Tað endaði við javnleiki, tá EB/Streymur í kvøld vitjaði í Gøtu. Talan var um spennandi dyst, har bæði liðini royndu at spæla fótbólt, hóast vindurin í løtum argaði nakað.
EB/Streymur tóktist fáa avgerandi fyrimunin, tá Hans Jørgen Djurhuus hjá Víkingi varð rikin av vølli eftir sítt næsta gula kort. Og tá Arnbjørn Hansen løtu seinni skoraði, tóktust stigini vera á veg úr Sarpugerði.
Myndir frá dystinum síggjast HER
Heimamenninir góvust tó ikki. Hóast teir vóru undirmannaðir, so løgdu teir nógv fyri, og eftir at Finnur Justinussen hevði javnað, trýstu vertirnir fyri sigrinum. Seinastu minuttirnar høvdu teir eina røð av hornaspørkum, men tað eydnaðist ikki at fáa avgerandi málið.
Úrslitið ber við sær, at liðini fáa eitt stig í part og framvegis eru nummar ávíkavst trý og fýra. Víkingur hevur nú 28 stig fyri 17 dystir. EB/Streymur hevur 27 stig fyri 16 dystir.
Víkingur-EB/Streymur 1-1 (0-0)
0-1: Arnbjørn T. Hansen, 78.
1-1: Finnur Justinussen, 83.
Reytt kort: Hans Jørgen Djurhuus
90 min 1-1: Dómarin hevur lagt tríggjar minuttir afturat. Hjá EB/Streymi er Rói Olsen komin á vøllin fyri Arnar Dam.
88 min 1-1: Tað er Víkingur, sum trýstir fyri at vinna sær øll stigini. Síðani teir javnaðu, hevur talan verið um støðugt trýst frá heimaliðnum, meðan EB/Streymur stríðist fyri at halda fast í eina stiginum, sum javnleikurin gevur.
83 min 1-1: So hevur Víkingur javnað. Eftir langt innkast frá Bárði Hansen fall bólturin til Finn Justinussen, sum av brotsteigarmarkinum langaði bóltin upp undir nettakið.
78 min 0-1: So er mál komið í Sarpugerði. Sum ikki einaferð, so var tað Arnbjørn Hansen, sum átti seinasta fótin á. Málið kom eftir uppspæl í høgru, og tá bólturin fall fyri føturnar á Arnbirni smekkaði kollfirðingurin til, og bólturin smoygdi sær dygst inn um stólparótina. Víkingur hevur sent Filip Djordjevic á vøllin fyri Andrias Lava Olsen.
70 min 0-0: EB/Streymur er við yvirlutan, nú teir eru ein fleiri á vøllinum, og Arnbjørn Hansen hevði góða skotroynd, sum varð stórbjargað til horna. Í hinum endanum hevur Hanus Jacobsen roynt seg við langskoti.
62 min 0-0: Tað er dramatikkur í Sarpugerði, har Hans Jørgen Djurhuus hevur sæð reyða kortið. Hann var ov seinur við tacklingini, tá Arnbjørn T. Hansen royndi at bróta ígjøgnum, og so fekk hann gult fyri aðru ferð í dag.
55 min 0-0: Tað gongur framvegis javnt á. Ferðin tykist vera farin nakað úr dystinum seinastu minuttirnar.
50 min 0-0: Leif Niclasen er komin á vøllin fyri Marna Djurhuus, nú farið er undir seinna hálvleik. Enn einaferð hevur Súni Olsen víst dømi um sparkiteknikkin hjá sær, men eydnan var heldur ikki við hesi langskotsroyndini.
Hálvleikur 0-0: Tað er framvegis málleyst og undirhaldandi í Sarpugerði. Eftir at heimaliðið setti seg tung á dystin fyrstu løtuna, hevur EB/Streymur veruliga verið við seinna part av fyrra hálvleiki. Dygst undan steðginum var tó nær við, at Finnur Justinussen legði Víking á odda, tá hann úr spískum stútaði innlegg úr spískum.
40 min 0-0: Tað er framvegis málleyst í Sarpugerði, har EB/Streymur nú veruliga er komið fyri seg. Egil á Bø hevur sæð gult fyri at steðga Andreas Lava Olsen í gjøgnumrbrotsroynd.
31 min 0-0: EB/Streymur hevur havt bóltin í netinum, men linjuverjin hevði flaggið uppi. Eisini hevur Niels Pauli Danielsen eina góða roynd eftir fríspæling frá Jónas Tór Næs. Hans Jørgen Djurhuus hevur fingið gult kort.
22 min 0-0: Finnur Justinussen hevur verið púrasta leysur, men sendi uppum. Eisini royndi Sølvi Vatnhamar seg við skoti av brotsteigarmarkinum, men hetta fór beint omanfyri. Vindurin darvar spælinum nakað, men báðir partar skulu hava rós fyri at halda bóltinum nær jørðini. EB/Streymur roynir at halda tørn og annars at svara aftur við skjótum mótálopum.
15 min 0-0: Andreas Lava Olsen hevði góða roynd, men skotið fór beint framvið.
10 min 0-0: Næstur við var Súni Olsen, tá hann royndi seg við skoti úr 30 metrum. Bólturin brast í tvørtræið, áðrenn René Tórgarð fekk tamarhald á.
Liðini:
Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Súni Olsen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Hallur Hansson, Hans Jørgen Djurhuus, Sølvi Vatnhamar – Andrias Lava Olsen (Filip Djordjevic, 79.), Finnur Justinussen, Heðin Hansen
Gult kort: Hans Jørgen Djurhuus
Reytt kort: Hans Jørgen Djurhuus
EB/Streymur: Rene Tórgarð – Jónas Tór Næs, Høgni Madsen, Egil á Bø, Johannus Hansen – Arnar Dam (Rói H. Olsen, 90.), Marni Djurhuus (Leif Niclasen, 46.) – Niels Pauli Danielsen, Gunnar Zachariasen, Hans Pauli Samuelsen – Arnbjørn T. Hansen
Gult kort: Egil á Bø, Niels Pauli Danielsen