upp til seinast í áttatiárini var endamálið við teimum flestu íløgunum meiri at skapa arbeiðspláss, enn tað var at fáa avkast.
Hesum hugsunnarháttinum mugu vit koma burturúr.
Endamálið við at gera íløgur skal vera at fáa peningin at nørast.
Tí tað er sjálvandi minni áhugi at gera íløgur, um talan bara skal vera um ?vælgerandi endamál³.
Og ein trupulleiki er sjálvsagt eisini, at á nógvum økjum er avkastið í vinnuni ov lítið til, at tað skundar undir íløguhugin.
Tó er tað rætt eisini at vísa á, at í nógvum vinnugreinum er avkastið eisini stórt.
Men tíverri er tað nettupp í stórum parti av høvuðsvinnuni at avkastið er ov lítið.
Men eisini í byggivinnuni er ráðini eisini vánalig til at endurnýggja seg, tí øll tilboð eru í botni.
So ein orsøk til, at so fáar íløgur verða gjørdar er altso eisini, at nógvastaðni eru ráðini ikki til tað.
Koma ikki langt
Vilhelm Johannesen sigur, at í seinasta enda verður avleiðingin av, at ov fáar íløgur, at vinnutólini verða niðurslitin og óbrúkilig.
Nógv fiskavirki eru niðurslitin. Somuleiðis skipini, og tey nýggju, góðu skipini vórðu latin av landinum fyri lítið og lætt.
Og tað vit nú síggja, er at gomul skip verða keypt til Føroyar aftur
Tað sama hevur gjørt seg galdandi við broytum og øðrum arbeiðsamboðum a landi.
Tá ið øll byggivinnan fór av knóranum, saman við øllum øðrum, var tað ongin sum skoytti um tær gomlu broytirnar.
Ongin hevur ráð at keypa nýggjar, so tær gomlu verða lappaðar samanaftur, og elligamlar verða keyptar til Føroyar.
Formaðurin í Føroya, at skulu vit hava eitt framkomið samfelag, koma vit ikki langtvið niðurslitnum vinnutólum.
Hetta er heilt galið, leggur hann afturat, og hetta er avgjørt ikki rætta gongdin. Hetta kann enda við eini vanlukku, tí hvat skulu vit gera við gomul skip og gamlar broytir?
Vilhelm Johannesen sigur, at vit hava roynt hendan mátan hava vit roynt fyrr.
Eftir kríggið royndu vit at byggja samfelagið upp við gomlum skipum, sum onglendingar høvdu lagt.
Og tað gekk avbera illa. Tí ta ferðina fóru vit eisini á heysin.
Sært tú somu gongd fyri tær aftur nú?
Tað er ringt at siga. Men beint nú er tíðin so avbera góð og alt er eftir vild.
Prísurin á fiski er sera høgur og rentan er metlág.
Men alt hetta er ikki nakað, sum vit eiga æruna fyri.
Og vinnan er so viðbrekin, at fer bara rentan eitt lítið sindur upp, kann tað enda galið.
So samanumtikið er niðurstøðan, at hóast tær ytru umstøðurnar at gera íløgur hava ongantíð verið so góðar sum nú, verða kortini ongar íløgur gjørdar, sigur Vilhelm Johannesen.
Man kann politiski myndugleikin gera nakað fyri at stimbra íløguhugin hjá føroyingum?
Tað kundi verið vert at umhugsa at sett almennar skattalækkingar í verk.
Eg tosi ikki um, at tey, sum seta pening í vinnuvirki, skulu vera skattafrí alla ævi sína.
Men eg haldi, at vit hava tørv á eini skattastýring so at eggja fólki til at arbeiða og at vinna pening.
Hinvegin heldur hann eisini, at tað kundi borið til at lati tey, sum gera íløgur, fingið ein ávísan skattafrádrátt.
Tó heldur hann ikki, at tað er her, tann stóri trupulleikin er.
Tey, sum gera íløgur, hava sanniliga stórar fyrimunir, tí tey kunnu m.a. avskriva alt.
Heldur hevur tað størri týdning at tað verður politiskur tryggleiki í Føroyum og at vit leggja karmarnar nógv ár fram í tíðina og at vit ikki gera fleiri broytingar, enn tær, sum henda.
Politikarar aðrastaðni leggja so stóran dent á tryggleikan, at sjálvt tá ið talan er um broytingar uppá 1-2% hveppa teir seg við at fremja tær, fyri ikki at órógva.
Men eisini á hesum øki hava vit havt eitt ?serføroyskt³ arbeiðslag, sum avgjørt má broytast fyri at fáa gongd á aftur.
Sera álvarslig gongd
Annars heldur formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag, at gongdin, at ongin vágafúsur kapitalur er í landinum er sera hættislig.
Eg síggi fyri mær, at tað kann lættliga enda við eini vanlukku fyri føroyska samfelagið.
Tí ein avleiðing av hesum kann verða, at vit fáa ein heilt annan vinnubygnað í Føroyum, har vit sjálvi ikki hava fult ræðið á vinnuni - at vit fáa eitt niðurslitið vinnulív, sum ekur á knøunum.
Tá ið hann sigur, at vit kunnu missa ræðið á vinnuni, sipar hann til, at utendingar kunnu koma higar at gera íløgurnar ?fyri okkum³.
Sjálvur er hann ikki so bangin fyri, antin útlendingar slepp at seta 10% í føroysk vinnuvirki, ella um teir sleppa at seta 49%.
Tí taka vit tveir partaeigarar, har annar eigur 10% og eina rúgvu av pengum í trygd, og ein annar eigur 90%, men ikki eitt klovið oyra, so veit eg, hvør ræður. Tá er tann við 10%, sum hevur allan avgerðarrættin.
Tað er ikki har trupulleikin liggur.
Og koma útlendingar hendavegin koma teir ikki tí at teir hava samkenslu við okkum og teir skulu nokk finna útav at skriva okkurt við smáum í samstarvsavtalurnar, teir skrivað við avvarðandi føroyingar.
Eiga vit so at bjóða útlendingum uppí?
Skulu vit bara bjóða útlendingum uppí, tí vit skulu goyma okkara egna pening, vænti eg ikki, at tað verður so lætt. Í øllum førum verður tað ikki nakað sunt vinnulív. Tí teir, sum gera íløgur íløgur, skulu nokk vita at tryggja síni áhugamál.
Ert tú samdur við teimum sum halda, at ein partabrævamarknaður hevði verið ein loysn?
Kanska kann tað hjálpa eitt sindur, men tað verður avgjørt ikki bjargingin. Tí tað eru so fáar føroyskar fyritøkur, sum eru verdar at handla við partabrøvum í, at tær kunnu teljast á aðrari hondini, sigur Vilhelm Johannesen.









