bert siga, at tað er ein tørfør uppgáva at reka strandferðsluna í Føroyum. Men tað er ein sannroynd, at trupulleikarnir í samferðsluni koma ikki eftir einum degi. Teir hava bygt seg upp, meðan politisku [...] menn um, so tað er eingin orsøk til at gerast kløkkur, tá tíðin kemur, at stórar upphæddir skulu brúkast til at hava Smyril í framhaldandi sigling. Og roknast kannn eisini við, at hann kemur at verða tikin [...] hevði fingið pengar til tað. At leiga eitt skip til siglingina er tí burturvið. Við nýggju krøvunum verður tað rætt og slætt ov breitt til at koma inn í Skopun. Tummas Arabo sigur, at hetta eru mál, sum eru
modernaðan skaldskap. Tað er eitt annað sum eg í hesum sambandinum sum eg eisini vil nýta høvið at leggja áherðslu á, og tað er tann serliga ekstremistarasan sum vit hava í Føroyum. Fyri at lýsa hetta fyribrigdi [...] háskúlastjóran um tað ikki hevði ligið fyri hjá honum at hugt uppá nakrar yrkingar sum eg í longri tíð hevði roynt at fingið at sitið. Tað sum eg serliga festi meg við í hansara svari, var at hann spurdi meg, [...] endaði við orðunum »?men dynamitti er uppfunnið«. - Ert tú sinnaður at brúka dynamitt, segði hann, tað er tað sum málið snýr seg um. Tú kanst ikki brúka stór orð uttan at vera kletturin aftanfyri tey. Annars
í Føroyum. Hann heldur, at tað hevur sera stóran týdning, at tað, landsliðsspælararnir vilja hava, verður samskipað. Men hvat er tað, sum tit so fegnir vilja broyta? Talan er ikki um serliga stórar [...] Hetta er nakað, sum er veruleikanært, meðan tað er meiri veruleikafjart at fáa fatur á upphæddirnar, sum okkum stendur í boði, um vit vinna ímóti Spania, vísir Todi Jónsson á. Sáttmálin, sum nú er galdandi [...] broytingar, og tær kosta ikki serliga nógvar pengar. Eitt er at vit halda, at vit áttu at fingið fleiri pengar fyri at vinna á teimum liðunum, sum eru á hædd við okkum ella kanska eru eitt lítið sindur
gjørdist tað so álvarsamt, at eg var noyddur at gevast, og síðani tá havi eg ikki sparkað ein bólt. Tað er ógjørligt at gera tað. Sjálvandi iðrar hetta meg, men tað er einki at gera við tað, og tað er einki [...] niður til Spania, men tað er hann ikki longur. Vit frætta, at GÍ spælarin er so mikið skaddur, at tað ber honum ikki til at spæla á landsliðnum. Kanningar hava víst, at hann hevur tað, teir kalla fyri stressbrot [...] einki nýtt, at lærkrikin plágar. Í veruleikanum hevur tað ikki verið møguligt hjá mær at spæla við fullari ferð síðani summarsteðgin. Eg havi valt at liggja meiri mitt fyri og ikki at fara so langt út í síðurnar
nógv tey seinnu árini. Gunnar Mohr gevst nú á 1. liði, og tá hann gott korter eftir hálvleikin í dystinum móti ÍF varð útskiftur, var tað fyri seinastu ferð.Undan dystinum hevði Gunnar fingið blómutyssi [...] m, hann fekk skot á, hóast nógvir mans vóru um hann, skotið var ikki gott, men rakti ÍF-verjuspælara og fór í mál. 2-0 gjørdist tað, tá Jan Dam skoraði við brotssparki. Andrew av Fløtum og Áslakur Petersen [...] hildu talan vera um brotsspark, peikaði dómarin á brotssparksblettin. Jan Dam var ósvikaligur tryggur, tá hann sendi skotið úr 11 metrum upp undir nettakið. Fuglfirðingar fingu varhugan av, at hetta kundi
? Okkara trupulleiki er, at tað er dýrt at lata skipi sigla tómt heimaftur úr Skotlandi og fyri at fáa betri rakstur í skipi, hava vit roynt at funnið útvegir fyri at fáa farm at flyta til Føroyar eisini [...] fiski. ? Av tí, at hann er so bíligur, hava vit hugsað, at tað ber kanska til at keypa hann higar at arbeiða, sigur Johan Páll Joensen. ? Tí er tað slett ikki óhugsandi, at tann upsi, føroysk skip hava í [...] til Føroyar at arbeiða. Hinvegin er ikki sannlíkt, at tað loysir seg at føra tosk, ella annan fisk, higar at arbeiða. Verður ikki álitið Símun Gullaksen heldur, at tað kann blíva eitt gott ískoyti hjá
útskiftur, tá tað stendur á, men eg havi lært, at tað ber ikki til at vera við á hesum støðinum, um tú ikki ert púra klárur at spæla. Og tí er tað, at eg havi givið avboð bæði til dystirnar hjá FCK og [...] Sjællandi: Tað er aftur lúskan (á føroyskum eitur hetta lærkrikin), sum ger, at tað ikki ber til hjá mær at spæla. Eg fái ikki fylgt við í venjingini. Tað bilar ikki, tá eg renni fyri meg sjálvan, men eg fái [...] tíðina, men eg var plágaður av skaðanum. Sjálvandi vilt tú fegin hjálpa tínum liðfeløgum, og um venjarin heldur, at tú ert nóg góður at vera við, so heldur tú sjálvur, at tað er skeivt at biðja um at verða útskiftur
so mikið seint, at áskoðararnir høvdu ikki stundir til at halda sær at gamni, meðan teirra lið spældi. Tað høvdu teir á Sandi, og tað sást beinanvegin, at hesin dysturin meiri fór at vera sigursfrøði millum [...] verið betri nú, enn tey hava verið síðstu árini, er einki at ivast í. Nú er arbeiðið í oynni, og tað átti at økt um sannlíkindini fyri, at ungdómarnir fara at støðast har suðuri. [...] aftur vóru tað tey í B36 leguni, sum vildu vera við, at hetta var alt avrátt frammanundan. Tí í einum FM ári var tað sera hóskiligt at úrslitið hjá B36 í seinasta dystinum var 3-6! Málini Tað vóru tólv
tí var einki at siga til, at GÍ var stórfavorittur. Men um tað var hetta, sum ávirkaði GÍ til ikki at spæla upp til sítt besta, skal vera ósagt, men tað var í hvussu so er sjíon fyri søgn, at heimaliðið [...] ikki var so væl upplagt, sumtað palgar at vera á heimagrasið. Gestirnir úr Vágum, sum høvdu ómøguligu uppgávuna at royna at vinna í Gøtu høvdu ikki givið upp í forhond, og teir stríddust manniliga allan [...] Torkil Nielsen og hansara verjumenn vardu væl fyri, so helt tað sær ikki tíðina út. Eftir fleiri ferðir aftur og fram, fekk innskifti Magni Jacobsen at enda skot á og var 2-2. Hetta var átta minuttir fyri leiklok
sum teir vóru í fjør, tá eingin kláraði at gera nakað um helst við teir. VÍF er tí stórfavorittur til at endurvinna meistaraheitið í ár, og tað er trupult at fáa eyga á nakað lið, sum kann hótta teir [...] suverent, og øll hini liðini tóku stig frá hvørjum, kemur tað kanska ikki óvart á, at liðini skifta venjarar, men onkrastaðni var uppá tal, at sami venjari skuldi halda fram. Í Vestmanna stórtrívist h [...] sum venjarar í VÍF, og aftur í ár fer Ingi Olsen at vera ein av spælarunum á VÍF-liðnum, meðan Kári Durhuus skal stýra frá síðulinjuni. Ofta hevur tað verið Kyndil, sum hevur verið argasti kappingarneytin