Føroyski samhandilin við Russland skal nú viðgerast í uttanríkisnevndini hjá Fólkatinginum. Nick Hækkerup, ið er framsøgumaður hjá danska Javnaðarflokkinum í uttanríkismálum, hevur nevniliga sett Anders Samuelsen, danska uttanríkisráðharra, tríggjar spurningar um føroyska samhandilin við russar.
Nick Hækkerup vil hava uttanríkisráðharran at greiða frá, um og nær stjórnin er kunnað um ein møguligan fríhandilssáttmála millum Føroyar og Russland, og hvat ein slík avtala inniber. Harnæst vil hann hava greiðu á sambandið millum ein møguligan fríhandilssáttmála millum Føroyar og Russland og tey altjóða revsitiltøk, ið Danmark og Evropeiska Samveldið hava samtykt móti Russlandi. At enda vil talsmaðurin fyri danska Javnaðarflokkin eisini hava greiðu á hvørja støðu danska stjórnin hevur til, at Føroyar møguliga ger ein fríhandilssáttmála við Russland.
Í síðstu viku var Nick Hækkerup eisini ein av teimum fólkatingslimum, sum í samrøðu við TV2 hevði at Føroyum fyri samhandilin við Russland.
- Tað kann gott vera, at Føroyar við eini slíkari avtalu kann selja fleiri vørur, men tað gongur út yvir tann felagsskap, ið vit í Evropa hava tørv á móti russum. Føroyar muga hugsa um, hvør tað í síðsta enda er, ið veitir vissu fyri teirra trygd og sjálvstýri. Hetta er ósolidariskt og óhøviskt móti teimum, ið teir eru í felagsskapi við og hava tørv á í øðrum støðum, segði Nick Hækkerup við TV2 í síðstu viku.










