Eitt sera týðandi stig í botnstríðnum

(Rás2) Jón Krosslá Poulsen fegnast um, at TB/FCS/Royn fann stríðsviljan fram aftur í dag

Tá TB/FCS/Royn tapti 1-3 ímóti HB farna vikuskiftið var høvuðsvenjarin hjá TB/FCS/Royn, Maurice Ross ikki nøgdur við avrikið, og segði seg hava skift fimm spælarar út í steðginum, um tað var loyvið til tess.

 

Í dag heldur TB/FCS/Royn-áleyparin, Jón Krosslá Poulsen, at hann og liðfelagarnir svaraðu aftur og stríddu seg til ein 0-0 javnleik á heimavølli við Stórá í Trongisvági ímóti steypavinnarunum, NSÍ.

 

Ikki var talan um ein dyst við nógvum málmøguleikum, men TB/FCS/Royn fekk eitt týðandi stig í niðurflytingarstríðnum.

 

Jón Krosslá Poulsen staðfesti í samrøðuna, at hann tók hendingina við vallarvarparanum hjá HB við einum stórum smíli, tá hann fór haltandi av vøllinum í Gundadali farna sunnudag, og slær fast, at tað var nakað hann tók við einum smíli, tá sagt var: "Tá Jón Krosslá Poulsen einaferð fer av vøllinum".