venjari hjá EB/Streymi, ið hevur neyvan teir stóru trupulleikarnar av at seta sínar menn upp til dagsins dyst móti GÍ. Tað var júst EB/Streymur, sum í fjør bremsaði sigursgongdini hjá GÍ, tá sundalagsmenn á [...] torført fyri okkum, sigur venjarin hjá EB/Streymi. Higartil hevur EB/Streymur á heimavøllinum vunnið á HB, TB og Skála, og fingið javnleikir móti bæði B36 og B68, so tað krevst eitt sindur av GÍ, skal fjó [...] ikki er tøkur hjá sundalagsmonnum í dag, er Sorin Anghel, tí hann hevur karantenu eftir gula kortið í HB-dystinum. Heldur ikki gera nakrir skaðar fyrireikingarnar truplar. Magni og Suni uttanfyri GÍ, sum
ímóti HB í Gundadali. Hóast vágamenn tykjast vera komnir eitt sindur fyri seg, og hóast teir ofta hava staðið seg væl í Gundadali, so er tað meiri sannlíkt, at B36 vinnur í Vági, enn tað er at HB snávar [...] sunnudagin. Ikki færri enn 31 mál vórðu skotin í teimum fimm dystunum. Tað er 5,2 mál í miðal fyri hvønn dyst. Í trimum støðum var talan um rættuligar avhølvingar. GÍ, sum hevur havt tað strevið, síðani teir [...] sera støðugt kappingarár vann størsta sigurin í landskappingini í ár. Á Toftum vórðu eisini nógv mál. HB vann 5-2 ímóti B68, og tá VB samstundis tapti í Miðvági, er tað mest sum avgjørt, at bæði gull og silvur
tá ið Skála var í bestu deildini. Eftir at hann var uppsagdur, hevur Eliesar Olsen ikki sæð nakran dyst hjá besta Skála liðnum á heimavølli, og hann verður ikki við, tá ið B68 seinnapartin fer inn á Skála: [...] tað Odd Olsen einsamallur, sum fer at hava ábyrgdina ídag. Málið hjá okkum er framvegis at vinna ein dyst, sigur Eliesar Olsen. Tað er synd at siga, at tað hevur hepnast væl við útlendsku spælarunum á Sv [...] meiri. Undan ferðini suður á Argir spældu vit ímóti øllum fýra toppliðunum. Nú eiga vit B68, ÍF, TB og HB. Vit eru uppsettir at vinna nøkur stig aftrat, sigur Skála veteranurin Pætur Dam Jacobsen. Í dag er
venjararnir higartil hava latið inn, hava snúð seg um menning av spælistíli, viðurskifti rundanum at spæla dyst og um at leggja eitt kappingarár til rættis. Í vikuskiftinum fer tað at snúgva seg um menning av tí [...] Simonsen, sum í fjør var venjari hjá B68 í 1. deild, skal í ár hava ábyrgdina av unglingaliðnum hjá HB, og Petur Mohr, sum í fjør var venjari hjá NSÍ í 1. deild, skal venja dreingjaliðið hjá sama felag
umboðað fleiri feløg í fleiri londum. Hann hevur spælt í Svøríki, Norra og Íslandi. HB spælir sunnudagin sín fyrsta dyst í hesum kappingarárinum, sum verður móti B68 í Gundadali. [...] HB hevur gjørt sáttmála við 31 ára gamla miðvallaran Emil Berger. Hann er svenskari við royndum í bestu svenksu deildini, sum í fjør spældi við Leiknir í Íslandi. Tað er sama felag sum Mikkel Dahl. Emil [...] ari”. Tað er ein verjukendur miðvallari, sum hevur til uppgávu at tryggja eina javnvág á einum liði. HB hevur nógvar framrættaðar miðvallarar í hópinum og tí verður hetta mett sum eitt neyðugt keyp. Emil
javnað fyri HB, aftaná gott samanspæl við Andrew av Fløtum. 86. min: HB-spælararnir fingu armarnar niður beinavegin. Tí Finnur Justinussen hevur við einum sonnum einmansavriki sent bóltin í HB-netið til [...] spælstýrandi í Streymnesi. 46 min: Filip Djordjevic hjá Víkingi hevur eitt gott skot á HB-málið, sum Teitur Gestsson í HB-málinum hegnisliga bjargar út til hornaspark. Víkingur hevur skift Jann Inga Petersen [...] spælinum. 77 min: HB hevur skift Alex Dos Santos út, Pál Mohr Joensen er komin inn. 78 min: TB hevur spent álopsbogan, tvørámenn hava flutt Òla Johannesen fram í álopið. 80 min: HB hevur aftur skift út
VB-HB 1-2 (0-1) HB víðari við 8-3 samanlagt Eftir at hava vunnið greiðan 6-2 sigur á VB í fyrru hálvfinaluni, mundu tey fægstu vera í iva um, at HB at hevði tryggjað sær sessin, áðrenn farið varð á vøllin [...] at siga, tí VB royndi so at siga ongantið at leggja veruligt trýst á HB liðið. Málini Trý mál komu í dystinum, og av hesum átti HB sum kunnugt tvey. Bárður Mortansson skey einasta málið í fyrra hálvleiki [...] innfyri úr vinstru. Greipan á veg? HB hevur sostatt enn einaferð leikt seg í steypafinaluna, og skal talan aftur í ár gerast um ein greipuvinnara, er einki at ivast í, at HB er einasta liðið, sum hevur ein
væl og virðiliga uppiborið. Við Útvarpið segði venjarin tá, at talan sum so var um ein sera javnan dyst, men at føroyska liðið hevði fleiri møguleikar at økja um leiðsluna, uttan at tikið varð av hesum [...] tti, so avgreiddi hon hetta uttan stórvegis hóvasták. Sama dag leiktu Spania og Belgia sínamillum dyst, og her vann Spania greiðan 4-0 sigur. Tí kundi onkur á føroyska liðnum gerast heldur bangin, tá Føroyar [...] Neystabø úr B36. Randi S. Wardum, Malan á Dunga, Ása úr Dímun, Kristina D. Simonsen og Linda Weihe úr HB. Anja Klæmintsdóri úr GÍ. Doris í Garði Joensen úr EB. Mary-Ann Isaksen og Maibritt Svalbard úr B68
fyri vakra spælið. Heldur var talan um ein dyst, har báðir partar royndu at stríða seg til sigurs, og sum so eydnaðist hetta betri hjá stórabeiggjanum úr HB. Sum skilst úr Gundadali, so var fyrri hálvleikur [...] dystin, tí hóast málið, so megnði B36 ikki at seta so mikið av ferð á, at HB veruliga kom undir trýst. Hinvegin vóru teir úr HB nú eisini meira varnir, men stutt fyri leiklok fingu teir tó staðfest sigurin [...] Løgmanssteypið Grannauppgerð var á skránni í Gundadali sunnudagin, tá HB og B36 hittust í fyrsta sínamillum dystinum á árinum. Ein dystur, sum vanliga savnar nógv viðhaldsfólk, og har spælið í nógvum førum
sjálvandi nakað verri nakað at tapa somikið nógv, men eg eri hóast alt glaður fyri at fáa mín fyrsta dyst. Hetta var ein trupult dystur at koma inn í. Vit vóru longu aftanfyri við fleiri málum, men tað er [...] at eg ikki skuldi hugsa um umstøðurnar, men bara fara inn og njóta tað, sigur fyrrverandi B36- og HB-leikarin, sum nú hevur fingið sínar fyrstu minuttir í Superliguni út av teimum vónandi mongu.