Oljuráðstevna -Vit eru komin til hesa ráðstevnuna fyri at møta fólki og læra nakað um leiting við Føroyar. Hetta er tað fyrsta, Sabine Rosemary Johnson, stjóri í ChevronTexaco hevur at siga Sosialinum [...] stórt virksemi á Atlantsmótinum og brúkar nógva orku til leiting í hesum økinum, sum Føroyar eisini eru ein partur av. Texaco søkti á sinni um leitiloyvi við Føroyar, men gjørdist ov stutt tá avtornaði. [...] føroyskari útbjóðing í 2005. Samantikið hevur tað tí stóran týdning fyri meg, hvat eg kann læra á hesi ráðstevnuni og síðani, hvat kemur burtur úr teimum báðum brunnunum við markið í summar. Uppá fyrispurning
nú hava vit skift hampuliga nógv fólk út, so tað er eitt sindur ringt at siga, hvussu tað kemur at koyra hjá okkum í ár, og vit eru jú enn ikki heilt vissir í, hvat fólk kemur at spæla við okkum í ár, og [...] altíð er við í toppinum, og B68 hevur eisini fingið nógv nýtt fólk, ella um man kann siga gamalt nýtt fólk innaftur, og tað er sera gott fólk, sum teir hava fingið, so teir kunnu gerast sera góðir. So vænti [...] verjuni hava vit mist nógvar spælarar frá í fjør, so har er bara nýtt fólk. So í venjingardystunum haldi eg ikki, at úrslitini eru so eftirfarandi. Man brúkar meiri teir dystirnar til at finna útav, hvussu
tovuni eru at tosa við, um onkur leys pláss eru við brúgvarnar og við bryggjukantin annars. - Nú dugi eg ikki at siga, hvussu fólk fara at takla korona-trupulleikan á ólavsøku í ár, men tað eru bátaeigarar [...] okkurt annað ár, tá veðrið var av tí fagrasta, vóru fleiri enn 1000 fólk. - Vanliga hevur tiltakið hesi árini savnað eini 500-800 fólk í Vágsbotni, leggur hann aftrat. Formaðurin í Tórshavnar Bátafelag sigur [...] hava nógvar bátar og nógv fólk til bryggjudans - alt eftir, hvussu veðrið hevur háttað sær. Jegvan Bæk vísir á, at okkurt árið, tá tað gjørdist oysandi regn, vóru eini 200-300 fólk til tiltakið, og okkurt
uttan nú eru meira einsháttaðir, eins og báðir handlarnir eru dagførdir, sigur Rodmundur Nielsen við vinnublaðið í Sosialinum í dag. Borg-fyritøkan hevur tilsamans 40 fólk í starvi, harav 25 eru knýtt at [...] í 2006 keyptu teir Klaksvíkar Timburhandil. Rodmundur Nielsen og Jónsvein Knudsen áttu í byrjanini hvør sín helming, men skjótt fingu teir Jóhannus Danielsen inn í fyritøkuna, og hann kom at eiga 20 prosent [...] tá Rodmundur Nielsen yvirtók alt virksemið, og síðan tá hevur hann átt fyritøkuna einsamallur. Tað eru stívliga 11 ár síðan, at fyritøkan fekk felagsnavnið Borg, og stjórin og eigarin heldur, at samleikaskifti
sum mennist bæði í fólkatali og vinnulívi. - Eg havi samband við nógv ung fólk her úr oynni, sum eitt nú eru undir útbúgving. Hesi siga seg ætla sær heimaftur at arbeiða og seta búgv í Suðuroynni, men avgerandi [...] firðir í landinum, og vit kenna okkum nærri bretska meginlandinum og teimum stóru marknaðum, sum har eru, enn miðstaðarøkið í Føroyum. So, spádómur hjá samfelagsfrøðinginum um, hvar ídnaðurin í Suðuroynni [...] tunnilin eisini verður ein stórur fyrimunur fyri framleiðsluvinnuna í Suðuroynni. - Vit her á Tvøroyri eru til reiðar at taka ímóti øllum grótinum, sum fer at koma upp úr Suðuroyartunlinum, sigur hann. Bor
freistin at ummæla ymisku játtaninar er sett til 21. oktober. Realitetsviðgerð - Tá ið vit hava fingið hesi ummælir aftur, fer fíggjarnevndin undir sjálva realitetsviðgerðina av uppskotinum og teimum ummælum [...] vit hava nakrar faknevndir á tingi, sum ikki hava møguleika at seta síni fingramerkir á arbeiði. Við hesi skipan hava løgtingsnevndirnar møguleikan at koma við øðrum prioriteringum, hugskotum og uppskotum [...] nevnd at náa undir land við fíggjarlógini. - Fíggjarlógarviðgerðin er altíð ein trupul "prosess", har hvør einasta játtan verður havd á lofti og verður viðgjørd, leggur hann aftrat. Men sambært brævinum hjá
er um millum fólk undan handanini, er fyri fagrar bókmentir. Í ár var tað sandoyingurin Oddfríður Marni Rasmussen, sum varð heiðraður og fekk viðurkenning frá nevndini, sum avgerð, hvør skal hava virðislønina [...] eisini ein kekk á 20.000 krónur, og tað kemur sjálvsagt eisini væl við, tí um man vil tað ella ikki, so eru pengar frælsi, sigur vinnarin. Oddfríður hevur áður givið út trý yrkingarsøvn, og hetta er tað fjórða [...] Oddfríður eina røðu fyri áhoyrarunum. Oddfríður hevur verið á rithøvundaskúla í Danmark í tvey ár, og hesi árini metir hann sera høgt. Har var eitt veruligt forum fyri rithøvundar, og teir tosaðu um skaldskap
(og heilum). Hinvegin eru nógv innan kirkjuna, sum tosa ímóti diskriminasjónini. Hvør hevur so rætt, kunnu vit spyrja. Eg eri sannførd um, at Várharra hevur einki ímóti, at kvinnur eru prestar. Tað kunnu [...] talan um ein bólk við fleiri prestum. Tað er ikki sørt ræðandi, at tað serliga eru teir ungu, nýútbúnu prestarnir, ið eru farnir uppí henda bólkin. Hetta er stór vanærilig skomm, men eg fegnist um, at [...] spell. Vit eru á veg inn í eina nýggja øld, men hetta stríðið er sum tikið úr fornøldini. Ófatuligt, at nakar enn skal halda, at kvinnur ikki eins væl kunnu vera prestar sum menn. Somu fólk halda, at kvinnur
til tað, sigur stjórin í tunlinum. Forskriftirnar hildnar Tað eru minni enn tvey ár síðani at Norðoyatunnilin varð tikin í nýtslu, og fólk undra seg um, hví lekar soleiðis verða staðfestir á vatnleiðingini [...] líknandi norskum tunlum, og sum eisini vórðu nýttar í Vágatunlinum. Forskriftirnar eru í øllum førum hildnar. Teir eru ikki vitandi um líknandi lekar, hvørki í øðrum norskum tunlum ella í Vágatunlinum. [...] Hetta er ein hækking uppá einar 100 bilar í mun til árið fyri. Fyri Una Danielsen er eingin ivi um, at hvør einasti av hesum bilførarunum kann kenna seg púrasta tryggan at koyra gjøgnum tunnilin. - Vit hava
eina tílíka messu sum hesa, so er hann skjótur at svara: Fólk fáa høvi at heilsa uppá hvønn annan. Serliga tá hugsað verður um, at hetta eru fólk, sum kanska samskifta dag og dagliga. - Hetta gevur møguleika [...] uppá at skipa fyri einari Vørumessu, og tann í ár er hin fjórða í røðini. - Nógv føroysk handilsfólk eru von við at fara uttanlands á líknandi messur, so eg helt tað vera líkatil eisini at hava eina í Føroyum [...] Føroyum, sigur Birgir Poulsen. Henda messan er ikki ein sølustevna, soleiðis at skilja, at hetta eru liðini áðrenn forbrúkarin, ið hittast á Vørumessuni. - Timingin av Vørumessuni er góð, tá vit hugsað um