Betri Stuðul hevur latið verkætlanini ”Í Reyða Krossi trívast vit” 100.000 krónur í stuðli. Tað skrivar Reyði Krossur á facebooksíðuni í dag. Talan er um eina verkætlan, ið er partur av stóru verkætlanini ABC fyri Sálarliga Heilsu, ið Reyði Krossur luttekur í.
Jóannes Eidesgaard, formaður fyri Reyða Kross Føroya, er fegin um stuðulin frá Betri Stuðul.
- Hetta ger, at vit nú hava peningaliga orku, at taka lut í landsumfatandi verkætlanini, ABC fyri Sálarliga heilsu, sum Fólkaheilsuráðið stendur fyri, sigur Jóannes Eidesgaard.
Birgir Nielsen, formaður í Betri Stuðli, sigur sambært Reyða Krossi, at Betri ynskir at ganga á odda, tá talan er um at vísa samfelagsliga ábyrgd og stuðla samfelagsgagnligum virksemi, sum kemur okkara borgarum til góðar.
Ætlanin er, at stuðulin skalt nýtast til førleikamenning og tiltøk fyri teimum umleið 200 sjálvbodnu hjá Reyða Krossi Føroya, sum hvønn dag gera nakað fyri sálarligu heilsuna hjá føroyingum.
- Virksemið hjá teimum sjálvbodnu hjá Reyða Krossi Føroya fevnir m.a. um samarittar, sum skapa tryggleika; vitjanarvinir, sum eru við til at fremja sálarligu heilsuna hjá einsamøllum; klædnahjálpina, ið veitir barnafamiljum hjálp; sambinding, ið virkar fyri at menna integratiónsøkið í Føroyum, og undirvísing innan kroppsliga og sálarliga fyrstuhjálp. Harafturat er stórt virksemi kring landið við klædnainnsavning og -skiljing til endurnýtsluhandlar, og ein vælvitjað bókasøla er í Vágsbotni, ið hevur opið hvønn dag í vikuni, skrivar Reyði Krossur Føroyar.