ÍF Føroyar nærkast uppflyting

Fótbóltur: Hóast nógv avboð, so tryggjaðu tveir verjuspælarar sigurin

Besta liðið hjá ÍF Føroyum vann í dag 2-0 á KFB - Kløvermarkens Boldklub – í donsku Seriu 1. Liðið liggur á øðrum plássi og kann vinna sær pláss í Københavnsseriuni.

 

ÍF Føroyar hevur heimavøll á Kløvermarkuni, so talan var um sanna grannauppgerð. Tað vóru tveir verjuspælarar, sum tryggjaðu útisetunum sigurin. Fyrst var tað toftamaðurin, Oddur Højgaard, sum skoraði, eftir innlegg frá Jóhan Gunnarsson. Vegna eina rúgvu av avboðum, so spældi miðverjin í álopinum hesaferð.

 

Dysturin bleiv avgjørdur, tá vágbingurin Teitur Tausen stútaði eitt hornaspark í mál. Aftur var tað Jóhan Gunnarsson, sum átti uppleggið. Sagt verður, at liðið var væl skipað og tí eydnaðist eisini at vinna hóast fleiri avboð.

 

Hópurin hjá 1. liðnum telir spælarar sum Bogi Løkin, Kristin Mouritsen, Rógvi Poulsen, Jóhan Jacobsen, Ólavur í Ólavsstovu, Beinir Ellefsen, Jóhan Gunnarsson, Petur Pauli Mikkelsen, Bárður Danielsen, Ingi Sørensen, Tummas Justinussen, Oddur Højgaard, Heine Mortensen, Teitur Justinussen, Johan Ellingsgaard, Pætur Jørgensen, Emil Nolsøe Leifsson, Karl Martin Danielsen, Hørður Mohr og fleiri aðrir, so har eru nógvir dystir í Effo-deildini tilsamans í hópinum.

 

Støðan í Seriu 1:

1. HB 41       

2. ÍF Føroyar 38       

3. CSC 38       

4. PI Fodbold 36       

5. Østerbro IF 35       

6. KFB 28       

7. FC Udfordringen 28       

8. Fix 26       

9. Rødovre 25       

10. Nørrebro United 25       

11. Dragør Bk. 21       

12. Sunred Beach FC 21       

13. Vigerslev Bk. 21       

14. Amager FF 12