Cost-benefit herindið

Í SEINASTUNI hevur nógv verið tosað um Cost Benefit kanningar. Hettar gandaorðið er komið úr Vinnumálastýrinum.

 

TÆR cost-benefit kanningar, sum í seinastini eru kunngjørdar, hava ikki verið kunngjørdar við fyrivarnum um mátitrupulleikar í sambandi við máting av samfelagsgagni. Hettar merkir eitt av tveimum: Antin hevur Vinnumálastýrið uppiborið eina Nobel heiðursløn í búskapi fyri at hava loyst hendan gamla og vælkenda trupulleika. Ella hevur Vinnumálstýrið víst, at tað er óbúgvið, soleiðis at kunngera slíkt uttan tey neyðugu fyrivarnini, sum altíð mugu takast í samband við cost-benefit kanningar.

KOSTNAÐARSÍÐAN í einari cost benefit kanning er toluliga løtt at koma fram til. Menn vita, hvat ein tunnil kostar o.s.fr. Tað, sum kann verða ringt at virðismeta í hesum sambandi, er kostnaðurin av eitt nú umhvørvisárinum.


TÁ man kemur til gagnssíðuna, tá er tað, at mátitrupulleikarnar av álvara koma fram. Hvussu virðismetir man at sleppa undan einum brotnum armi á Hovsvegnum í tølum? Ella uppaftur truplari, hvat er virðið av at varðveita eina bygd sum Gásadalur á Føroyakortinum? Hvat er samfelagsbúskaparliga gagnið av, at flutningsmynstrið hjá fólki, sum keypa inn í smáum millum klokkan 2 og 3 um dagin, broytist við eini vegagerð? Soleiðis kundu vit hildið fram í tað óendaliga. Mátitrupulleikarnir í sambandi við samfelagsligum gagni eru sera stórir og eru partvíst eisini heftir av politiskum málum, tí er tað skeivt at kunngera slíkar kanningar sum um ein kunngjørdi eina hitamáting. Hettar er ikki eksakt vísund, og tess fleiri royndir ein hevur í slíkum málum, tess virðismiklari eru slíkar kanningar og øvugt!


COST benefit kanningar eru í besta føri eitt diskussiónsupplegg, og í versta føri beinleiðis reingjandi. At Vinnumálstýrið hevur sammett alternativ til eina rutu sum Smyrlarutuna er í lagi, tí undirmetir man samfelagsgagnið í einum alternativi, so verður tað ivaleyst eisini undirmett í hinum. Ikki heilt óvæntað kom Vinnumálastýrið til somu niðurstøðu sum Strandferðslan kom til fyri 25 árum síðani - Árini siga okkum nógv sum dagarnir ongantíð vita. Cost benefit kanningar kunnu hava sítt virði í at kanna ymsar loysnir á sama trupulleika ? ella somu rutu. Tað ber illa til at sammeta eitt nú ein Gásadalstunnil og smyrlarutuna, tí samfelagsliga gagnið av hesum báðum tiltøkunum kunnu verða ymisk og tí trupul at sammeta í tølum.


ERU hesar cost-benefit kanningar, sum Vinnumálastýrið hevur kunngjørt, einans diskussiónsupplegg við teimum avmarkingum, sum altíð eru í slíkum kanningum, so er hettar í lagi, treytað av, at almenningurin verður kunnaður um avmarkingarnar í slíkum kanningum. Tað er ikki so einfalt, at Vinnumálstýrið kann loyva sær at kunngera benefit dividerað við cost við tveimum decimalum og lata tað síggja út sum eitt endaligt rokniúrslit, sum ikki kann vera øðrvísi.


VÓNANDI taka Vinnumálastýrið og landsstýrismaðurin til eftirtektar, at cost-benefit kanningar ikki er eitt nýuppfunnið hugtak. Teir áttu kanska at hugsað um, hví man ikki fyrr hevur varpað slíkar kanningar út um allar geilar. Kanska er tað júst tí, at avmarkingarnar í slíkum kanningum eru so stórar. Tað vildi verið ógvuliga hástórt at gingið út frá, at eingin hevur hugsað um hetta fyrr.