strandfaraskipið Sam í summarhálvuni, tá føroysk og útlendsk ferðafólk í hópatali royna at sleppa út á Kalsoynna, ið seinnu árini er vorðin eitt av teimum vælumtóktu ferðamálunum í Føroyum. Tey ferðafólk, ið [...] Hilmar Eliasen, stjóri í Strandferðsluni, í undirskrivaðu avtaluna, sum Dánial Pauli Davidsen, samferðslu- og marknaðarleiðari í Strandferðsluni, og Heri Mohr Hammer, býarverkfrøðingur í Klaksvíkar kommunu [...] ferðaætlanartímarnar á bussleið 506 millum Trøllanes og Syðradal við 1.153 tímum árliga. SSL skipar í dag fyri at koyrt verður millum Trøllanes og Syðradal við 1.304 ferðaætlanartímum árliga. Við hesum
Betri Stuðul hevur latið verkætlanini ”Í Reyða Krossi trívast vit” 100.000 krónur í stuðli. Tað skrivar Reyði Krossur á facebooksíðuni í dag. Talan er um eina verkætlan, ið er partur av stóru verkætlanini [...] Reyði Krossur luttekur í. Jóannes Eidesgaard, formaður fyri Reyða Kross Føroya, er fegin um stuðulin frá Betri Stuðul. - Hetta ger, at vit nú hava peningaliga orku, at taka lut í landsumfatandi verkætlanini [...] klædnahjálpina, ið veitir barnafamiljum hjálp; sambinding, ið virkar fyri at menna integratiónsøkið í Føroyum, og undirvísing innan kroppsliga og sálarliga fyrstuhjálp. Harafturat er stórt virksemi kring landið
Besta liðið hjá ÍF Føroyum vann í dag 2-0 á KFB - Kløvermarkens Boldklub – í donsku Seriu 1. Liðið liggur á øðrum plássi og kann vinna sær pláss í Københavnsseriuni. ÍF Føroyar hevur heimavøll á Kløvermarkuni [...] Karl Martin Danielsen, Hørður Mohr og fleiri aðrir, so har eru nógvir dystir í Effo-deildini tilsamans í hópinum. Støðan í Seriu 1: 1. HB 41 2. ÍF Føroyar 38 3. CSC 38 4. PI Fodbold 36 5. Østerbro IF 35 [...] Vegna eina rúgvu av avboðum, so spældi miðverjin í álopinum hesaferð. Dysturin bleiv avgjørdur, tá vágbingurin Teitur Tausen stútaði eitt hornaspark í mál. Aftur var tað Jóhan Gunnarsson, sum átti uppleggið
Brot úr samrøður í Vikuskiftis Sosialinum. Les meira í blaðnum, sum fæst til keyps í handlunum kring landið. - Tá man fær staðfest krabbamein, so fær man kensluna av, at man fer at doyggja. Tá er deyðin [...] ættarbregði hevur í menningini av sjúkuni. Tveir mánaðir eftir, at hon ognaði sær ph.d. heitið, fekk hon starvið at standa á odda fyri einum av mest spennandi verkætlanunum í føroyska samfelagnum. Í dag kennast [...] spurningur um tíð. Í mínum huga, so hevði eg eitt sindur av tíð eftir, og ynskti at brúka hana so gott sum gjørligt. Tað sigur Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, ið vann á sjúkuni og er í dag leiðari fyri FarGen
kjøtið gott og væl 10 prosent av allari nýtsluni Landsstýrismaðurin sigur, at í fjør vórðu samstundis 839 kálvar kálvaðir í Føroyum, men av teimum vórðu 392 av teimum dripnir beinanvegin. Hinir vórðu settir [...] eru kálvaðir. Í hesum sambandi er tað ein týdningarmikil fortreyt, hvussu jørðin verður brúkt, og hvussu nógv gras vit klára at útvega sjálvi Annars eru 906 mjólkneyt í landinum nú og í fjør flettur vit [...] Í fjør innfluttu føroyingar 904 tons av neytakjøti til Føroya. Men samstundis vórðu 392 nýkálvaðir kálvar dripnir og burturbeindir Tað upplýsir Høgni Hoydal, landsstýrismaður í búnaðarmálum. Kári P. Højgaard
umaftur í Havnar Bio. Talan er sjálvandi ikki um eina frumsýning, men hetta er fyri at hátíðarhalda, at júst hendan dagin fyri 20 árum síðani, 28. september í 1997, varð tá dýrasti filmurin í Danmark nakrantíð [...] tekna seg, sigur Nils Malmros. Um helmingurin av statistunum vóru til upptøkurnar í Danmark, so tey eru valla í Føroyum. – Eg gleði meg mest til at hitta øll hesi fólkini aftur, sum eg hevði so nógv við [...] nakrantíð, frumsýndur í Havnar Bio. Fleiri av høvuðsfólkunum handa filmsverkætlanina koma til Føroya í sambandi við sýningina. – Vit koma fleiri til Føroya, eitt nú Lars Simonsen, sum spældi Harra Pál
at í 2025 skal minst helvtin av øllum sethúsum og bygningum verða hitað við grønari orku. Samstundis skulu allir almennir nýbygningar skulu hitast við grønari orku. Í dag eru eini 18.000 oljufýr í Føroyum [...] hesi endamálini verða í mesta lagi 50 oyru bíligari enn streymurin vanliga er, og avslátturin kann verða givin alt samdøgurið ella ein part av samdøgurinum. Sirið Stenberg sigur í uppskotinum, sum nú er [...] Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum fer nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at geva SEV loyvi til at lækka prísin á streymi til at løða elbilar og til at halda hitapumpurnar gangandi
møguliga ger ein fríhandilssáttmála við Russland. Í síðstu viku var Nick Hækkerup eisini ein av teimum fólkatingslimum, sum í samrøðu við TV2 hevði at Føroyum fyri samhandilin við Russland. - Tað kann gott [...] vit í Evropa hava tørv á móti russum. Føroyar muga hugsa um, hvør tað í síðsta enda er, ið veitir vissu fyri teirra trygd og sjálvstýri. Hetta er ósolidariskt og óhøviskt móti teimum, ið teir eru í felagsskapi [...] Føroyski samhandilin við Russland skal nú viðgerast í uttanríkisnevndini hjá Fólkatinginum. Nick Hækkerup, ið er framsøgumaður hjá danska Javnaðarflokkinum í uttanríkismálum, hevur nevniliga sett Anders Samuelsen
móti skiparanum og eigaranum á skjóttgangandi Rib - báti í sambandi við eitt óhapp í Skopunarfirði 2. juli í fjør. Løgreglan sigur í eini fráboðan í morgun, at tey frættu um hendingina eftir at ein kvinna [...] Landssjúkrahúsið til kanningar. Løgreglan gjørdi av at taka málið upp, men slík mál hava ikki verið í Føroyum áður, og tí er óvissa um, hvør revsingin skal verða. Sostatt er málið nú sent Føroya Rætti at taka [...] var ikki ílagi. Í hesum sambandi er skiparin og eigarin, ákærdur fyri at: – manningin bert taldi ein, hóast fleiri enn 5 ferðafólk vóru umborð – hann ikki hevði størra dugnaskaparsprógvið í siglinghann ikki
saman. Hon snýr seg um eitt spennandi tíðarskeið í føroyskari søgu, tá allur heimurin stóð í stórum broytingum. Fiskimarksspurningurin fylti nógv í Føroyum upp gjøgnum 50- og 60-árini, men tað var eisini [...] greiða frá, hvussu fiskimarksspurningurin varð umrøddur í miðlunum. »Stríðið um 200 fjórðingar - eisini ein spurningur um EF« er triðja bókin í røðini um fiskimarkið og rættindini innan hetta mark. Hanus [...] sum Føroyar máttu taka støðu til: skuldu Føroyar lima seg inn í EF ella EFTA? – Fyri at lýsa fiskimarksstríðið, sum veruliga tók dik á seg í 70-árunum, er neyðugt at viðgera stórpolitiska spurningin um