Eliesar møtir ikki upp á Skála

Skálamenn ætla sær at undirhalda, nú tað er greitt, at framtíðin í bestu deildini er tryggjað

Tað er greitt, at B68 næsta kappingarár verður í næstbestu deildini. Eftir 2-0 sigurin í lyklauppgerðini á Argjum, er tað mest sum greitt, at Skála eisini í 2017 verður í fremstu røð.

 

 

Síðani summarsteðgin hevur Eliesar Olsen saman við Odd Olsen verið venjari á Toftum. Eliesar er skálamaður, og tað var á Skála, at Eliesar longu í 2010 var venjari í aðru deild. Hann var venjari í fyrstu deild í 2011, 2012 og 2013, og hann var venjari fyrra partin av 2014, tá ið Skála var í bestu deildini.

Eftir at hann var uppsagdur, hevur Eliesar Olsen ikki sæð nakran dyst hjá besta Skála liðnum á heimavølli, og hann verður ikki við, tá ið B68 seinnapartin fer inn á Skála:

-Tað er fyri langari tíð síðani avgjørt, at eg hetta vikuskiftið fór at verða burturstaddur, og harvið verður tað Odd Olsen einsamallur, sum fer at hava ábyrgdina ídag. Málið hjá okkum er framvegis at vinna ein dyst, sigur Eliesar Olsen.

Tað er synd at siga, at tað hevur hepnast væl við útlendsku spælarunum á Svangaskarði. Damir Ibric Yüksel var so mikið skaðadarvaður, at hann ikki var førur fyri at spæla ímóti ÍF síðsta sunnudag, og nú er tað greitt, at Pedro Tarancon Anton ikki verður við aftur í ár. Í vikuni breyt hann eitt bein í skinnabeininum undir venjng.

 

 

Á Skála fegnast teir um, at vandin fyri at flyta niður er um at vera horvin:

-Nú gleða vit okkum at undirhalda áskoðararnar meiri. Undan ferðini suður á Argir spældu vit ímóti øllum fýra toppliðunum. Nú eiga vit B68, ÍF, TB og HB. Vit eru uppsettir at vinna nøkur stig aftrat, sigur Skála veteranurin Pætur Dam Jacobsen.

Í dag er Brian Jacobsen leikbannaður.