Eldur í botninum

Fótbóltur: FS Vágar vann um vikuskiftið, og nú kenna fleiri lið seg hótt av niðurflyting

Neyvan nakrantíð áður eru so nógv mál skotin eitt kappingarumfar í bestu deildini, sum tað vórðu sunnudagin. Ikki færri enn 31 mál vórðu skotin í teimum fimm dystunum. Tað er 5,2 mál í miðal fyri hvønn dyst.

Í trimum støðum var talan um rættuligar avhølvingar. GÍ, sum hevur havt tað strevið, síðani teir vunnu steypafinaluna, vann 7-1 á sandoyingum, og úrslitið í Fuglafirði kundi bent á, at ein serlig málsjúka gekk í Eysturoy sunnudagin. KÍ, sum hevur havt eitt sera støðugt kappingarár vann størsta sigurin í landskappingini í ár.

Á Toftum vórðu eisini nógv mál. HB vann 5-2 ímóti B68, og tá VB samstundis tapti í Miðvági, er tað mest sum avgjørt, at bæði gull og silvur krónurnar verða í høvuðsstaðnum.

Ivaleyst verður tað B36, sum fær gullkrónurnar, men tann spurningurin verður í fyrsta lagið avgjørdur sunnudagin, tá VB fær vitjan av oddaliðnum. Vinnur B36 í Vági, so eru teir meistarar, og teir verða eisini meistarar, um FS Vágar megnar javnleik ímóti HB í Gundadali. Hóast vágamenn tykjast vera komnir eitt sindur fyri seg, og hóast teir ofta hava staðið seg væl í Gundadali, so er tað meiri sannlíkt, at B36 vinnur í Vági, enn tað er at HB snávar á heimavølli. Leggjast kann afturat, at skuldi tað hent, at bæði B36 og HB snáva, so er B36 eisini meistari!

Tað eru trý umfør eftir at spæla í bestu deildini. Hinar deildirnar verða allar liðugt spældar um knappar tvær vikur, og tað er eitt gott tiltak, at tað bara verður 1. deild hjá monnum at hugsa um leygardagin 4. oktobur.

Klaksvíkingar vunnu stórt í Fuglafirði, og nú eru møguleikar, at tað, sum frá fyrsta umfari av sá út til at gerast eitt stak vánaligt kappingarár hjá KÍ, alíkavæl endar ikki so heilt galið. Teir hava otað seg upp á fimta plássið, og tað ber framvegis til hjá teimum at røkka uppaftur hægri. Næstu liðini omanfyri teir eru GÍ og NSÍ, og tað eru júst hesi bæði liðini, sum KÍ skal spæla ímóti komandi vikuskiftini. Fyrst skal GÍ til Klakvsvíkar, og so skal KÍ til Runavíkar.

GÍ hevur sum steypavinnari tryggjað sær rætt til luttøku í Europa Cup komandi ár, og alt bendir á, at HB skal spæla í UEFA Cup og at B36 sleppur at royna seg í meistarakappingini. So er eitt pláss í Intertoto Cup eftri at stríðast um, at har eru tað VB, NSÍ og KÍ, sum framvegis hava møguleikan.

Vágbingar hava havt sum mál fyri fyrstu ferð nakrantíð at vinna heiðurskrónur. Teir hava staðið seg væl, men tepra tapið í Miðvági bendir á, at teir eru vornir troyttir.


Spenningur í botninum

Tað eru bara tríggjar vikur síðani, at FS Vágar á heimavølli vann ímóti ÍF, og at teir eru farnir at ressast við har vesturi og taka bjargingarroyndina í álvara, varð aftur staðfest ímóti VB.

Fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum er FS Vágar ikki aftast, og nú skulu sandoyingar, sum hava tapt 21-3 tríggjar tær seinastu ferðirnar, ansa sær. Hvørt av hesum báðum liðunum tað verður, sum fer at lata plássið til Sumba, fæst kanska ein ábending um longu komandi vikuskifti. Tá skal B68 suður á Sand, og um B71 ætlar sær at vinna á heimavølli, so skal tað vera tá. Annað vikuskiftið fellir avgerðin undir øllum umstøðum, tí tá skal B71 vestur til Miðvágs. Tá verður talan um sannan gysara.

Gongst heilt illa hjá toftamonnum, sum ikki hevur megnað at vent gongdini síðani summarfrítíðina, sjálvt um teir hava skift venjara, so er møguleiki fyri, at teir enda í niðurflytingarsuppuni. Teir hava ellivu stig, og um B71 bæði vinnur ímóti B68 og FS Vágar, og vágamenn og toftamenn tapa báðar hinar dystirnar, so verður tað B68, sum skal spæla ímóti TB um eitt pláss í bestu deildini.


Stórur munur er á

Í 2. deild er longu greitt, at Sumba skal spæla í 1. deild komandi ár. Tað er møguleiki fyri, at trý 1. deildarfeløg verða í Suðuroy komandi ár, tí TB hevur framvegis møguleikan at vinna sær pláss í bestu deildini.

Tað er kortini sjón fyri søgn, at tað er stórur munur á bestu og næstbestu deildini, og at Sumba tapti í Gundadali ímóti næstbesta liðnum hjá HB verður ivaleyst bensin á bálið hjá teimum, sum so ofta hava hildið fram, at tað eru ov nógv lið í bestu deildini.

B68 hevur leingi ligið til niðurflyting úr 2. deild, men møguleikin fyri at yvirliva hevur verið knýttur at, at FS Vágar noyddist niður, um besta liðið hjá teimum noyddist niður úr 1. deild. Í løtuni eru hesar fyritreytirnar ikki til staðar.

Sunnudagin verða vit klókari, og tá er eisini møguleiki fyri, at KÍ fyri fyrstu ferð vinnur FM heitið í kvinnufótbólti.