Todi Jónsson, fremsti álopsspælarin í føroyskum fótbólti, verður ikki við, tá landsliðið í morgin fer á síðstu fótbóltsferðina í ár.
Hann var við FCK í Jerevan, men hann spældi ikki við, tí hann var skaddur. Tá var tó sagt, at FCK hevði valt at spara álopstrumfin, tí teir vóru frammanfyri við trimum málum frá fyrra dystinum. Men at skaðin er álvarsamari, enn tey flestu høvdu givið sær far um, varð staðfest sunnudagin, tá FCK var í Herfølge og spældi ímóti felagnum hjá Jákupi Mikkelsen. Todi Jónsson var ikki á liðnum, og tað var týðuligt, at hann var saknaður av liðfeløgunum, ið ikki vóru heilt nøgdir við 2-2 og eitt stig.
Lærkrikin plágar
Todi Jónsson sat við hús í Keypmannahavn, meðan liðfelagarnir so at siga vóru úti á bygd á Sjællandi:
Tað er aftur lúskan (á føroyskum eitur hetta lærkrikin), sum ger, at tað ikki ber til hjá mær at spæla. Eg fái ikki fylgt við í venjingini. Tað bilar ikki, tá eg renni fyri meg sjálvan, men eg fái bara spurtað við hálvari ferð, og tað er ikki nóg mikið, tá tú skalt spæla á hesum støðinum, sigur Todi Jónsson.
Tað kemur illa við hjá FCK, at álopsmaðurin, sum teir hava mett sum hin fremsta í felagnum, ikki er tøkur.
Fyrra helvtin í donsku landskappingini endar sunnudagin 23. novembur, og tað er neyvan sannlíkt, at Todi Jónsson fer at spæla aftur undan vetrarsteðginum.
Nógvir serfrøðingar uppi í leikinum
Kent Karlsson, svenski venjarin hjá FCK, er harmur um, at Todi Jónsson ikki er tøkur, og leiðslan í felagnum ger nógv fyri at álopsspælarin skal koma fyri seg aftur:
Eg havi fingið viðgerð hjá einum fysioterapeuti, og eg gangi til kiropraktor og zoneterapi, og nú skal eg til ein serlækna, sum er kendur fyri at hjálpa ítróttarfólkum, sum hava havt trupulleikar við lærkrikanum. Hann eitur Per Rørvig, og hann hevur áður verið lækni hjá gamla felagnum hjá mær í Lyngby, greiðir Todi frá.
Tað verður sagt um Per Rørvig, at hann hevur hjálpt ítróttarfólkum við hesum serliga slagnum av skaðum sera væl. Í 21 av 22 førum hevur tað eydnast honum at fáa ítróttarfólk í gongd aftur, sum vóru givin at íðka á høgum støði, tí lærkrikin ikki vildi, sum tey vildu.
Ber ikki til tá
alt ikki er í lagi
Tað er einki nýtt, at Todi Jónsson hevur verið plágaður av skaða í lærkrikanum. Tá landsliðið var í San Marino og spældi fyri tveimum árum síðani, skoraði Todi Jónsson øll trý málini, áðrenn hann í 2. hálvleiki fór av vøllinum. Tá var talan um skaða í lærkrikanum, og tað tók drúgva tíð, áðrenn hann kom fyri seg og kundi spæla við á superligu liðnum í Lyngby.
Í summar skifti hann til FCK, og tað var í vanligari venjing, uttan at hann varð trýstur av nøkrum øðrum spælara, at Todi aftur merkti pínu í sama staði. Skaðin hevur kortini ikki verið verri enn so, at tað hevur borið honum til at spæla flestu dystirnar, og hann hevur verið millum teir bestu málskjúttarnar.
Má duga at siga frá
Todi Jónsson dylur kortini ikki fyri, at tað hevur verið torført at fylgja við, tí hann í fleiri vikur hevur merkt til skaðan:
Tá vit vunnu 3-2 í Odense var eg við alla tíðina, men eg var plágaður av skaðanum. Sjálvandi vilt tú fegin hjálpa tínum liðfeløgum, og um venjarin heldur, at tú ert nóg góður at vera við, so heldur tú sjálvur, at tað er skeivt at biðja um at verða útskiftur, tá tað stendur á, men eg havi lært, at tað ber ikki til at vera við á hesum støðinum, um tú ikki ert púra klárur at spæla. Og tí er tað, at eg havi givið avboð bæði til dystirnar hjá FCK og eisini til at fara við landsliðnum niður til Spania.
Missir tveir møguleikar í Spania
Tá spanska landsliðið vitjaði á Svangaskarði í fjør, skoraði Todi Jónsson hjá Zubizaretta við høgra beininum, sum hann langt í frá brúkar so nógv at sparka við, sum hann brúkar vinstra bein.
Men tað, sum best verður minst til frá fyrra dystinum ímóti Spania, er tá Todi í 1. hálvleiki hegnisliga lyfti uppum ein verjuspælara, men var taklaður akkurát, tá hann skuldi heilflukta ímóti málinum.
Todi Jónsson segði tá, at hann hvørki sá ella hoyrdi verjuspælaran, sum kom stunandi aftaná honum, og hann legði skemtiliga afturat, at um hann hevði vitað um spaniumannin, so hevði hann lyft bóltin uppum hann eisini, áðrenn hann heilfluktaði.
Nú fær Todi Jónsson ikki høvi til leygardagin at vísa spaniumonnum, hvør dugur er í honum, og tað er rættiliga sannlíkt, at hann heldur ikki fær hetta høvi, tá FCK 23. oktobur skal til Spania at spæla í Europa Cup kappingini fyri steypavinnarar:
Um vit gera tað upp í ítróttarligari avbjóðing, so verður tað spennandi hjá FCK at fara til Sevilla. Men í felagnum høvdu teir heldur vilja havt eitt annað mótstøðulið. Í FCK vilja teir fegnir koma víðari í kappingini, og tað hevði verið lættari, um mótstøðuliðið hevði verið eitt annað enn Sevilla.
Hetta sigur Todi Jónsson, sum iðrar seg um, at hann helst ikki fær høvi at royna seg á vøllinum, sum verður sagdur at vera rætti heimavøllurin hjá spanska landsliðnum. T.d. var tað í Sevilla, at Spania tvær ferðir fyrr í nítiárunum syrgdi fyri, at Danmark ikki slapp víðari í endaspøl. Og í løtuni talar alt fyri, at Todi Jónson, sum ynskir landsliðsfeløgunum alt tað besta leygardagin, heldur ikki verður við, tá Sevilla kemur til Keypmannahavnar 6. novembur.










