Tað er eitt rættiliga stórt trýst á strandfaraskipið Sam í summarhálvuni, tá føroysk og útlendsk ferðafólk í hópatali royna at sleppa út á Kalsoynna, ið seinnu árini er vorðin eitt av teimum vælumtóktu ferðamálunum í Føroyum.
Tey ferðafólk, ið hava tikið ferðina uttan bil, hava skjótt varnast, at ferðasambandið á oynni ikki hevur verið tað stóra at reypa um, men nú verður tað broytt. Strandferðslan og Klaksvíkar kommuna hava nevniliga gjørt eina avtalu, ið nærum tvífaldar ferðaætlanartímarnar á oynni. Tað upplýsir Klaksvíkar kommuna á heimasíðu síni.
- Avtalan førir við sær, at tað verður møguligt hjá SSL at økja ferðaætlanartímarnar á bussleið 506 millum Trøllanes og Syðradal við 1.153 tímum árliga. SSL skipar í dag fyri at koyrt verður millum Trøllanes og Syðradal við 1.304 ferðaætlanartímum árliga. Við hesum økist árliga ferðaætlanartímatalið til 2.457, skrivar kommunan um nýggju avtaluna.
Upplýst verður, at nýggja ferðaætlanin hjá bussleiðini nú samsvarar við ferðaætlanina hjá Sam, og vónar kommunan, at hetta kann vera við til at minka um akfarsferðsluna á Kalsoynni.
Tað vóru Jógvan Skorheim, borgarstjóri, og Hilmar Eliasen, stjóri í Strandferðsluni, í undirskrivaðu avtaluna, sum Dánial Pauli Davidsen, samferðslu- og marknaðarleiðari í Strandferðsluni, og Heri Mohr Hammer, býarverkfrøðingur í Klaksvíkar kommunu, hava arbeitt við seinasta árið.
Avtalan millum Strandfaraskip Landsins og Klaksvíkar kommunu fær virkna frá 1. mai í ár.

Bussleið skal tálma bilferðsluna

