Ólavur í Beiti
Dan Petersen vildi í fyrispurningi hava at vita, hvussu mong havtasku- og svartkalvagørn eru loyvd at hava undir? Hvussu mong gørn eru hóskandi fyri stovnsrøkt og veiði? Hvussu leingi hava gørn loyvi at standa í sjónum? Hvussu leingi standa gørnini í meðal? Hvussu leingi livir fiskurin í gørnunum? Hvat er hjáveiðiprosentið upp á 5 sett eftir, tá partur av hesum fiski ikki er kvoteraður annars?
Í svari sínum til hesar spurningar, sigur Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri, at sambært kunngerð frá oktober1995 er garnaskipum á havtasku- og svartkalvaveiði ikki loyvt at seta ella hava standandi í sjónum fleiri enn 1400 gørn, sum eru 27,5 m til longdar, ella um onnur garnalongd verður nýtt, so má samlaða garnastrekkið ikki fara upp um samsvarandi longd.
Loyvini ikki fleiri
Viðvíkjandi næsta spurninginum sigur fiskimálaráðharrin, at tað er ógvuliga ringt at siga, hvussu mong gørn eru hóskandi fyri stovnsrøkt og veiði av havtasku og svartkalva á ytru føroysku landleiðini. Hetta kemst m.a. av, at talan er um nýggja vinnu, og at tíðarskeiðið, roynt hevur verið, er stutt. Harafturat er veiðiøkið hjá garnaskipunum støðugt víðkað.
? Men landsstýrið hevur ikki í hyggju at økja um talið av loyvum at fiska svartkalva, sigur Jørgen Niclasen. Og til 3. spurning, sigur hann, at í verandi lóggávu eru ongar reglur um, hvussu leingi havtasku- og svartkalvagørn hava loyvi at standa í sjónum.
2-3 dagar
Til spurningin um hvussu leingi gørnini standa, sigur fiskimálaráðharrin, at sambært skiparum á garnaskipum, Fiskimálastýrið hevur tosað við, er ymist frá skipi til skip, hvussu leingi gørnini standa. Í royndarfiskiskapinum eftir havtasku á innaru leiðini vísti tað seg, at frægast fekst burturúr, um gørnini stóðu einar 2-3 dagar. Hjá garnaskipum á svartkalvaveiði ganga vanliga 3-4 dagar ímillum, at drigið verður.
Viðvíkjandi spurninginum, hvussu leingi fiskurin livir, sigur Jørgen Niclasen, at mest sannlíkt er, at fiskur livir rættiliga stutt eftir, at hann er komin í gørn ? kanska bara nakrar fáar tímar.
Fiskidagaskipan
Og til seinasta spurning, sigur Jørgen Niclasen, at garnaveiða eftir svartkalva og havtasku var upprunaliga ikki ætlað at umfata fiskasløgini undir táverandi kvotuskipan á føroysku landleiðunum. Tí varð í kunngerð frá 20. oktober 1995 ásett, at hjáveiðan av toski, hýsu, upsa, kongafiski ikki má fara upp um egnu kvotu hjá hvørjum skipi sær, og at hjáveiðan av øðrum fiskasløgum í mesta lagi má vera 5 prosent av vektini av veiðinøgdini fyri hvønn túr.
? Hjáveiðireglurnar eru ikki broyttar, síðani farið varð frá kvotuskipan til fiskidagaskipan á føroysku landleiðunum. Nevnast kann, at í Fiskimálastýrinum verður í løtuni arbeitt við at endurskoða reglurnar fyri garnaveiði á føroysku landleiðunum, herundir hjáveiðireglurnar. Til tess at fáa garnaskipini undir eina fiskidagaskipan hevur Fiskimálastýrið biðið Skipanarnevndina viðgera málið, upplýsir fiskimálaráðharrin í svari sínum til Dan Petersen.









