sigast, at so mikið av vekt var í greinini, at tað kom fram, at HPS var rættiliga troyttur av, at Høgni Hoydal gjørdi brúk av síni fortíð sum sjónvarpsmaður (okkurt við, at tá dugur ein so væl at bera boðskapin [...] ikki verið neyðugt at penslað tað meiri út. Gleðiligt at Javnaðarflokkurin vil av við blokkin Tó er tað sera positivt, at Javnaðarflokkurin ferð eftir ferð kemur við útsagnum um, at Jf eisini vil av við [...] endamálið. OG tá ið Jf sigur at vit fyrst skulu hava búskaparligt frælsi og síðani politiskt frælsi, so er til tað at siga at búskapur er sera liðiligur og hevur lætt við at laga seg eftir umstøðunum, hann
formansskipan í løgtinginum eigur ikki at verða heft at, um ein er í samgongu ella ikki men av styrkini á teimum flokkum, sum sita í tinginum. Tvs. at tað átti at verið so, at tað ikki er avgerandi, um formenn [...] víðari, at tað, sum man eigur at brúka nevndirnar til er, at man dregur alt tingið inn í politiskt arbeiði, sum er annað enn samgonga og andstøða. -Tí má eg eisini viðganga, at eg dugi illa at ímynda mær [...] eru búnir til at vera formenn har, og eg haldi ikki, at tað verður ómøguligt at samstarva við javnaðarflokkin, fyri tað at hann ikki longur hevur formansstarvið. Høgni Hoydal sigur, at tað vildi verið
ið aftra seg við at skifta starv. - Skulu vit samanbera við bilkoyrikortið, so svarar tað til, at tú bert dugir at koyra Toyota, men ikki Audi og onnur bilmerki, at tú bert dugir at koyra í einvegis gøtu [...] komandi øld fer førleiki í kunningartøkni at at vera eins týðandi og tað hevur verið at duga at lesa, rokna og skriva hesa øldina; Formula Xerox vil gjarna vera við til at menna hendan førleikan, og vit hava [...] broytingum í kunningartøknini. Formula Xerox-maðurin sigur, at hetta er orsøkin fyri, at tað vindur alt meiri uppá seg at taka PC-koyrikort, ikki minst tí at hetta er vorðin ein altjóða góðkend útbúgving í flestu
javnvágina. Tvs, at stuðulin má ikki verða ein koddi hjá vinnuni, men samstundis kann hann verða rættvísgjørdur fyri at varðveita arbiðspláss. Tað er sera trupult at meta um, hvat fer at henda, táið stuðul [...] Orsøkin til bankaskrædlið var, at grundarlagið brádliga varð tikið undan øllum, og at virðini á skipum og virkjum vórðu niðurskrivað í at kalla onki. Yvirhøvur er semja um, at tað hendi ov brádliga. Tí [...] burtur stigvíst, ber til at laga seg til tær broyttu umstøðurnar so hvørt. Men at allur stuðul verður ryktur burtur í einum, ber ikki til at yvirliva. Óli Jacobsen sigur, at tað eru fleiri meiningar
stórum nýíløgum. Hetta er kortini ikki bara sum at siga tað at fara undir, tí sum nevnt omanfyri er tað ikki bara sum at siga tað at fáa fíggingina til vega. At so tey gomlu skipini fíggjarliga klára seg betri [...] Ein máti at gera hetta upp á er við at seta á stovn ein føroyskan partabrævamarknað og ein annar við at seta á stovn fleiri íløgufeløg og framtaksfeløg. Tiltøk sum hesi skuldu ført til, at privatur kapitalur [...] ikki so sjáldan at verkætlanir detta niður fyri av tí at eingin fígging fæst. Men fígging er ikki bara lán. Fígging er eisini eginfígging, og tað er her, tann gordiski knúturin ofta er at finna. Lutfallið
tað fór at enda javnt. Men so við og við fekk Heini yvirvág og basti at enda FM vinnaranum frá 1997. At tað eydnaðist Heina at vinna talv, sum leingi tóktist at vera javn verður sagt at vera tekin um, at [...] neyðugt hjá honum at vinna hvørja ferð, og so liva í vónini um, at Heini fer at snáva. Í fimta umfari gekk tað út yvir Flóvin Tór Næs, og tað vil við øðrum orðum siga, at møguleikin hjá Flóvini at blanda seg [...] verið á toppinum í hesari kappingini, og nú er greitt, at hann hevur ongan møguleika at endurvinna FM heitið. John Rødgaard plagar so at siga ikki at tapa, tá hann telvar í Føroyum, men higartil í hesari
uppá, men sigur, at munurin millum liðini eigur at gera, at liðið úr Ankara eigur at koma víðari. Venjarin hevur ikki meir at leggja afturat, men biður eitt annað umboð frá felagnum koma at taka yvir samrøðuna [...] er nóg mikið til, at vit koma víðari, sigur maðurin. Hann heldur ikki, at B36 eigur at hava nakran kjans til at koma afturíaftur í dystunum. Men hevur tað stóran týdning fyri tykkum, at koma víðari? Ja [...] nakran iva vera um, at Ankaraliðið eigur at kunna gera av við B36 í UEFA kappingini. Vit áttu at vunnið tann fyrra dystin við minst fimm málum, tá vit taka tað við í metingina at okkara spælarar eru
Men tað er greitt, at í framtíðini fari eg ikki at brúka skúlatíðina at ferðast runt og venja fyri at sannføra feløg um, at eg eri nóg góður til at fáa ein sáttmála. Eg havi gjørt av, at eg fari ikki avstað [...] sær ikki at sleppa útbúgvingini, uttan at okkurt heilt ítøkiligt er á borðinum: ? Tað var spennandi at fara til Italia at venja, og um tað verður til nakað, so verður tað eisini spennandi at fara til Noregs [...] vátta, at útlendskir millumhandlarar hava verið í sambandi við meg, og at ein avleiðing av hesum var, at eg í síðstu viku var í Italia og vandi við einum 1. deildarfelag. Tað er eisini upp á tal, at eg í
dreym, ikki bara av at hava mist sonin men eisini av at hava mist seinastu umberingina fyri ikki at hyggja at sær sjálvum ella at hvørjum øðrum sum tað, tey í veruleikanum eru. Kynstrið at velja lívið Heldur [...] hava, at geva eftir fyri síni girnd. Meðan hjúnini ikki megna at tosa um hendingina, sleppur skuldarkenslan at gnaga seg longur og longur inn, til Rita í vónloysisøði skríggjar, at hon vildi ynskt, at lítli [...] Speisemið svíður, meðan tey bæði íðin royna at seta orð á, hvussu vend nú skal koma í, uttan at vita, at Ibsen er í ferð við at avdúka tey so náðileyst, at tað stendur eftir. Her skrivar Lille Eyolf seg
mánaðir síðani at hann og umboð fyri kommunurnar í Føroyum kunngjørdu, at ætlanir eru um at seta á stovn Føroya fyrsta eftirskúla: Atlantic Adventure Eftirskúla í Hvalba. Tað eru seks ár síðani at lógin um [...] ilskast inn á, at børn teirra ikki náa at koma á skúlan. - Og fyri einaferð skyld eru kommunurnar á oynni samdar um, at skúlin skal liggja í Hvalba, tekur Ólavur skemtandi til. Miðað verður ímóti at fara undir [...] skulu hava gott tol og teir skulu skilja, at ofta skal bara ein lítil skeivleiki til, fyri at missa tann unga av hondum. - Hetta krevur, at lærararnir, umframt at vera serliga væl fyri innan lærugreinar