1. deild menn:
HB-ÍF 3-3 (2-2)
HB segði sunnudagin farvæl til ein av størstu profilunum í felagnum nógv tey seinnu árini.
Gunnar Mohr gevst nú á 1. liði, og tá hann gott korter eftir hálvleikin í dystinum móti ÍF varð útskiftur, var tað fyri seinastu ferð.Undan dystinum hevði Gunnar fingið blómutyssi, og tá hann fór av vøllinum handaði hann Andrew av Fløtum troyggjuna við 10-talinum.
Hana hevur Gunnar borið í nógv ár, og nú skal yngsti maðurin á HB-liðnum í hana. Handingin var á fleiri hættir súmbolsk, og restina av dystinum móti ÍF spældi Andrew í troyggjuni hjá Gunnari innanfyri sínari.
Andrew vísti at HB-fólkini kunnu vænta sær nakað av honum, tí hann bæði skoraði og legði upp. Hann vísti góðar tekniskar detaljur og var við í nógvum.
Tvey mál beinanvegin
HB byrjaði dystin sera væl, teir løgdu harðliga fyri, og longu tá 12 minuttir vóru farnir, vóru teir frammanfyri við tveimum málum.
Hallur Danielsen legði HB fram um 1-0, tá hann rak uppá tvørs í ÍF-brotsteiginum, hann fekk skot á, hóast nógvir mans vóru um hann, skotið var ikki gott, men rakti ÍF-verjuspælara og fór í mál.
2-0 gjørdist tað, tá Jan Dam skoraði við brotssparki. Andrew av Fløtum og Áslakur Petersen vóru í nærdysti í brotsteiginum, Andrew fór um koll, og hóast ÍF¹arnir ikki hildu talan vera um brotsspark, peikaði dómarin á brotssparksblettin. Jan Dam var ósvikaligur tryggur, tá hann sendi skotið úr 11 metrum upp undir nettakið.
Fuglfirðingar fingu varhugan av, at hetta kundi enda, sum tá KÍ var á vitjan í Fuglafirði fyri trimum vikum síðani. Tá góvu ÍF¹arnir upp og taptu heili 9-0.
Men hesaferð spældi tað øðrvísi av. HB¹arnir vóru ikki so grammir eftir tey tvey málini, og ÍF-miðvøllurin fekk betri tak á.
Endaði javnt
ÍF minkaði til 2-1 eftir hornasparksstøðu. Bólturin varð stútaður út frá, Rógvi Larsen royndi seg við skoti, Bárður Johannesen (vardi HB-málið til 10 minuttir inn í seinna hálvleik, tá Kaj Leo Johannesen kom inn) hálvbjargað og so sendi Bárður á Lakjuni um linjuna.
Rógvi Larsen javnaði til 2-2, tá hann slapp leysur. HB¹arnir royndu at draga hann í rangstøðu, men Bárður á Lakjuni fekk stungið fram ímillum, og so plaseraði Rógvi fram við málverjanum. 2-2 var hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleiki legði HB seg fram um 3-2. Andrew av Fløtum smekkaði til og hvørki Erling Joensen ella Bartal Eliasen fingu vart fyri.
Stutt aftaná javnaði ÍF aftur. Tríggir fuglfirðingar fóru í mótálop. Rógvi Larsen dróg mitt fram eftir vøllinum, skuldi stinga til Egil Zachariasen, tá teir nærkaðust brotsteiginum, men aftasti maður hjá HB, Jan Dam, fekk fótin á, og so trillaði bólturin fram við Bárður Johannesen, sum var komin út ímóti.
3-3 gjørdist úrslitið av dystinum, og tað vóru ÍF¹arnir væl nøgdir við. Fyri HB hevði javnleikurin einki at siga, tí silvurið var komið í hús áðrenn dystin.