Brot úr samrøður í Vikuskiftis Sosialinum. Les meira í blaðnum, sum fæst til keyps í handlunum kring landið.
- Tá man fær staðfest krabbamein, so fær man kensluna av, at man fer at doyggja. Tá er deyðin bara ein spurningur um tíð. Í mínum huga, so hevði eg eitt sindur av tíð eftir, og ynskti at brúka hana so gott sum gjørligt. Tað sigur Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, ið vann á sjúkuni og er í dag leiðari fyri FarGen.
Tað mundu ikki vera nógv í Føroyum, ið kendust við navnið Noomi Oddmarsdóttir Gregersen, tá hon á heysti 2015 tók við starvinum sum leiðari fyri framsøkni FarGen verkætlanini, tá ferð av álvara skuldi setast á arbeiðið aftur.
Innan føroyska granskingarumhvørvið hevði hon tó longu gjørt vart við seg, tá hon fyrr á árinum vardi ph.d. ritgerð sína við Aarhus Universitet. Ritgerðin hevði heitið ”Identification and analyses of genetic risk factors for panic disorder”, og viðgjørdi tær genetisku orsøkirnar handan panikangist, og hvønn týdning ættarbregði hevur í menningini av sjúkuni.
Tveir mánaðir eftir, at hon ognaði sær ph.d. heitið, fekk hon starvið at standa á odda fyri einum av mest spennandi verkætlanunum í føroyska samfelagnum.
Í dag kennast flestu føroyingar við navnið Noomi Oddmarsdóttir Gregersen sum leiðara á FarGen og ein av Føroya fremstu kvinnuligum granskarum