Upptakt
? Samstundis sum vit fara at gera okkara besta, vóna vit sjálvandi at fáa eina hjálpandi hond frá toftamonnum, ið bara ikki mugu tapa móti Skála.
Tað sigur Trygvi Mortensen, venjari hjá EB/Streymi, ið hevur neyvan teir stóru trupulleikarnar av at seta sínar menn upp til dagsins dyst móti GÍ.
Tað var júst EB/Streymur, sum í fjør bremsaði sigursgongdini hjá GÍ, tá sundalagsmenn á heimavøllinum á Eiði fingu javnleik móti gøtumonnum. Og í dag vóna teir at fáa í minsta lagi tað sama burturúr:
? Best fyri okkum er at vinna dystin, tí so hava vit ikki fyri neyðini at hugsa um, hvussu tað spælir av á Toftum, men vit vita samstundis at GÍ sjálvandi fer at gera tað torført fyri okkum, sigur venjarin hjá EB/Streymi.
Higartil hevur EB/Streymur á heimavøllinum vunnið á HB, TB og Skála, og fingið javnleikir móti bæði B36 og B68, so tað krevst eitt sindur av GÍ, skal fjórðaplássið varðveitast.
Einasti spælarin, ið ikki er tøkur hjá sundalagsmonnum í dag, er Sorin Anghel, tí hann hevur karantenu eftir gula kortið í HB-dystinum. Heldur ikki gera nakrir skaðar fyrireikingarnar truplar.
Magni og Suni uttanfyri
GÍ, sum við sínum fjórðaplássi hevur annan fótin úti í Europa, hevur bæði Magna Jarnskor og Suna Olsen uttanfyri, tí teir hava karantenu. Men hinvegin er Bartal Eliasen tøkur aftur eftir karantenu, og Pól Ennigarð sær út til at vera komin fyri seg eftir skaða.
? Sjálvandi fer GÍ eftir øllum trimum stigunum. Nú hevur felagið í so mong ár á rað verið við í europeisku kappingunum, og tað er eisini tað minsta, ið kann fáast burtur úr hesa ferð, sigur Suni Olsen, ið altso bara verður áskoðari á Eiðismøl í dag.
Undan dystinum er GÍ nummar fýra við sama stigatali sum B36, ið er nummar fimm. Tí krevst av GÍ, at dysturin verður vunnin, skal kjansurin fyri Europa næsta ár ikki bresta á málstrikuni.
Hetta er eisini síðsti dysturin hjá venjaranum Johan Nielsen, sum tilsamans í ellivu ár hevur staðið á odda fyri GÍ, ið óivað vil løna honum fyri trúgva tænastu við einum allarsíðsta sigri.