megnað at runnið bóltin upp, um hann ikki hevði verið darvaður av vøddaskaða, sum hevði við sær, at hann so at siga ikki sparkaði bóltin men bara tveitti hann. Fyritreytirnar hjá ÍF versnaðu uppaftur meiri, [...] sendingar vóru ov lítið neyvar. Arnold Joensen royndi at seta ferð á, tá hann bjóðaði seg til í borðunum, har Harley Bertholdsen og John Hansen vóru álopshugaðir, men tað var rár hending, at teir við ferð komu [...] tað Heðin, sum setti hol á, tá fyrra umfarið var hálvrunnið. Fyrst tiltuskaði hann sær eitt horna í vinstru, og so var hann fyrstur á innlegginum við fremra stólpa og stútaði hegnisliga í kassan. KÍ dovnaði
minuttir leiktir, tá ið B36 legði seg á odda. VB-málverjin kiksaði eitt útspark til John Petersen, og hann sendi bóltin beinanvegin til Jákup á Borg, sum umvegis handara stólpa legði B36 á odda 1-0. VB var [...] leiktir fimm minuttir av seinna hálvleiki, tá ið B36 kom á odda 3-0. Jákup á Borg gjørdist leysur, og hann skeyt bóltin framvið Bjarna Johansen og í málið. Hetta málið tók púrasta luftina frá vágbingum, og [...] Clementsen gjørdi málið til 7-0. B36 kundi havt vunnið meira, og tað var stórt spell, at Jens Kristian Hansen ikki fekk mál í 80. minutti eftir frálíkt samanspæl við John Petersen, men í tí førinum bjargaði
fáa áleyparnir alt ov lítið at arbeiða við. Harafturímóti kann sigast, at HB í Jan Dam, Hans Fróða Hansen, Hans á Lag og Johannes Joensen helst hevur bestu verjuna í landinum. HB-B68 2-0 (1-0) 1-0: Súni [...] Andrey aftur upp á spæl, men ístaðin fyri at spæla upp á tvørs til ein púra leysan viðleikara, valdi hann at skjóta sjálvur úr truplari støðu. HB-arnir vóru rættiliga sjáldsamir gestir í B68-brotsteiginum
FCK, sum ger best í at gloyma hesa uppgerðina sum skjótast. Todi Jónsson spældi 77 minuttir, so varð hann avloystur av Kenneth Jensen. Peter Nielsen og Lars Højer teljast millum lyklaspælararnar hjá FCK, [...] kanónmál. Brøndby hevur so at siga vunnið DM eftir 7-1 sigur á Aarhus Fremad. Ein og sami spælari, Bo Hansen, sum annars fyri tað mesta hevur sitið á bonkinum, skoraði fimm mál. Fyri annað plássið hjá FCK kom
fremst samráðst við hann, tí festið skuldi lata øki til vegagerðina. Hann skilti støðuna, sum hevði tikið seg upp, og í brævi til Tórshavnar býráð, dagfest 25. mars 1987, góðtekur hann, eftir at hava sæð [...] friðarligt, og ein loysn, sum ikki tekur munandi burtur av friðaða bønum í Sandagerði. Vinarliga Leivur Hansen borgarstjóri
tí hann skal til próvtøku á læraraskúlanum. Hann fara vit at sakna. Men burtursæð frá honum tykist tað, sum um allir fara at vera klárir. Jan Dam var á venjingarleguni, men hann vandi ikki, tí hann er [...] ella um hann fer at geva Jákupi Mikkelsen møguleikan í týdningarmiklum undankappingardysti. Jens Martin venur nógv, og hann hevur spælt onkrar venjingardystir og steypadystir í Íslandi, men hann hevur ikki [...] Jens Martin Knudsen ? Allan Mørkøre, Pól Thorsteinsson, Arnbjørn Danielsen, Jens Kristian Hansen, Øssur Hansen ? Magni Jarnskor, Sámal Joensen, John Petersen, Símun Eliasen ? Jan Allan Müller. Í 2. hálvleiki
við hesum skjalinum. Tað er meira ætlanaryvirlýsingar, um hvat skal gerast, sigur Annfinnur V. Hansen. Hann lýsir samgonguskjalið í tveimum pørtum, har annar eru um tað ríkisrættarliga og hin er vanligur [...] danir samtykkja hetta. Tað kann eisini gerast uttan at broyta grundlógin.a, sigur Annfinnur V. Hansen. Hann vísir til grein 19 í grundlógini, har sagt verður, at danska stjórnin kann ikki uttan víðari geva [...] fólkarættsligu reglurnar. Tað er óhugsandi at teir vilja tað, sigur Annfinnur V. Hansen. Fyrst sjálvstøðu - síðani samstarvsavtalur Hann skilir orðingina í samgonguskjalinum soleiðis, at Føroyar verða lýstar s
Enni av Tvøroyri, Sverri Djurhuus úr Kollafirði, Hans David Matras av Kirkju, Wilhelmina Larsen úr Dali, Steingrímur Poulsen úr Skopun og Hans J. Hansen úr Fuglafirði. Harafturat fer Eyðun Andreasen at
skoðsmálinum, hann fær frá fólki í Føroyum í týdningarmiklum størvum, hevur Óli P. eitt ótrúligt innlit í føroyska samfelagið. ? Hann er ógvuliga gløggur, sigur Vibeke Larsen, ríksiumboðsmaður. ? Hann spælir [...] ngar, eru rósandi orðini hjá Jørn Astrup Hansen um Óla P. Eisini fyrrverandi leiðarin í flokkinum Vinstra, Uffe Elleman Jensen, dámar væl tekningar Óla og hann hevur sent honum persónligar heilsanir sum [...] álvarsom amputasjón, sigur Óli, sum annars er giftur danskari kvinnu. Men er hann kritiskur mótvegis loysingarføroyingum, fer hann ikki betri við dønum. Karikaturtekningar hansara av Nyrup, sum biður søkkandi
Karsten Hansen sigur eisini , at hann er vanur at samstarva við fólk, og at hann eisini er vanur at taka avgerðir. Hann er greiður yvir, at har er nógv sum hann skal setast, men sigur at hann heldur ikki [...] 70-árunum gjørdist hann sýslumaður og støðleiðari í Klaksvík. Karsten Hansen hevur eisini verið fakliga aktivur. Í 12 ár var hann formaður í Føroya Politistafelagnum, enntá eisini meðan hann sat sum støðleiðari [...] ikki. Hann varð valdur inn í Klaksvíkar Býráð fyri Tjóðveldisflokkin við valið í desember 1988 og hevur sitið har síðan. Hann hevur sitið í samgongu øll tíggju árini. Fyrstu fýra árini var hann formaður