Norðoyatunnil: - Men nú skuldi verið í lagi aftur!, staðfestir stjórin í Norðoyatunlinum, Uni Danielsen.
Eftir at ávaringartólini fyrrakvøldið søgdu frá, at vatnstøðan var í hægra lagi, vóru menn skjótir á staðið fyri at kanna, hvat var áfatt.
Teir kundi beinanvegin staðfesta, at skaðin minti ikki sørt um tann undanfarna, bert nakrar fáar hundrað metrar longur niðri í tunlinum: Trupulleikin var í sjálvari vatnleiðingini.
Ein líknandi støða hendi herfyri, og viðkomandi spurningurin til Una Danielsen er tí, um hesin seinasti lekin er tann seinasti.
- Vónandi er tað so, men eg kann sjálvandi ikki geva nakað garanti uppá tað, sigur hann við Sosialin niðri á botni í Norðoyatunlinum.
Ótøtt samankoming
Uni Danielsen var tíðliga í morgun komin "on location" fyri at kanna støðuna. Hann hitti arbeiðsmenn og rakstrarleiðaran hjá Norðoyatunlinum, Birgir Johannesen.
Teir vístu hon á skaðan, telduskíggjan sum hevur eftirlit við pumpum og trýsti, og teir fingu tosað saman um tað arbeiðið, sum varð framt í nátt.
Og fyri Sosialinum kundi stjórin stutt staðfesta, at nú var alt í lagi aftur:
Lekin var tettur, pumpurnar vóru settar til, trýstið er í lagið, rætta vatnnøgdin verður pumpað úr tunlinum og út í Leirvíksfjørð og ávaringarnar á telduskíggjanum tagnaðar.
Hann kundi haraftrat staðfesta, at arbeiðsøkið var ruddað, nú teir troyttu arbeiðsmenninir vóru farnir til hús, eftir eina strævna nátt, har teir hava umvælt skaðan.
Bilar í hópatali koyra framvið stjóranum, nú hann er farin at inspisera arbeiðið og fáa tað seinastu gongdina við.
Spurningurin fyri tey ferðandi er, hví slíkt hendir aftur nú, og ikki minst, um tað kann henda aftur eina aðru ferð?!
- Vit kunnu bert staðfesta, at hesin lekin er hendur í eini samankoming. Nú fara vit at eftirmeta, hvat orsøkin kann vera til tað, sigur stjórin í tunlinum.
Forskriftirnar hildnar
Tað eru minni enn tvey ár síðani at Norðoyatunnilin varð tikin í nýtslu, og fólk undra seg um, hví lekar soleiðis verða staðfestir á vatnleiðingini so skjótt aftaná.
Er arbeiðið nóg væl úr hondum greitt?
- Jú, sigur Uni Danielsen. - Arbeiðið er gjørt eftir somu forskriftum sum nýttar verða í líknandi norskum tunlum, og sum eisini vórðu nýttar í Vágatunlinum. Forskriftirnar eru í øllum førum hildnar.
Teir eru ikki vitandi um líknandi lekar, hvørki í øðrum norskum tunlum ella í Vágatunlinum. Satt at siga standa teir tí á ein hátt spyrjandi um, hví tað hendir tvær ferðir innan fyri so stutta tíð í Norðoyatunlinum.
- Vit hava ikki nakað greitt svar uppá tann spurningin beint nú, slær tunnilsstjórin fast.
Tryggur tunnil
Sambært teimum nýggjastu hagtølunum koyra í miðal 1814 bilar um samdøgrið gjøgnum Norðoyatunnilin. Hetta er ein hækking uppá einar 100 bilar í mun til árið fyri.
Fyri Una Danielsen er eingin ivi um, at hvør einasti av hesum bilførarunum kann kenna seg púrasta tryggan at koyra gjøgnum tunnilin.
- Vit hava góðar ávaringarskipanir, sum beinanvegin siga frá um nakað er áfatt.
- Og tann innsatsurin sum varð gjørdur av nógvum fólkum í nátt, vísir eisini greitt, at tilbúgvingin virkar sum hon skal, sigur hann.